mikudagur 20. oktober 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 200 - 20. oktober 2004
Nr. 200 - 20. oktober 2004
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Mikudagin 6. oktober
læt listakvinnan
Vígdis Sigmunds-
dóttir upp eina fram-
sýning í Mentamála-
ráðnum við pappírs-
klippum yvir kvæðið
»Ormurin langi«.
Frímerkjadeildin hjá
Postverki Føroya
hevur keypt alla
framsýningina
LISTAFRAMSÝNING
Myndir: Jens Kristian Vang
Listakvinnan Vígdis Sigm-
undsdóttir hevur ein spenn-
andi og litríka framsýning í
Mentamálaráðnum
við
Hoyvíksvegin í Havn.
Framsýningin við klipp-
myndunum er yvir kvæðið
»Ormurin Langi«. Mynd-
irnar eru bæði vakrar og
sera dramatiskar við nógv-
um spennandi og litríkum
detaljum.
Tá farmsýningin læt upp,
helt Petur Petersen, aðal-
stjóri í Mentamálaráðnum
røðu. Hann segði m.a., at
hann skilti væl at Postverk-
ið hevði keypt alla fram-
sýningina og gjørt av at
nýta myndirnar til frímerki.
Hetta er ein stórur heiður
fyri Vígdis, sum á henda
hátt fær myndlist sína út um
allan heimin.
Vígdis Sigmundsdóttir ið
er útbúgvin sjúkrarøktar-
frøðingur og innandura-
arkitektur. Hon hevur tekn-
að, málað og klipt alt sítt
lív. Hon er dóttir kenda
listamálaran
Sigmund
Petersen.
Seinastu
árini
hevur
Vígdis arbeitt nógv við
pappírsklippi. Hon hevur
sín egna arbeiðshátt, og
myndaevnini eru ofta úr
føroysku náttúruni.
Tað var í samband við
eina framsýning í Norra,
sum hon var boðin við til,
at hon fór í kvæðaheimin
eftir evnum til klippmynd-
irnar. Sjálv er hon virkin í
fleiri dansifeløgum, og
hava føroyski dansurin og
kvæðaskaldskapurin verið
beinleiðis íblástrarkelda.
Frímerkjadeildin
hjá
Postverki Føroya hevur
keypt alla framsýningina.
Ætlanin er at geva út eina
frímerkjarøð við klipp-
myndunum.
Framsýningin í Menta-
málaráðnum verður til 1.
januar 2005. Opið er mána-
dag-hósdag frá kl. 8.00-
16.00 og fríggjadag frá kl.
8.00-15.00.
Vígdis Sigmundsdóttir, listakvinna:
Ormurin langi í Mentamálaráðnum
Listakvinnan Vígdis
Sigmundsdóttir hevur ein
spennandi og litríka
framsýning í
Mentamálaráðnum við
Hoyvíksvegin í Havn
Petur Petersen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum helt røðu. Hann segði m.a., at hann skilti væl, at
Postverkið hevði keypt alla framsýningina og gjørt av at nýta myndirnar til frímerki
Myndirnar eru bæði vakrar og sera dramatiskar við nógvum spennandi og litríkum detaljum
Vígdis Sigmundsdóttir og Svanbjørg Manai, frá Frímerkjadeildini hjá Postverki Føroya, aftan
fyri tær síggjast Sigrun Petersen og Noomi Jul
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
20. oktober. Felicianus, deyður umleið ár 250. Foreldur hansara vóru kristin fólk í Forum Flamini í Italiu. Ungur
kom hann til Róm og gjørdist erkadiakonur hjá pávanum. Pávin Viktor setti hann sum biskup í heimbygdini.
Keisarin Decius læt hann taka av døgum.
Hans Andrias Djurhuus varð føddur hendan dagin í 1883, og Mikkjal á Ryggi doyði hendan dagin í 1956.
Jákup Dahl-Olsen er
ikki longur okkara mill-
um. Hann vil eg fegin
minnast við nøkrum
orðum.
Tað var í 1937 - eg var
komin úr Svínoy til
Vestmannar at ferðast -,
at pápasystir ein kava-
dag legði mær til at fara
út millum børnini, sum
skreiddu har uttanfyri.
Jú, eg slapp at sita á
kelku saman við sýslu-
mansdótrini Marjun, og
tá spælið helt fram inna-
dura, kom eisini lítli-
beiggin Jákup uppí. Hann var tá júst vorðin fýra ára
gamal, og eg hevði ikki fylt seks.
Tað var tó ikki so nógv, vit sóust í barnaárum; men
10 ár seinni, tá vit í 1. G høvdu tikið stig til kórsang úti
á VBV, kom Jákup, sum tá gekk í 1. P, við í kórið. Hann
hevði tá enn ikki fingið mansrødd og sang tí við millum
genturnar í alt-stemmuni.
Vit hittust aftur við ymisk unglinga- og studentahøvi,
og altíð var tað tað tónleikaliga, sum dró saman.
Veruligt vinarlag millum okkum báðar tók seg upp við
byrjan av 60-árunum, tá vit høvdu fingið í lag aftur
føroyskan kórsang í Keypmannahavn. Við sínari sjarmu
og sínum tónlistarliga eldhuga bleiv Jákup eitt savnandi
álit í hesum felagslívi.
Jákup og Randi settu um hetta mundið búgv úti í
Strandgade. Sjálvur búði eg ikki so langt haðani, og
hugnaligt er tað at minnast eg aftur á, hvussu eg altíð
var vælkomin á gátt hjá teimum.
Tá ið Jákup við húski var fluttur heimaftur til Føroya
at búgva í 1970, var tað so sjálvandi, at hann kom við
inn í tað kórarbeiði, sum við byrjandi samstarvi við
útvarpið tá hevði tikið seg upp í Havn. Tað var so
beinanvegin, at Jákup eisini her gjørdist ein kveikjandi
miðdepil.
Jákup var vinsælur maður, altíð við tí góða orðinum.
Hugbráður, sum hann eisini var, kundi hann hvessa frá
sær - tó ongantíð særandi, tí altíð ráddi góðlyndið
aftanfyri. Kensluríkur setti Jákup meira enn nakar dám
á tær stóru framførsluløturnar, tá eygu hansara lýstu av
eldhuga, og teir, sum
undir liðini stóðu, mangt
birtandi albogaskumpið
fingu:" Var hatta ikki
gott? " Hoyri fyri mær
hansara darrandi rødd,
tá hon, eitt nú í einum
ljómandi Brahms-satsi, í
listarligum ovurhuga tók
seg upp í hæddirnar, har
honum, hóast bassur, í
slíkum løtum hóvaði
best. Á vertskapligum
samkomum aftaná var
mangan ovfarakæti á
honum, har hvør tægr í
hansara kroppi spældi í
musikalskari og sosialari vælveru.
Vit báðir Jákup slitu ikki gáttirnar hvør hjá øðrum;
men vinsemið var eyðsýnt við eitthvørt samveruhøvi.
Ikki minst tá vit vóru á floti saman. Mong hugnaløtan
var eitt nú úti fyri Kirkjubønesi. Væl tók í hjá honum,
og hvørja ferð mundi hann hava munin; men var
veðurløtan føgur, vóru altíð ráð til at draga nakað upp
frá botni, lata bátin bara reka av leið og at seta okkum
saman til eitt hugnaligt prát við einum góðum bita og
onkrum leskiligum afturvið. Altíð hevði hann okkurt
forkunnugt við sær í matarskríninum, sum var til
okkum báðar.
Ikki er tað ár, síðan vit báðir seinast løgdu leiðina
suður um Glyvursnes. Ikki kundi tað óra meg, at hetta
skuldi verða okkara seinasta ferð á floti saman. Á
konsert hjá Havnarkórið í februar kom Jákup sum
áhoyrari eftir seinasta sang upp millum sangararnar, og
eg skilti, at hann eins og vildi gera vart við nakað. Eftir
at tað seinni var vorðið greitt, hvønn veg tað bar hjá
okkara góða vini, var tað okkum í kórinum ein sorgblíð
gleði, at hann framhaldandi søkti samband við okkum.
Í sorg og við samkenslu drýpa vit høvur, nú Jákup
Dahl-Olsen ikki er meira, men eisini við takksemi fyri
rík minnir, sum verða varandi.
Ólavur
Ein góður vinur farin
Í dag, mikudagin 20. okto-
ber fyllir Harry Jacobsen á
Toftum 65 ár.
Harry er toftamaður, for-
eldrini vóru Amalia og
Anton í Nýggjagerði á
Toftum.
Sum 17 ára gamal fór
hann at sigla. Hann sigldi
við »Phebe« og »Hans
Oliver Højgaard«, seinni
»Morgunroðin«, í 20 ár, og
við
rækjutrolaranum
»Kristinu Logos« í 7 ár.
Seinastu 20 árini hevur
hann siglt sum stýrimaður
við skipum hjá Skipafel-
agnum Føroyar, mest við
farmaskipinum »Lómi«.
Harry tók skiparaprógv í
1965, og 1969 giftist hann
við Solveig, f. Danielsen,
ættað úr Vági. Tey eiga 5
børn og sjey ommu- og
abbabørn.
Føðingardagurin verður
hildin í heiminum á Toftum
fríggjadagin 22. oktober.
Andrias Petersen
til New York
Andrias Petersen í Gøtu,
løgtingslimur
Javnaðar-
floksins í Eysturoyar val-
dømi, hevur fingið farloyvi
frá løgtinginum frá 17.
oktober til 13. november
2004 í samband við at hann
skal umboða Føroya Løg-
ting á ST-aðalfundinum í
New York.
Andrias var landsstýris-
maður í almanna- og
heilsumálum frá 1994-96.
Dan Reinert
Petersen tikið
sæti í Løgtingi
Dan Reinert Petersen í
Fuglafirði hevur tikið sæti
á løgtingi fyri Andrias
Petersen, ið er í farloyvi.
Dan er næsti maður á
lista Javnaðarfloksins í
Eysturoyar valdømi.
Hann var valdur løg-
tingslimur frá 1998-2002.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæra mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Turid Maria Hansen
Tórshavn
andaðist á Lágargarði
leygardagin 16. oktober, 97 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
hósdagin 21. oktober kl. 13.00.
Elsa, Ásbjørn og Páll
Okkara kæri maður, pápi, verpápi og abbi
Andrew Joensen
Kollafjørður
andaðist á Landssjúkrahúsinum
sunnudagin 17. oktober, 75 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Kollafjarðar kirkju
mikudagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Halltóra
Harry Jacobsen 65 ár
Tíðindaskriv
Bileftirlitið hevur í dag
latið politistøðunum kring
landið 251 mál um veg-
skattaeftirstøður, til at taka
nummarspjøldrini
av
akførum, sum enn ikki
hava goldið vegskatt fyri
seinna hálvár 2004.
Kann bileigarin ikki vísa
fram kvittan fyri goldna
vegskattaeftirstøðu, verða
nummarspjøldrini tikin av
bilinum.
251 bilar standa til at missa
nummarspjøldrini
C
M
Y
K
15
14