Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. oktober 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 200 - 20. oktober 2004 Nr. 200 - 20. oktober 2004 21 TINGHELLUKRONIKK Reidar Nónfjall Krøv kontra avmarkað tilfeingi Krøv av ymiskum slag verða ofta at seta í eitt krav- veitara samanhang, tvs. avsendarin av einum kravi má hava ein móttakara til kravi, Vanliga kosta krøv ella hava ein prís - og tað er eisini galdandi fyri krøv frá brúkarum til eina almenna skipan. Um so er, at talið á brúk- arum, sum seta fíggjarlig og tænastulig krøv til tað almenna, verður ov stórt ella hækkar nógv, verða tað lutfalsliga ov stórar út- reiðslur, sum koma at tyngja landsbúskapin í mun til inntøkur frá teimum, sum arbeiða og gjalda skatt og avgjøld. Tað, sum annars ávirkar vavi á krøvunum til al- mennar tænastur er: - Ókeypis tænastur og tí nærmast óendaligur eftir- spurningur - Individuellir tørvir skulu uppfyllast - kostnaðar- mikið, trupult at stýra og er vandamikið fyri rætt- artrygdina Tað kann vera áhugavert, at ímynda sær eitt kravveitara samanhang, har 4 brúkarar krevja betri og nýggjari tænastur og 6 sum royna at klára seg sjálvan, men hesir skulu eisini gjalda fyri betri og dýrari tænastu til teir 4 brúkararnar. Gongdin inn- an tað almenna í Føroyum er heilt greið, at tað verða lutfalsliga fleiri og fleiri persónar, sum seta krøv um betri og nýggjar almennar tænastur og nýggir bólkar koma til. Hetta kann hava við sær, at arbeiðandi fólk heilt einfalt velja arbeiðs- pláss í øðrum londum, har skatturin er lægri. Leiðsla og organi- seringin av tí almenna Tað eru seinastu árini framdar stórar umleggingar og útbyggingar av almenna umsitingarliga bygnaðin- um, herundir valdsforskjót- ingar frá politikarunum til embætisfólkini. Henda valdsforskjóting kemst ser- liga av tí, at ov nógvir politikkarar hava væntandi innlit og fakligan førleika at røkja politisku uppgáv- una á sínum øki. Nakrir politikarar velja tí at taka avgerð um so lítið sum gjørligt og fremja tí onki, heldur enn at fremja nakað, sum kann elva til móttstøðu og eitt sindur av øsing frá einstaklingum. Samfelagið í dag er kom- pliserað og tí krevst politikarar, sum skylja og duga at stýra í einum slík- um samfelag. Tað er ikki nógv mikið hjá politikarun- um at megna dagliga rakst- urin av samfelagnum - í dag er tað eitt krav frá vinn- uni og borgarunum, at politikkarar megna at fremja neyðuga tillaging og menning. Samfelagið og vinnan hava krav uppá professio- nel embætisfólk, men eisini professionellar politikkar, annars steðgar tillagingin og menningin upp (at vera politikari er eitt lønt starv). Leiðslan innan tað al- menna er seinastu árini eyðkend við nógvari regul- stýring: Hetta kann síggjast í mun til tíðina fyri 20-30 árum síðani, tá vit so at siga ongar reglur og professio- nella stýring høvdu innan tað almenna. Tað eigur kortini at ansast eftir, at politikkarin, vinnan og borgarin ikki kvælist í reglum og at reglur ganga fram um mál og úrslit fyri at yvirliva. Spurningurin er, um vit brúka reglurnar til nakað sum helst, tá vit upp- liva til dagligt at onki álíka- væl fær avleiðingar. Politikarar eiga, sum áður nevnt at skapa karmar. Hetta merkir at áseta virðir, tilluta og býta tilfeingi, áseta meginreglur o.a. Um so er, at samfelagið skal mennast og altjóðagerast, er neyðugt, at føroyskir politikar arbeiða nógv meira strategisk ella fram- tíðarrætta. Hetta merkir ikki, at politikarin skal skapa óstabilitet, men held- ur duga at planleggja og menna organisatorisku skipanina og fremja neyð- ugar broytingar stigvíst. Í hesum sambandi er neyð- ugt við broytingarleiðslu, tvs. ein politisk leiðsla, sum megnar at definera uppgáv- ur av nýggjum, fremja bygnaðar-broytingar, broyta tilgongdir og skapa eina mentan í umsitingini, sum hevur forstáilsi fyri góðari og effektivari tæn- astu. Politikarar hava skyldu vegna borgaran at seta av- markingar og eiga at duga at greiða fólkinum frá hes- um - tað eru nógv fólk og felagskapir í hesum sam- felag, sum sóknast eftir, at settar verða avmarkingar og greið mál á týðandi økjum. Settir eru seinastu árini nakrir bólkar við fólkum frá almennu umsitingini til at fremja møguligar ratio- naliseringar innan tað al- menna. Men vert er at leggja til merkis, at hesir bólkar eru mannaðir við fólkum frá skipanini sjálv- ari - og alt ov fá fólk við royndum innan professio- nella organisering, rakstur og planlegging í privatum ella almennum fyritøkum. Úrslitið er m.a., at almenni sektorurin enn livir sítt egna passiva lív og verður ov ineffektivur og kostnað- armikil. Virðisleiðsla Tað hevur avgerandi týdn- ing fyri at náa úrslit í samfelagnum, at undirtøka fæst í vinnuni og millum fólk fyri tí politiska leiðslu- arbeiðinum. Í hesum sam- bandi noyðist politiska skipanin at senda út boð- skapir, um hvørja kós vit fara at seta og hvørji virðir avgerðirnar hjá løgtingin- um, landsstýrinum og landsumsitingini, almenn- um stovnum og kommun- unum eru grundaðar á. Avgerðirnar eiga td. at verða grundaðar á opin- leika, rættvísi, altjóðager- ing, bestu vitanina, menn- iskjalig virðir av ymiskum slag, góðsku, professional- isma o.a. Tað eigur at verða sam- anhang millum høgtflúgv- andi politiskar visiónir og ítøkjuliga planlegging, mál og úrlist. Politiskir og vinnu- ligir meinings- myndarar Tað er ein floymur av in- formatión, sum verður latin út í samfelagi. Talan er ofta um informatión, sum onki strategiskt virðið hevur og sum ikki kann brúkast til nakað ítøkjuligt. Harafturat verður informatión brúkt hvør í sínum lagi. Sostatt er neyðugt í øllum hesum informatiónskaos at seta fokus á relvant politisk mál, sum gera mun verða tey nádd, og einari politiskari leiðslu, sum dugir at senda út greiðar boðskapir og seta fokus. Tað er tí týdningarmikið, at fjølmiðlarnir tryggja, at banalitetir av málum ikki fáa høvuðsyvir-skriftir-nar (tíðinda----flutningurin minnir í fleiri førum meira um slatur), men at settar verða dagsskráir við mál- um, sum kunnu gera mun í samfelagnum og vinnuni. Leiðarar ein útdoyggj- andi rasa í Føroyum Ein persónur vísir leiðslu- atburð, tá hesin setir sær mál, samskiftir málini á ein forstáiligan hátt og dugur at loysa teir trupulleikar, sum nú einaferð standast av settu málunum. Í løtuni uppliva vit, at politiskir leiðarar og almennir leið- arar annars ikki tora at tosa um, hvørji mál teir ætla at seta og hvørjar meiningar teir hava. Hesin atburður kann skyldast, at starvsfólk og leiðarar sjálvir ikki hava ein professionellan hug- burð til leiðslu og eisini vantandi fakligir og persón- ligir eginleikar. Royndirnar vísa, at vantandi leiðsla skapar ótryggleika og hev- ur við sær niðurgongd uppá styttri og longri sikt. Í Føroyum er lønarbygn- aðurin av almennum starvs- fólkum vorðin eitt klúta- teppi, sum er við til at skapa stóran ineffektivitet í skipanini og tiltrekkir fólk, sum ikki hava rætta før- leikan í allar mátar. Tann dovni og raski, tann við stórari ábyrgd og ongari ábyrgd, tann eldhugaði og útbrendi - øll fáa so at siga somu løn. Sostatt er ongin sum helst framdrift innbygt í skipanina - ov nógvir før- oyskir politikkarar brúka hesa skipanina í okkara lítla samfelag til at tosa við breiða fleirtali av sínum veljarum og tí má tað al- menna gjalda prísin hetta kostar í ineffektiviteti. Almenna umsitingin eig- ur í størri mun at skipast við málrættaðum og effek- tivum leiðarum, vældefi- neraðum uppgávum, ein- faldum bygnaði og færri, men dugnaligum starvs- fólkum - úrslitið verður nógv betri og bíligari tæn- asta. Búskaparpolitisk mál og amboð Tað er í løtuni ikki gjørligt at síggja, hvørji búskapar- politisk mál landsstýrið hevur sett sær og hvussu fíggjarpolitisku amboðini verða brúkt. Búskaparpolitisku málini eru vanliga: • Búskaparligur vøkstur (nýggjar vinnur, økt pro- duktión, virðisøking o.a.) • Øll í arbeiði (burtursæð frá td. friktiónsarbeiðs- loysi og konjunkturar- beiðsloysi) • Prísstabilitetur (lág infla- tión) • Javnvág á gjaldsjavn-an- um • Umhvørvi - herundir um- sitingin av okkara til- feingi. Tað ber ikki til at náa øllum hesum málum til fulnar samstundis. Tí má gerast eitt politiskt val og raðfest- ing útfrá galdandi fortreyt- um, um hvørji av málunum eiga at veljast og raðfestast ovaligari enn onnur og innan hvat tíðskeið. Øll í arbeiði merkir td. trýst á prísstøðið og kann elva til inflatión og tí versandi kappingarføri o.a. Í Føroyum er nakað, sum bendir á, at vit komandi árini fáa eitt strukturelt ar- beiðsloysi, tvs. har tað ikki uttan víðari ber til at flyta fólk úr einari vinnu í eina aðra. Hetta eigur tað al- menna at taka hædd fyri í langsiktaða fíggjarpolitikk- inum, eitt nú at steðga stuðli til vónleys projektir og skipanir, men heldur skapa betri karmar og skipanir, fyri eitt nú íverk- setarar, sum kunnu skapa nýggjar útflutningsvinnur. Nøkur av málunum taka longri tíð enn onnur at gjøgnumføra, og ymiskt er, hvørji amboð eiga at brúkast til at náa málunum. Skal td. tað almenna seta gongd á búskaparliga vøksturin og nær, hvussu leingi, á hvønn hátt og í hvussu stóran mun. Hetta eru tey generellu málini, sum onnur deilmál eiga at setast útfrá. Hetta merkir, at skal tað almenna td. verða við til at skunda undir búskaparligan vøkst- ur kann hetta gerast við selektivum skipanum og tiltøkum, sum møguliga kunnu avmarkast og av- takast eftir tilætlað úrslit. Tryggjast kann, at bara almennar lønartungar íløg- ur verða settar í verk, sum skapa nógv arbeiðspláss og fortreytir fyri at menna verandi og nýggjar vinnur. Fíggjarlógin er høvuðs- amboðið hjá politisku myndugleikunum at útinna ætlaða búskaparpolitikkin. Á fíggjarlógini eigur td. at síggjast, hvussu útreiðslu- bygnaðurin hjá tí almenna politisk verður ásettur og hvørji mál eru sett til inn- rættingina av almenna sek- torinum uppá stytri og longri sikt. Fíggjarlógin skal eisini vísa og innihalda mál um, hvussu landið út- vegar sær inntøkur í løtuni og uppá longri sikt. Tað hevur lítið við fíggjarpoli- tikk at gera, tá tosað verður um at gera Landssjúkrahús- ið liðugt í 2004, ella veita eykajáttan til musikkskúlan í 2004. Tað eru hundratals kontoir á fíggjarlógini, sum ávirka búskaparligu gongd- ina hvør í sínum lagi ella hava onga tænastuliga ávirkan ella eru óneyðugar. Tí er neyðugt, at tað fyrst verða løgd nøkur mál fyri búskaparpolitikkin, og at hetta sæst aftur í innihald- inum í árligu fíggjarlógini og tí planlegging, sum fer fram í tí sambandi, og síðan tí stýring sum byrjar 1. januar á hvørjum ári. Tað fyriliggur í Føroyum eitt nú ongin langsiktað rakstrar- ætlan og íløguætlan fyri land og kommunur, sum politiskt verður fylgd. Eitt valskeið er ikki nóg mikið at arbeiða útfrá í einum samfelag og einari dynam- iskari umverð. Verksetaramentan í Føroyum Vit liva í einum samfelag, har vit øll higartil eru meira og minni tryggjað búskap- arliga, sosialt og í aðrar mátar. Hetta hevur verið við til at taka áræði og dirvi frá einum størri og størri parti av íbúgvunum ella fólkinum til at taka initiva- tiv til at skapa nýggjar vør- ur og tænastur ella íverk- setaravirksemið í heila taki. Tað sæst eisini týðuliga aftur, at hvørja fer vinnulig tiltøk skulu setast í verk í Føroyum, verður landsstýr- ið ella politiski myndug- leikin nevndur, sum eitt ella annað gandaorð ella lopfjøl til eina succes. Men hvørja fer hevur tað víst seg, at jú meira politiski myndug- leikin hevur verið íblandur jú skjótari og størri fiasko - bæði uppá styttri og longri sikt. Avleiðingin av, at tað almenna aktivt luttekur við at eiga og reka vinnuligt virksemi, fæstlæsir skip- anir, sum annars kundu ment seg nógv meira og skapar líkasælu. Tað al- menna er við sínari alt ov stóru luttøku í vinnulívin- um við til at forða fyri ein- um optimalum og skilagóð- um býtið av tilfeinginum í samfelagnum. Tað almenna eigur at skapa góðar karmar fyri verksetarar og vit eiga øll at broyta hugburð frá at fata verksetarar, sum fólk, ið vilja "skora kassan", til fólk, sum skapa nýggj ar- beiðspláss og inntøkur. Skapan av nýggjum vør- um og tænastum er kapital- krevjandi. Viðmerkjast kann at lágur skattur her hevur minni ella ongan týdning fyri ein nýbyrjaðan verkseterara enn hvat kapi- talur hevur. Er talan um td. vitanbaseraða nýskapan, er talan ofta um 3-5- mió. kr. í kapitali pr. verkætlan, sum skal til fyri at gera klárt til at selja á einum marknaði. Sìðan kemur ofta langa tíð- in tað tekur at treingja inn á ein marknað ella verkætl- anin endar við fiasko og peningur mistur. Sostatt er neyðugt at skapa atgongd til váðafúsa fígging og íleggjarar. Harafturat er neyðugt, at vinnuliga ný- skapanin í stóran mun fer fram úti á fyritøkunum sjálvum og við professio- nellum leiðslum og starvs- fólkum. Nýggj politisk evnir á skránna Tað er týdningarmikið, at løgting og landsstýrið senda greiðar boðskapir til vinnuna og húsarhald um, hvørja politiska og búskap- arliga kós samfelagið eigur at seta. Harafturat eigur politiska leiðslan at greiða frá, hvussu samfelagið best tilrættaleggur allar tær almennu skipanir, sum skulu verða við til at skapa eitt vælvirkandi og fram- tíðartryggjað samfelag. Altjóða samstarv er ein avgerandi fortreyt fyri framhaldandi menning av samfelagnum. Í altjóða høpi er tað ongin, sum av sær sjálvum hjálpir okkum, men tað er upp til okkum sjálvi at samstarva og at skapa samstarv. Politiska skipanin og vinnan í Føroyum eiga saman at seta nýggj mál á dagskránna. Uppskot um dagskrá og mál til støðu- takan: Organisering innan tað almenna • Rollan hjá landspolitikk- arum nú vit skriva 2004 í einum kompleksum samfelag og við altjóða samstarvi • Nýggjar organisatión- formar fyri almennar stovnar • Bygnaðarbroytingar • Tillaging av uppgávum hjá tí almenna til vinnu- liga virksemi • Hvussu skulu vit innrætta samfelagið við nýggjum fortreytum, herundir pri- vatisering • Endurskoða kostnaðar- mikla og ótíðarhóskandi lóggávu • Nýggir formar at sam- starva og organiserað seg uppá • Orða ein framtíðar orku- politikk og fremja bygn- aðarbroytingar í SEV, herundir í mest møgu- ligan mun lata privatum orkuveiting og annars avtaka óneyðugar tæn- astur hjá stovninum • Fremja bygnaðarbroyt- ingar á Postverkinum, herundir í mest møgulig- an mun lata privatum alla koyring og annars avtaka óneyðugar tænastur hjá stovninum • Avtøka av óneyðugum almennum tænastum Vinna - framleiðsla • Skapa avbjóðandi ar- beiðspláss soleiðis, at vit ikki fáa eina sonevnda "heilaflíggjan" til okkara granna-lond • Nýggjar og betri verk- setaraskipanir • Fígging - kapitalur til nýskapan og íløgur • Skatta- og avgjaldsskip- anir - gerast einfaldari • Professionellar og in- novativar leiðslur • Útlendskir professionell- ir íleggjarar - beina burt- ur forðingar • Endurskoða alla vinnu- lóggávu Nýskapan - innovatión • Nýggjur vinnubygnaður - størri og sterkari fyritøk- ur og samstarv í vinnuni • Útbúgvingarpolitikkur - veruligi tørvurin hjá vinnuni á útbúgvingum • Fígging og kapitalur Útflutningur • Menning av útflutnings- vinnuni • Savna og flyta stuðuls- játtanir av ymiskum slag til skipanir, sum kunnu menna útflutningsvinn- una • Altjóða samstarv og vinnulig luttøka í menni- ngarprojektum • Fyrireiking til oljuvinnu Búskapur • Endurskoða alla stuðuls- lóggávu og lóggávu ann- ars • Langtíðar rakstrar- og íløguætlan fyri land og kommunur Politikarar brúka ofta vend- ingar sum, at vit muga ikki gera ov knappligar broyt- ingar. Til hetta er at siga, at oftast merkir hetta í Føroy- um ongar broytingar ella sum ein segði: " in the long run we are all dead" ella hava onnur yvirhálað okk- um, soleiðis at vit ikki eru við longur. Tað eigur í einum lítlum landi sum Føroyar at verða nógv lættari at umgera skilagóðar tankar til orð og síðan til munagóðar handl- ingar. Vit uppliva eina alt størri globalisering við opnum landamørkum, fríum mark- naðum, nógvari informa- tión, og at nógvar og skjótar avgerðir verða tiknar. Hetta merkir m.a., at almennar skipanir ella góð forrætn- ingskonsept hava styttri livitíð og tí geva nyttu og pening av sær í nógv styttri tíð enn vit vanliga kenna til. Hetta er tí, at ein fyritøka í td. Kina, USA ella Týsk- landi leypandi og knappliga kann selja ein vøru ella tænastu, sum er betri og bí- ligari enn ein føroysk. Tað er neyðugt, at polit- isk leiðsla verður broytt samsvarandi broyttu for- treytunum og krøvunum í samfelagnum, vinnuni og altjóða høpi. Hetta merkir, at tað er ikki nógv mikið hjá føroyskum politikarum at arbeiða við dagligum rakstri og regulstýring. Tað verður alneyðugt, at polit- iska leiðslan arbeiðir við broytingum og greiðum málum um tillaging (re- organiseringar) og menning (nýggjar skipanir og loysn- ir). Føroyar hava sum fleiri onnur lond havt ein stóran vøkstur bæði í vælferð og væl-standi seinastu 30 árini, m.a. orsaka av okkara fiskiríkidømi, donsku ríkis-veitingini og stóru tekno-logisku menningini í londunum rundanum okkum. Tað er kortini nógv, sum bendir á, at henda menning ikki heldur áfram uttan víðari - antin tí, at náttúru-ríkidømi minkar ella er ov óstabilt, ríkisveitingin er ætlað at minka, ov fáar nýggjar útflutningsvinnur verða settar á stovn, vit megna ikki altjóða kappingina, komandi ættarlið av før-oyingum fara at velja sær avbjóðandi og lønandi arbeiðir í útlandinum ella tí vit eru ov langt burtur frá, har menning fer fram. Politiska skipanin hevur í hesum sambandi nógvar uppgávur at loysa. Landsins búskapur má til eina og hvørja tíð tillagast vinnumøguleikunum í samfelagnum. Harafturat noyðist tað almenna frá grundini av, at endurskoða gamlar og strivnar skipanir, sum lítið og onki endamál hava og sum eru við til at fastlæsa ójavnar og ineffektivitet. Vit muga ansa eftir, at tað almenna við sínum politisku og ofta órationellu handlingum, setur allar sunnar kreftir út av spæl og vit fáa eitt búskaparliga avskepla samfelag. Neyðugt verður at endur- skoða politisku kósina fyri Føroyar. Frá borgara til brúkara – tørvur á nýggjum politiskum leiðsluhátti 2. partur C M Y K 21 20