Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. oktober 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Favorittarnir vunnu Mjølnir, TB og Drátt- ur fingu øll ein sigur í fyrsta umfarinum av flogbóltslandskapp- ingini FLOGBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eisini kvinnurnar fóru undir sína flogbóltskapping um vikuskiftið. Mjølnir skuldi á heimavølli taka ímóti nýuppflutta SÍ, og her stóð skjótt greitt, at tað er munur á teimum báðum ovastu deildunum. SÍ slapp til tíðir at spæla eitt sindur við í dystinu, men tær hóttu ongantíð heimaliðið, sum við einum sannførandi avrikið í triðja settinum setti punktum fyri hesum dystinum. Í Trongisvági vitjaði KÍF hjá TB, og heldur ikki var stórvegis ivi um útfallið av dystinum. TB kundi uttan at spíla seg heilt út, vinna ein tryggan 3-0 sigur. Seinasti dysturin var á Giljanesi, har ÍF vitjaði. Her eydnaðist heimaliðnum úr Drátti at stríða seg til ein 3-1 sigur. Dráttur hevur í fleiri ár nálgast upp ímóti toppinum, har tær eisini endaðu ovastar tað eina árið. Tað gera tær neyvan hetta kappingarárið, men felagið hevur í langa tíð framt eitt fyrimyndarligt arbeiði ,og einki er at ivast í, at tær eisini framyvir verða við til at mynda føroyska kvinnuflogbólt. Flogbóltskappingin fór ígongd um viku- skiftið, og líkt er til, at Havnin nú aftur vil sleppa á kortið FLOGBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Seinastu tvey árini hevur flogbólturin í sigursvanda Fleyr ikki havt tað nakað serligt. Bæði kvinnur og menn hava fyri tað mesta havt ein ávísan likamslut í vatnskorpuni, og heilt galið gekk í vetur, tá kvinnurnar mátti geva plássið í bestu deildini frá sær. Nú tykist tó ein bati vera ávegis, og í øllum førum byrjaði mansliðið hjá fel- agnum við at hølva fugl- firðingar av. Einki er at iv- ast í, at tað hevur gjørt góð- an mun hjá Fleyr, at tveir av teimum heilt royndu leikar- unum nú aftur eru til reiðar at tørna út fyri felagið. Tað eru teir báðir, Klæmint Is- aksen og Jóhannes Ejdes- gaard, sum eru farnir at gera um seg. Hin dysturin hetta viku- skiftið var í Klaksvík, har SÍ vitjaði Mjølnir. Her eydnaðist meistarunum úr Mjølni at vinna 3-1, men talan var fyri tað nógva um ein sera javnan dyst. Nr. 200 • mikudagur • 20. oktober 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo SÍ tekur fyri fyrstu ferð lut í bestu kvinnukappingini, og tær fingu eina harða byrjan í Klaksvík Mynd: SáH Úrslit, meistaradeild kvinnur Mjølnir-SÍ 3-0 (25-18 25-19 25-9) TB-KÍF 3-0 (25-12 25-17 25-15) Dráttur-ÍF 3-1 (Settúrslit ikki tøk) Úrslit, meistaradeild menn Fleyr-ÍF 3-0 (25-23 25-14 25-12) Mjølnir-SÍ 3-1 (25-19, 25-11, 20-25, 25-20) Fleyr spælir aftur við Talan var um ein spennandi dyst í Klaksvík, tá Mjølnir basti SÍ Mynd: SáH Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 1 1 - 0 3 0 3 2 2 TB 1 1 - 0 3 0 3 2 3 Dráttur 1 1 - 0 3 1 2 2 4 ÍF 1 0 - 1 1 3 -2 0 5 KÍF 1 0 - 1 0 3 -3 0 6 Fleyr 1 0 - 1 0 3 -3 0 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Fleyr 1 1 - 0 3 0 3 2 2 Mjølnir 1 1 - 0 3 1 2 2 3 SÍ 1 0 - 1 1 3 -2 0 4 ÍF 1 0 - 1 0 3 -3 0 5 Fram 0 0 - 0 13 41 -28 0 Christian Høgni í NSÍ Tað hevur verið greitt síðani í vár, at Christian Høgni Jacobsen helst ikki fór at halda fram við fótbóltinum í Dan- mark. Fyrst og fremst komst hetta av, at hann í vár varð illa skaddur í knænum, og tí ikki hevði møguleika at sannføra onnur feløg enn Vejle, at hann var ein maður, sum var verdur at satsa uppá í framtíðini. Tað er eingin loyna, at fleiri føroysk feløg hava ligið framvið eftir at fáa undirskriftina hjá lands- liðsleikaranum, og leingi tóktist tað mest sum greitt, at nýggja felag hansara fór at verða B36. Nú er hetta tó broytt. NSÍ kunngjørdi týsdag- in, at teir hava skrivað tvey-ára sáttmála við leikaran. Einki er at ivast í, at hetta er nakað, sum runavíkingar fegn- ast um. Júst málskjót- ingin var helst veikasta punktið á liðnum í júst lidna kappingarárinum, men útlit skuldu verið til at betra tann partin, nú landsliðsáleyparin er komin aftur til felagið. -jm 17 16 Nr. 200 - 20. oktober 2004 Johan Dahl Løgtingsmaður Vágur 18.10.2004 Búskaparfrøðin er ikki altíð líka løtt at skilja, hóast summir duga betur enn arðir at framleggja sínar hugsanir og niðurstøður. Niðanfyri loyvi eg mær at endurgeva brot (tey sum eru í rammu) av framløgu, sum stjórin á Hagstovu Føroya og formaður í Bú- skaparráðnum Herman Oskarsson – við ørðum orðum serfrøðin – helt á Christiansborg á tí nógv umrøddu Norðuratlants- bólka ráðstevnuni nevnd »Hovedet på Blokken«. Quo vadis ? - Færøerne har netto tilgodehavender i ud- landet på 43% af BNP- Færøerne har overskud på betalingsbalancen på 10% af BNP - Der er enten for stor eksportproduktion eller for store bloktil- skud - Hvordan skal vi få brugt de overskyd- ende ressourcer? Mín viðmerking: Tað kundi verið áhuga- vert at fingið at vita, um stjórin á Hagstovuni framvegis heldur, at vit hava ov stóran blokk- stuðul, og um »eksport- produktionen« framvegis er for stór?? Viðv. hvussu vit skulu fáa brúkt »overskydende ressourcer« so lysti mær eisini at vita, um hetta sampakkar við júst út- komnu »konjunkturfrá- greiðing« frá búskapar- ráðnum? Hvussu metir búskap- arráðið, at vit best brúka »overskydende ressour- cer«? Bloktilskud eller eks- port • Bloktilskuddet har samme virkning som eksportproduktion og skal derfor erstatte denne • Optimal udnyttelse af bloktilskuddet er der- for • - mindre eksport- produktion -- større produktion af tjenester til hjemme- markedet Mín viðmerking: Eru vit ikki júst við verandi støðu akkurát í ynskistøð- uni sambært hesi frágrei- ðing H. Oskarsson? Skulu vit bara lata standa til? Harvið verður jú væl minni »eksportproduktion« ella hvussu? Veruleikin er: Hvar vóru ávaringarnar um blokkniðurskurðin, lønarhækkingarnar, al- mennu epskloderaðu rakstarútreiðslunar og avleiðingarnar av hesum? Blokkurin bleiv tíverrri skerdur við vælsignilsi frá m. a. H. Oskarssyni og Bú- skaparráðnum við sam- stundis sum tann eftirver- andi parturin av honum bleiv ynskt har pipari grør – men nú sambært »kon- junkturfrágreiðingini«, so ásannar búskaparráðið millum linjurnar, at tað er m. a. niðurskurðurin av blokkinum saman við lov- aða skattalættanum sum er við til at gera, at vit eru við at koma í trupulleikar. Guð viti, hvussu skilið hevði verið, um fyrrv. landsstýrismaðurin í fíggj- armálum, Karsten Hansen og Co, høvdu sloppið at skorið restina vekk Størri framleiðsla til heimamarknaðin?? Hevur Búskaparráðið nak- að boð uppá, hvussu vit fremja slíka í verkið? Tað sær út fyri mær, sum at frá- greiðingin frá búskaparráð- num er enn ein hyggjan í bakspeglið – við einum »hvat søgdu vit« peiki- fingrið. Trupulleikin er eftir mínum tykki, at tit mangla tað, sum er framárættað _ men hinvegin áhaldandi hyggja í bakspeglið. Tit (Búskaparráðið) ávar- aðu, minnist meg rætt, IKKI um t. d. blokkniður- skurðin og avleiðingarnar av hesum – tað at vit hvørt ár framyvir mangla 366 mill. + prístalsviðgerð av verandi blokki, hetta sum ídag sambært konjukturfrá- greiðingin saman við skattalættanum sigst verða við til at geva okkum fíggj- arligar trupulleikar. Heldur var birt uppundir at skerja blokkin ongantíð ov skjótt. Tað hevur verið lítið um ikki onki ávarað um ófor- svarliga figgjar- og vinnu- politikkin, sum var rikin av undanfarnu samgongu. - eksplosivar lønarhækk- ingar - eksplosivur vøkstur av útreiðslunum í almenna sektorinum, sum nú svíður sum svøllur. Ein vinnupolitikk sum sambært H. Oskarsson í framløgu hansara á Christiansborg - eg loyvið mær at sitera: »Den politiske linje de sidste 6 år har været at mindske bloktilskuddet og øge eksportproduktionen uden subsidier« citat slut. Hvat bleiv framt av hesum seinast nevnda? Jú ein minking av blokk- inum bleiv framd - men restina syrgdu ovurhond góðir fiska- og laksaprísir fyri fram til 2001. Hinvegin so vóru abso- lutt ONGIR vinnuligir strukturar gjørdir undir seinastu samgongu - heldur øvugt!! - Ongar nýggjar vinnur - Ongin nýggj framleiðsla - Ongin einkskiljing framd hóast bestu møguleikar nakrantíð at fáa góðan prís fyri almennu feløg- ini. - Gransking bleiv tosað nógv um, men lítið og onki gjørt við, burtursæð frá økismenningardeplin- um, - Fiskivinnupolitikkurin - hvat hendi hesum økið - nøkur nýhugsan yvir- høvur?? - Handilsavtalur hvørjar nýggjar blivu framdar og settar íverk? Tað er líka óvist um ali- vinnan ikki hevði endað í júst somu støðu sum hon er ídag, óansæð um útlend- ingar høvdu havt fritt slag í 2000 ella 2001at sett pen- ing í hesa. ILA var komið, og prís- urin var longu tá út av lagið vánaligur, tað drepandi niðurgangangandi spiralin var byrjað. Umhvørvisliga sæð, so hevði Heilsufrøðisliga Starvsstovan gangi eg út frá, tær neyðugu heimild- irnar, sum skuldu til til inntriv av ymsum slag, um teir mettu at støðan sum heild var katastrofal um- hvørvisliga – men hvat bleiv gjørt? Fiskaprísirnir sum heild hava vit ikki stórvegis ávirkan á, men vit kunnu leggja okkum eftir fyrsta floks hagreiðing umborð og at virka fyrsta floks góðsku á landið og harvið fáa besta prís, samstundis sum vit mugu leggja okkum eftir at fáa vøruna skjótt til markn- aðin. Hetta ger tú ikki yvir náttina, men ein tillagingar- tíð má til, og ivist eg heldur ikki í, at okkara vinna fer at fáa hesi viðurskifti greidd og fóta sær aftur á besta og burðardyggasta hátt. Tann heilaga kúgvin Tann heilaga kúgvin – tað almenna - verður manniliga vart í konjukturfrágreiðing- ini - sagt verður at vit Guðs skyld ikki mugu minka ikki um hesi arbeiðspláss, so verða fylgjurnar katastro- falar!!! Nei góða Búskaparráð, tað sum er katastrofalt og sum tit kritikkleyst við afturlatnum eygum hava latið staðið til uttan stór- vegis viðmerkingar – um nakrar – er just hesin alsamt, eksplosivt vaksandi almenni sektor, sum nú er við at kvala okkum. Nevnast kann, at privatu lønirnarútgjaldingarnar í vinnuni minkaðu fyrra halvár við ca. 160. millión- um, orsakað av minkandi arbeiði. Tær almennu lønirnar vuksu hinvegin við ca. 120 milliónum í sama tíðar- skeiði. Um tit meta, at hetta er ein røtt og skilagóð gongd, so má eg og ivaleyst nógv við mær melda pass. Ásannast má, at vit ikki koma at klára at bera ein áhaldandi vøkstur í al- mennu útreiðslunum, sum eisini í ár verður uml. 4%, uttan so, at ein onnur inn- tøkukelda enn fiskivinnan og blokkurin verður í eyg- sjón í nærmastu framtíð, men inntil tá verða vit noyddir at skerja og tillaga við skili – uttan at seta skelk í búskapin. Raksturin hevur kvalaratak á okkum Almennu útreiðslunar eru øktar 1,2 milliard = 1200 milliónir seinastu árini. Vanvittugt – púra ørt – men uppvaskið, sum tíverri er neyðugt, tað verður okkara eftir skilaleysu fullveldisstýringina. Hvar er avloysarin fyri flakavinnuna – og mannin og kanska sjómannin við? Teir, sum hava víst á, at alivinnan og fiskivinnan ikki er so neyðug fyri samfelag okkara og at vit eins væl kunnu liva av at »serviserað« og klippa hvørjum ørðum, eiga nú ið á stendur, at vísa sína dygd og eisini vísa á, hvar tey nýggju arbeiðsplássini sum skulu erstattað flakakvinnu – og mannin skulu finn- ast!!! Vinnan á landið berjist ein seigan kamp fyri at yvirliva, bert fyri at hava høvdið uppundan vatn- skorpuni, men illa gongst. Nýhugsan, effektiviser- ing og framleiðslur sum skulu bera okkum víðari, verður arbeitt hart við innan vinnuna – men hvar blíva tær sokallaðu nýggju vinnunar, sum teir smartu mappudreingirnir áhald- andi tosa um, halda fyri- lestrar um dag og dagliga, - nær verða tær at hóma í havsbrúnni? At finnast at, hyggja aftureftir og kritisera ístað- in fyri at hyggja frameftir er lættasta sak av verðini og – men eitt er bát at føra, annað er fongin at føra til lands. VIÐMERKINGAR Hvørjum skal man trúgva - veruleikanum ella búskaparráðnum? C M Y K 16