mikudagur 20. oktober 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 20. oktober 2004
19
Bjarni vann
Haldor Holm Cup
BILLARD
Tíðindaskriv
Ein av teimum bestu og
yngstu spælarunum í før-
oyskum billardspæli, Bjarni
Skaalum úr Kagganum,
kundi
leygardagin
fyri
fyrstu ferð í síni 8 ára
karrieru taka ímóti einum
stórum vinnarasteypi í eini
staklingakapping. –Hetta er
eitt tann besta løtan í lívin-
um segði tann ungi billard-
spælarin úr Havn, tá hann
leygadagin í Klaksvíkar
Klubba syfti billardkemp-
una úr Klaksvík, Krisjan
Suna Høgnesen, sum hesi
seinastu árini hevur vunnið
eina kapping fyri og aðra
eftir, bæði FM fyri stak-
lingar og Haldor Holm Cup.
Hesaferð var tað Bjarni,
sum hevði eydnuna við sær
umframt tað besta spælið
sjálvandi. Men munurin var
lítil, tá avtornaði. Bjarni
vann við 4 eygum í eini
kapping við fýra dystum,
har hann endaði við einum
úrsliti uppá 2164 eygu ella
27,05 í meðal. Eitt framúr
gott úrslit og ein varði í bill-
ardspælinum hjá tí unga
Kaggaspælaranum. Hann
hevur tó verið sera framma-
liga í kappingum og hevur
vunnið lið-FM fyri sítt
felag.
Spenningur var til tað
allar seinasta stoytið, tá
Bjarni hevði eitt rættiliga
svart upplegg, men hóast
nervarnir vóru á "højkant",
so megnaði hann at spæla
ein sera torføran reyðan
bólt, sum gav honum sigur-
in. Haldor Holm Cup er
sjálv byrjanin uppá billard-
árið, og tá møtast teir 6
bestu spælararnir frá und-
anfarna kappingarári. Tann,
sum fær flest eygu í fýra
dystum, er vinnari.
Nr. 2 gjørdist Krisjan
Sune
Høgnesen.
Hann
hevði eisini sera høgt með-
altal, 27.00. Nr. 3 gjørdist
Ólavur Kjølbro við 20,68
eygum í meðal, nr. 4 varð
Sonhard Johannesen við
20.38 eygum og nr. 5 Jan
Müller við 19.28 eygum í
meðal. Jan hevði hægsta
einstaka umfarið í kapping-
ini uppá 166 eygu. Besta
einstaka spælið átti Bjarni
Skaalum við 704 eygum.
Verandi føroyameistari,
Henrik Petersen skuldi eis-
ini vera við men hann gav
avboð. Eisini onnur avboð
vóru til kappingina.
Kappast hevur verið um
Haldor Holm steypið síðani
1989. Hvørja ferð hevur
Føroya Bjór verið sponsor
og hevur latið steyp til
kappingina.
Ein fegin vinnari av Haldor Holm Cup, Bjarni Skaalum
Teir tríggir bestu í Haldor Holm Cup í ár. Bjarni í miðjuni nr. 1, Krisjan Sune tv. Nr. 2 og Ólavur Kjølbro th. Nr. 3
Bjarni vann men
tað var tepurt,
bert fýra eygu
vóru til Krisjan
Suna
19
18
Nr. 200 - 20. oktober 2004
Juanna
móti
enda-
spæl-
inum
Kappingin í grundspæl-
inum í donsku elitu-
deildini er nú komin
nærum hálvan veg. Ein
leikarunum í kvinnu-
deildini er føroyska
Juanna S. Joensen, sum
spælir fyri SK Århus, og
hjá teimum hevur ging-
ið hampuliga væl.
Seks tey fremstu liðini
í grundspælinum sleppa
við í endaspælið, og
fram til nú eru Juanna
og tær á einum fjórða
plássi, so málsetningur-
in hjá felagnum um at
vera við í endaspælin-
um, tykist als ikki veru-
leikafjarður.
Juanna hevur tó ikki
tikið lut í øllum dystun-
um higartil í ár. Okkurt
skifti hevur hon verið
uttanlands, men nú er
hon so aftur á liðnum,
og tað fer at líkjast ein-
um føstum plássi hjá
henni. Hon var tó ikki
millum tær fyrstu á
vøllinum, tá grannaupp-
gerð móti ASV Århus
var á skránni um viku-
skiftið, men hon kom á
vøllin í øllum settunum,
og serliga í tí fyrsta
gjørdi hon um seg, tá
hon servaði liðið frá 19-
20 til 24-20. Millum
annað
takkað
verið
tveimum reinum essum
frá Juannu.
Endaliga úrslitið gjørd-
ist ein 3-1 sigur til SK.
-jm
Vunnu
4-0 á San
Marino
Føroyska talvlandsliðið
fekk reint borð, tá telvað
varð móti San Marino
mánadagin.
Martin Poulsen, Hans
Kristian Simonsen, Olaf
Berg og John Rødgaard
mannaðu borðini hjá
føroyska liðnum. San
Marino hevði undan
dystinum væl lægri rat-
ingtøl enn føroyska lið-
ið, og tíbetur megnaðu
okkara eisini at liva upp
til favoritt-heitið.
Sigurin ber við sær, at
Føroyar nú hava 8 av 16
møguligum stigum.
-jm
Taptu
fyri
Ísrael
Føroyska U-17 lands-
liðið í fótbólti tekur í
hesum døgum lut í U-17
EM-undankapping.
Kappingin er í Skot-
landi, og mánadagin
leikti føroyska liðið
móti Ísrael. Føroyska
liðið tapti dystin 4-2,
eftir at Ísrael í steðgin-
um hevði verið á odda
3-0. Beint eftir steðgin
økta Ísrael til 4-0, áðr-
enn Pætur Jørgensen og
Kristoffur
Jacobsen
minkaðu um munin fyri
Føroyar.
-jm
Televarpið
vísir CL-
fótbólt
Champions
League
kappingin
í
fótbólti
koyrir sum kunnugt við
fullari ferð.
Viasat-samtakið, sum
ígjøgnum fleiri ár hevur
havt rættindini til at
senda frá kappingini,
sendir afutr í vetur hóp-
in av dystum. Sum nak-
að nýtt, so verða dystir-
nir eisini vístir á Via-
satSport1 og -2, og tá
hetta er á skránni, verða
signalini frá sendistøð-
unum broytt, soleiðis at
ViasatSport 2 eisini
kann síggjast hjá teim-
um, sum kunnu taka
ímóti rásunum hjá Tele-
varpinum. Tað verður á
rásini,
sum
annars
sendir Rás1.
Dystirnir, sum verða á
skíggjanum hesa vikuna
eru týskvøldið: Real
Madrid-Dynamo Kiev
(3+), Bayer Leverkusen-
AS Roma (ViasatSport
1),
Fenerbache-Lyon
(ViasatSport 2), Sparta
P r a g - M a n c h e s t e r
United (ViasatSport 2).
Mikukvøldið eru dystir-
nir AC Milan-Barcelona
(3+),
Valencia-Inter
(ViasatSport
1)
og
Chelsea-CSKA Moskva
(ViasatSport 2).
-jm
BOGASKJÓTING
Tíðindaskriv
Týskvøldið í farnu viku
varð stovnandi aðalfundur
fyri nýggjum bogaskjóti-
felag hildin í skúlanum á
Giljanesi.
Seinastu tveir mánaðir-
nar hevur verið arbeitt við
at seta á stovn bogaskóti-
felag í Vágum. Stigtakari er
Øssur Hansen úr Vest-
manna, sum hevur savnað
nakrar nýggjar bogaskjútt-
ar, sum vóru sinnaðir at
stovna felagið.
Á fundinum varð fyrsta
nevndin vald og teir sum
manna nevndina eru Øssur
Hansen
úr
Vestmanna,
Tróndur Ravnsfjall og Ingi
Joensen úr Miðvági. Til-
takslimir eru Jákup Gardar
Joensen úr Sandavági og
Tórfinn Hansen úr Mið-
vági. Nevndin skipar seg í
næstum.
Felagið, sum hevur heim-
stað í Miðvági, hevur ikki
fingið navn enn. Endamál-
ið hjá felagnum er at íðka
bogaskjóting og verða við
til at menna hesa ítróttar-
grein.
120 svimjarar úr øll-
um landinum tóku
lut, tá Fuglafjarðar
svimjifelag um viku-
skiftið skipaði fyri
svimjikapping
SVIMJING
Jákup Mørk
Hesa ferð vóru tað bólkar 1
og 2 (t.e. 6 til 10 ár), sum
kappaðust. Í alt vóru 22
kappingar avgreiddar, og
hesaferð
gjørdist
tað
svimjifelagið, Reki, sum
streyk avstað við flestu
sigrunum.
Næsta kappingin verður
um hálva aðru viku, og
verður hendan í Havn.
Endaliga heiðursmerkja-
býtið í kappingini gjørdist
hetta:
Sunnudagin skipaði
Føroya Triathlon
felag fyri sokallaðari
duathlon-kapping.
Hetta er kapping, har
tvær ítróttargreinar
verða íðkaðar
DUATHLON
tíðindaskriv
Hesaferð var so kappast í
súkkling og renning. Súkkl-
að var av Oggjarvegnum,
áraka
Kleynisvarða
og
oman til Krákugjógv t.e. við
hjá Meinhart Arge.
Síðani bleiv runnið niðan-
aftur. Teinurin var 3,1 km,
og var súkkluferðin hjá
onkrum súkklara um 85
km/t.
Tá súkklað verður við so
nógvari ferð, er av alstórum
týdningi, at súkklarin lítir
á, at ikki óviðkomandi bilar
o.a. kemur inn á kappingar-
teinin.
Til hetta fekk FTF so
hjálp frá politinum, um-
framt at felagið sjálvt hevði
sett vaktir at ansa startmál-
inum og staðnum, har skift
varð.
Tveir
íðkarar
høvdu
fjallasúkklu í staðin fyri
rasarasúkklu, og fingu teir
góðskrivað 30 sek, tí fjalla-
súkklurnar rulla seinni
undan brekkuni. Munurin
vísti seg tó ikki at vera so
stórur, sum roknað varð
við, og tí er avgerð nú tikin
um, at næstu ferð verður
góðskrivingin av hesum
bara 15 sekund.
Tað gjørdist Dia Jacob-
sen, sum vann kappingina.
Endaliga úrslitið varð ann-
ars hetta:
Dia Jacobsen
17.59,28
Eli Christiansen
18.28,05
Evald Rasmussen 19.59,33
Kári Simonsen
20.50,91
Rob. Vilhelmsen 21.59,09
Komandi sunnudag kl 1300
verður so seinasta kapping-
in hjá Triathlonfelagnum í
ár, og er kappingin eisini
dysturin um FM-heitið á 1/8
triathlon teininum. Hetta er
750 m svimjing, 20 km
súkkling og 5 km renning.
Saman við triathloníðkar-
unum verður eisini The
Dream Team frá Ljósinum.
Hetta eru kvinnur, sum hetta
fimleikaárið stuttleika sær
við at royna nógv sløg av
ítrótti, sum ikki altíð hava
nakað við fimleik at gera.
Tær fara a royna seg á
1/12 triathlonteininum, sum
verður lagaður soleiðis:
Fyrst verður svomið 350
m í Svimjihøllini, síðani
súkklað 10 km eftir Norð-
ara Ringvegi, Fram við
Strond til Skansan tvær
ferðir, og so til seinast
skifta til renning við Skóg-
røkt Landsins, og runnið
verður tríggjar ferðir eftir
Hvítanesvegnum, Skradd-
aragøtu og gøtunum hjá
Skógrøktini, til málið við
høvuðsportrið hjá Skóg-
røktini.
Tey yngstu svumu í Fuglafirði
Fremstu svimjararnir skuldu
sum vera man hava
heiðursmerki
G. S. B.
Reki
9 3 6
F.fj. Svimjif.
4 8 6
Flot
3 4 2
Ægir
3 2 0
Vágs Svimjif.
2 3 1
Ha. Svimjif.
1 1 4
Skeggjar
0 1 1
Tvør. Svimjif.
0 0 0
Skjóta nú í Vágum
Øssur Hansen úr Vestmanna
er formaður í nýggja
bogaskjótifelagnum
Duathlon kapping í Havn
Dia Jacobsen úr Havn, sum annars er best kendur frá
svimjingini, vann duathlon-kappingina, sum hesaferð fevndi
um súkkling og renning
C
M
Y
K
18