mikudagur 20. oktober 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 200 - 20. oktober 2004
Nr. 200 - 20. oktober 2004
25
vitus bering
pdf
102% i bredde
Sjálvsognar-
stovnurin ALV
Søkt verður eftir fyribilssettum
skúlaleiðara til ALV-skúlan við Áir
(Starvið er tíðaravmarkað til 1. aug. 2005)
Arbeiðsuppgávurnar hjá skúlaleiðaranum:
• At vera við til at endurskoða og skipa virksemið
á skúlanum, samsvarandi viðtøkunum fyri
stovnin.
• At hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni og virk-
seminum á skúlanum.
• At undirvísa 8 tímar um vikuna.
Í dag fevnir frálæran á skúlanum um 9. fl. fólka-
skúlans og ein FHS- flokk.
Førleikakrøv:
• Læraraútbúgving.
• Góð leiðslu- og samstarvsevnir.
• Áhuga at arbeiða teimum arbeiðstarnaðu at
frama.
• Førleika at útføra og menna ásett arbeiði.
Vit bjóða:
• Avbjóðandi uppbyggingararbeiði, har góðir
møguleikar eru fyri ávirkan.
• Tætt samstarv við ALV-stýrið.
• Fjøltáttað og sjálvstøðugt arbeiði.
• Skeiðmøguleikar.
Løn og setanartreytir:
• Starvið verður at seta skjótast tilber.
• Starvið hevur tilvísing til stýrið.
• Starvið er flokkað í lønarflokki 32.1/32.2, sam-
bært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og
Fíggjarmálastýrið.
Áhugað kunna venda sær til Doris Hansen á tlf.
265266 ella Bartal Kass á tlf. 221310 fyri at fáa
fleiri upplýsningar.
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í sein-
asta lagi 27. oktober 2004 kl. 12.00.
Umsókn saman við prógvið, royndarváttan v.m.
skal sendast til:
Sjálvsognarstovnin ALV
Boks 301
110 Tórshavn
brævbjálvin skal merkjast: "umsókn skúla-
leiðari"
________________________________________
Endamálið við skúlanum er:
c) at skipa fyri endurbúgving og umskúling, so
vinnutarnað aftur kunna fara til arbeiðis,
d) at skipa fyri fakligari útbúgving handaliga ella
bókliga av arbeiðstarnaðum.
(Hetta er partur av endamálsorðing fyri ALV)
Okkum tørvar ein
arbeiðsmann
til fyrifallandi arbeiði í bakaríinum,
á goymsluni og útkoyring.
Hevur hetta tín
áhuga so ring ella skriva til:
P/F Frants Restorff
Tórsgøta 13
Postsmoga 41
100 Tórshavn
Tlf.: 31 10 60
www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
25
24
- Veitslurnar fyri støk
er ein møguleiki til
tey støku at fara út til
ein góðan bita og at
hugna sær. Tað er ikki
altíð eins hugaligt at
fara út aleinaður, og
tískil kann ein tílík
veitsla vera eitt gott
høvi til at sleppa út
og hugna sær, sigur
ein av fyrireikarunum
Dagbjørg Hjaltalin
VEITSLA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Fyri triðju ferð verður
skipað fyri veitslu fyri støk-
um. Hon verður 30. okt. við
borðhaldi og dansi. Tað eru
Dagbjørg
Hjaltalin
og
Ólavur Groth, sum skipa
fyri veitsluni.
Dagbjørg greiðir frá, at
hon fekk hugskotið, tá hon
var til eina tílíka veitlsu í
Danmark fyri nøkrum árum
síðani. Síðani spældi hon
við tankan í eina tíð, inntil
hon fann ein at skipa fyri tí
saman við, sum hevði haft
somu tankar.
– Endamálið er simpul-
ten at geva teimum, ið sita
einsamøll eitt høvi til at
fara út at skemta og hugna
sær, sigur hon.
Hon greiðir frá, at ein
dama, sum hevði verið til
veitsluna hjá teimum segði,
at hon varð vorðin einkja
fyri nógvum árum síðani
og hevði ikki verið úti
síðani tá Men hon lat so
væl at veitsluni og segði, at
hon hevði farið aftur, um
tað so var dagin eftir.
– Tá ein er stakur, er ein
ikki so ofta úti og etur ein
góðan bita, tí hava vit gjørt
av, at tey skulu fáa ein
góðan bita til veitsluna við
trimum rættum og síðani
dans aftaná. Hetta kvøldið
verður tað X-Rays ið spæl-
ir. Men samstundis fáa tey
eisini høvi til at sita og
práta við borðið og læra
hvønn annan at kenna,
greiðir Dagbjørg frá.
Veitslan fyri støk verður
tann 30. oktober, og freistin
at tekna seg er úti tann 21.
oktober.
Hesin sangurin varð yrktur til ta einu veitsluna
Lag: det var en lørdag aften..
Tað var eitt leygarkvøldið, á sofuni eg sat
eg mentan vildi hava, servera á eitt fat.
Eg misti bæði nøs og munn, tá Eir hon taldi mær
at vit sum eru støk, ein part av mentanini var.
Ja nú vit skulu samlast, nú kan tað vera nokk
nú slutt at sita heima og keða seg sum pjokk.
Og ganga hvør í sínum lag og ikki tíma út
nógv hugnaligari tað er, um fleiri binda knút.
Vit eru ongin hóttan, tí samla eru vit
Øll undir einum taki, og eru ei sum tit.
Og eru pipar ditt og datt og føla okkum best
Tá líkasinnaðum vit eru saman við sum flest.
Tað vil nú altíð vera , so einsamalt og trist
at fara út at svinga, sum 3. hjul jú vist
Og um tú út at eta skalt, er borðið alt ov stórt
ja hvørja fer tú angrar, at tú út at eta fórt.
Ja best man tað tí vera, at heimahugna sær
sjálvt um tú ofta manglar, eitt annað deiligt lær.
Ein hond, eitt lær, ein muss, eitt klemm er altíð gott at fá
tað veist tú best, sum altíð heima sita eina má.
Her sita ymsar lagnur við borðið her í kvøld
og er tað ikki herligt - tí hetta er ein fjøld.
Sum hevur eittans endamál, at hugna sær sum best
sum støk vit duga líka væl, sum pør tey duga flest.
Tað eru bæði vansar og fyrimunir við
hjá okkum støku kroppum, sum sita lið um lið.
Vit hava ongan partnara at taka hensyn til
men hyggja, dansa, svinga líka nógv sum ein nú vil.
Vit skulu ikki hugsa um skeld og sjalusi
um hondin nemur rumpu, á tí tú dansar við.
Ei heldur um tú klappar einum lærið alt ov eymt
hvat hava vit, sum støk tað ikki herligt og so nemt.
Jú tað er gamansleikur, at sita her sum støk
og um vit flirta fjanta, ei skírd at vera svøk.
Tí øll í sama báti eru, sum nú sita her
og lat so hini skræða seg, tað okkum sama ger
Nú fara vit at hugna, ja hugna okkum øll
vit eru fleiri komin um dalar og um fjøll.
At halda okkum her á gleim, við álvara og skemt
sum kvøldið gongur, verður tað so stuttligt og so nemt.
EMD.2004
Kvøðan til tey støku
Eitt høvi til hugna