mikudagur 20. oktober 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 200 - 20. oktober 2004
Nr. 200 - 20. oktober 2004
23
TINGHELLUKLUMMAN
Finnbogi Ísakson
Tað er ikki orðið, so nógv
tann føroyski fjølmiðla-
heimurin er vaksin í vavi
tey seinastu 30 árini. Fyri ta
tíð høvdu vit eitt útvarp,
sum sendi nakrar fáar tímar
um dagin, og fleiri bløð enn
nú, men við lítlum síðutali
og lítið fjølbroyttum inni-
haldi. Sjónvarp var einki,
heldur ikki útlendskt.
Í dag hava vit eitt útvarp,
sum sendir einar 16 tímar
um dagin, stundum meir.
Ein stórur partur tónleikur
og sendingar av tí lættara
slagnum, men - útvarp
hóast alt.
Haraftrat hava vit eitt
sjónvarp, sum sendir hvørt
kvøld,
stundum
eisini
seinnapartin og um morg-
unin. Meginparturin av
sendingunum er útlendskur,
men eisini nakað og í løtuni
ikki sørt av føroyskt fram-
leiddum tilfari.
Síðani eru tað bløðini.
Færri í tali enn fyrr, men
tey stóru við einum síðutali
hvørt sær, sum er fleirfald-
að tað samlaða síðutalið á
øllum bløðunum fyri góð-
um 30 árum síðani. Tá var
tað vanliga síðutalið 4,
stundum 8. Til sammeting-
ar kann nevnast, at seinast
leygardag hevði Sosialurin
56 síður. Nógv pappír at
blaða ígjøgnum, eisini á
Dimmalætting.
Um innihaldið er tíverri
at siga, at vit í mongum
førum fáa tað sama at vita
allastaðni. Útvarpið hevur
møguleika at koma fyrst
við tíðindum, tí tann fjøl-
miðilin hevur lættast við at
koma út til fólk. Tað, sum
Útvarpið hevur sagt á mid-
degi, hevur Sjónvarpið so
fotograferað um kvøldið.
Og so koma bløðini, um
kvøldið í Havn og Klaks-
vík, morgunin eftir aðra-
staðni, í mongum førum
við teimum somu tíðindun-
um. Vita bløðini eina góða
søgu, hevur Útvarpið lisið
hana fyri okkum, áðrenn vit
sjálv fáa ella náa at kaga í
bløðini.
Tað er tó so, at allir miðl-
arnir hava eisini annað til-
far enn tíðindi, og tá er ikki
alt tað sama allastaðni, men
nakað. Bløðini hava hvønn
leygardag nógv lesitilfar í
Vikuskiftinum í Sosialinum
og Skáanum í Dimmalætt-
ing. Tað er fyri ein stóran
part søguligt og siðsøguligt
tilfar, sam-røður og ferða-
frásagnir. Ivaleyst eru tey
mong, sum lesa alt hetta,
hóast tørvurin á at stytta
sær stundir á henda hátt er
vorðin minni, nú Útvarpið
sendir alla tíðina, og nógvar
sjónvarpsrásir eru at kaga í
umframt okkara egna Sjón-
varp.
Fregnir løgdu seg mest
eftir at hava viðmerkingar
og mentanarligt tilfar. So-
sialurin hevur nú víðkað
sína Tinghellu við viðmerk-
ingum og analysum og
ætlar ivaleyst at yvirtaka
nakað av tí tyngra slagnum
av tilfari, sum Fregnir
hevði. Tað er gott.
Eg eftirlýsi tó bókaum-
mælum í øllum fjølmiðlun-
um. Tað er ikki nakað nýtt,
at flestu bøkur, sum koma
út á føroyskum, verða als
ikki ummæltar. Í frægasta
føri verður tað tíðindatilfar,
sum forløgini senda fjøl-
miðlunum, endurgivið fult
út ella partvíst. Somuleiðis
verður greitt frá, hvat verð-
ur sagt á tíðindafundum,
sum summir útgevarar fyri-
reika. Um-mæli, har onkur
ger eina meting av inni-
haldinum, er sjáldsamur
lesnaður. Og tað er spell. Í
mongum førum koma bøk-
ur út, tí onkur hevur hug at
skriva og fáa tað út í bók.
Peningaligur vinningur er
ongin, í flestu førum undir-
skot. Tað er vist bara av
idealismu, at fleiri privat
forløg finnast í hesum
landinum. Tey hava givið
hópin av bókum út. Og
bøkurnar fáa ikki so frægt
sum eitt ummæli.
Verður so okkurt um-
mælt, er meginparturin
referat av innihaldinum.
Sjálv metingin av inni-
haldinum er lítil, kanska er
hon als ikki har. Mær hevði
dámað betur styttri og
ruddiligari ummæli. Tað er
ikki neyðugt altíð at leggja
seg meira eftir nøgd enn
dygd. Væl veit eg, at í okk-
ara lítla samfelag kann tað
vera møtimikið at finnast
ov nógv at tí, sum verður
givið út. Og eg haldi eisini,
at er einki gott at siga um
eina bók, er frægast at tiga
og lata blekkhúsið fáa frið.
Men í flestu førum man tó
meira gott enn ringt vera at
siga. Og nøkrum atfinning-
um má ein og hvør, sum
dittar sær til at skriva, finna
seg í.
Tað tykist, sum er tað
hugaligari at ummæla (út-
lendskar) filmar og sjón-
leikir enn bøkur. Høgni
Djurhuus er ein ummælari,
sum dugir og torir at siga
sína meining, hóast kanska
heldur
atfinningarsamur
viðhvørt. Eisini var tað
áhugavert hetta kvøldið at
hoyra Brynhild Thomsen
við sínum bombastiska
orðalag siga sína hugsan
um filmin Fahrenheit 9/11.
Fyri tann skyld kundu
bøkur eisini verið meira
ummæltar, tí mentanin hev-
ur í seinastuni fingið
rúmari ræsur í fjølmiðlun-
um. Sjónvarpið hevur send-
ingina MT (hví í Guds
garði kann hon ikki eita
Mentanartíðindi?! Hvat er
MT fyri nakað?). Útvarpið,
sum plagar at gera eitt hirs
við bókaummælum upp-
undir jól, hevur nú sending-
ina Kultura, sum er áhuga-
verd og kann gerast ein
rættiligur pallur fyri um-
mælum. Í hesi sending-ini
mánakvøldið var bæði um-
mæli av einum sjónleiki og
einari bók. Tað seinna um-
mæli haldi eg kemur undir
tað, sum eg nevndi fremri í
greinini um, at kanska
skula ikki allar bøkur verða
ummæltar - ikki tær, sum
bara ringt er at siga um.
Bløðini hava ongan fast-
an teig við ummælum, og
tað er spell.
Í dag man neyvan bera
til hjá fjølmiðlunum at
skáka sær undan við at
siga, at tað er so tunnligt
við fólki, sum er ført fyri og
fæst at ummæla. Allir fjøl-
miðlar gjalda í dag fyri um-
biðið tilfar, og fáa ummæl-
ararnir líkinda samsýning,
munna teir neyvan siga nei.
Og fólk við førleika trýt-
ur ikki. Her koma orðabøk-
ur út, óummæltar, hóast tað
yður við málfrøðingum.
Her koma søguligar bøkur
út (Kvíkvíkar Søga, Havnar
Søga og fleiri), óummæltar,
hóast tað yður við søgu-
frøðingum. Her koma stutt-
søgusøvn, yrkingasøvn og
skaldsøgur út, óummælt,
hóast tað yður við bók-
mentafrøðingum. Haraftrat
koma leikfólk, sum eisini
duga at ummæla.
Her er bara at gera eitt
arbeiði, sum kann ríka okk-
um hyggjarar, lurtarar og
lesarar og stimbra tey, sum
leggja nakað úr hondum.
Brettið upp um armar,
fjølmiðlafólk!
Lýst verður eftir ummælum
i
C
M
Y
K
23
22