Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. august 2017 · Nr. 100 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Teir báðir menninir, sum eru ákærdir fyri at hava sett eld á AA-húsini á Tinghúsvegnum 20. juli í fjør minnast lítið frá kvøldinum. Teir nokta seg kortini sekar og minnast einki til, at teir skulu hava verið á Tinghúsvegnum hetta kvøldið. Rættarfundurin skuldi byrjað klokkan níggju mána­morgunin, men tá møtti bara annar av teimum ákærdu. Løgreglan hevði ann­ars leitað eftir honum síðani í sunnukvøldið, men hann var ongastaðni at finna. Seinni fyrrapartin mána­dagin eydnaðist tað tó at fáa fatur á manninum, so rættar­fundurin bleiv settur klokkan 13. Teir báðir menninir, 27 og 30 ára gamlir, eru ákærdir fyri í felag at hava brotið inn í AA-húsini á Tinghúsvegnum og at hava sett eld á tey í tveimum støðum. Skaðin á húsini verður mettur at verða verdur 1,7 milliónir krónur. Í gjár blivu tvey vitni av­hoyrd um eldsbrunan, með­an átta onnur skulu av­ hoyrast í dag. Løgreglan vil vera við, at menninir høvdu verið í Mimir fyrr hetta kvøldið, har tað kom til ilnar millum teir báðar. Annar breyt ein flatskerm og tí vórðu báðir tveittir út. Teir greiddu frá, at teir haðani fóru yvir í Villums­ gøtu, har ein felags vinmaður teirra býr. Síðani er ógreitt, hvat er hent. Menninir greiddu hvør í sínum lagi frá, at teir vóru verandi hjá vin­ manninum eina góða løtu. Annar meinti seg minnast, at teir eisini blivu tveittir út haðani fyri at gera ófrið. Teir fóru síðani yvir til ein triðja vinmann, sum búði í hinum endanum av Villumsgøtu, men har var læst. Teir fóru tí aftur í íbúð­ina hjá øðrum teirra, í Villums­gøtu, har teir svóvu, tá løgreglan handtók teir morg­unin eftir. Eitt vitni greiddi tó í rættinum frá, at hon hevði møtt teimum báðum ákærdu. Hon var á veg í Mimir, tá hon møtti teimum báðum beint við niðurløgdu kioskina við Sjónleikarahúsið í Havn. Hon meinti heilt víst, at teir tá vóru á veg tvørtur um Niels Finsens gøtu, yvir móti Sjónleikarahúsinum og, longur yviri, AA-húsinum. Menninir báðir vildu vera við, at teir ongantíð vóru farnir yvir um vegin, men einans gingu runt, tí Villumsgøta gongur nærm­ ast í ein runding. Eitt granni á Tinghús­veg­ num greiddi frá, at hann helt seg hoyra ein rút brotnað og hugsaði beinanvegin, at kanska var eitt innbrot í gongd í AA-húsunum. Hann hugdi yvir, men sá kortini eingi tekin til, at nakar var har inni, ei heldur sá hann nakran brotnan rút. Lítla løtu seinni kemur systir hans­ara tó heim og biður hann ringja 112, tí at eldur er í grann­ahúsinum. Systirin greiddi frá, at hon var júst komin heim tá. Hon hevði vitjað eina vinkonu niðri í miðbýnum og á veg niðan til beiggjan, komin til Sjónleikarahúsið, møtti hon tveimum monnum, sum komu rennandi frá und­ir Pisuvarða. Hon helt, at tað sá út, sum teir høvdu gjørt okkurt, sum teir komu renn­ andi, men brádliga steðgaðu á og lótu sum einki. Løgreglan avhoyrdi hana eisini og seinni møtti hon á løgreglustøðini. Har vísti løgreglan henni myndir av nøkrum monnum, og hon peikaði á ein av teimum, sum hon við vissu metti vera annar maðurin. ÚR RÆTTINUM Danjal av Rana Føroya rættur viðgjørdi í gjár harð­skaps­málið, sum ein 27 ára gamal maður er ákærdur fyri at hava framt í vest­ur­ býnum í Havn í mai í ár. Hetta er sami maður, sum er ákærdur fyri at hava sett eld á AA-húsið á Tinghúsvegnum í Havn í fjør summar. 27 ára gamli maðurin er ákærdur fyri fyrst at hava ripað ein stein í høvdið á einum manni, sum svímaði av løstinum og síðani at hava bæði skal­lað hann og sligið hann, meðan hann var utt­an vit. Síðani skal hann hava sligið damuna hjá manninum uttan vit við flatari hond, áðrenn hann at enda sló eitt vitni til hendingarnar og hótti viðkomandi við at senda fólk eftir honum, um hann boðsendi løgregluni. Í gjár var 27 ára gamli maðurin avhoyrdur um málið, men hann mintist millum lítið og einki. Hann mintist, at hann hevði verið í einum balli í Vesturbýnum og at hann og órættaði høvdu steinað hvønn annan við smáskervi, men bara í spølni, segði hann. Hann noktar fyri at hava steinað hin í høvdið og fyri at hava framt harð­ skap móti nøkrum ella hótt nakran. Í gjár hoyrdi so Føroya rætt­ur frágreið­ingarnar frá vitnunum. Órættaði maðurin, kvinn­an, sum varð sligin, grann­in, sum varð hóttur og ein annar granni hava øll verið í rættinum og sagt sína søgu. Felags fyri tey øll er tó, at tey ikki kennast við støðuna, so sum ákæruvaldið greiðir frá henni. Maðurin, sum skal hava verið steinaður minn­ist einki til hend­ing­ ina. Hann veit, at hann hevur fingið ein løst, men sigur seg einki minnast til, at teir hava skeldast ella at áfast hevur ver­ið millum teir. Hann minn­ ist heldur einki til, at teir hava steinað hvønn annan. Hann sigur, at tey vóru í einum balli og tað næsta hann minnist, er at hann vaknar á sjúkrahúsinum. Hann gongur út frá, at hann er dottin og hevur sligið høvdið í. – Eg eri heilt vísur í, at ákærdi ikki hevur stein­að meg, segði hann í rætt­in­ um. Kvinnan, sum heldur saman við órættaða, men er eks-daman hjá ákærda, minnist heldur einki til hvørki steining ella sløg. Hon greiðir frá, at ákærdi og órættaði fóru at skeldast, men at tey tá valdu at fara. Komin út um, varnaðist hon tó, at órættaði svímaði, tó uttan at hon veit hví. Hon helt, at tað kanska var, tí hann hevði sligið høvdið fyrr um kvøldið, tá hann dansaði. – Kanska var hann sligin, men tað má hava verið eitt hart slag, tí hann bløddi frá høvdinum, segði hon við dómaran. Vitnini stuðlaðu heldur ikki ákæruvaldinum stór­ vegis. Tann, ið skal vera sligin og hóttur, segði seg ikki hava tikið hóttanina fyri fult og meinti ikki, at talan var um eitt veruligt slag. – Hann segði alla tíðina við meg, at hann ikki fór at gera mær nakað. Eg haldi, at sokallaða slagið heldur var eitt vinarligt klapp á kjálkan, greiddi hann frá. Ákæruvaldið vísti tó øllum vitnunum á, at tey hava broytt teirra frágreiðing nakað í mun til tá løgreglan avhoyrdi tey eftir hendingina. Frá­ greiðingarnar frá av­hoyr­ unum vóru tó ikki undir­ skrivaðar av vitnunum, og onkur teirra vildu vera við, at løgreglan hevði lagt teimum orðini um stein­ arnar í munnin. Rættarmálið helt fram seinnapartin, men vænt­ andi fellur dómur ikki fyrr enn í næstu viku. Eingin sigur seg hava sæð nakað til, at ákærdi hevur steinað vinmannin, ei heldur at hann hevur sligið hann, vinkonuna ella vitni Vitnini stuðla ákærda VITNI EYÐMERKTU ANNAN MANNIN Menninir minnast einki til eldsbrunan, men eitt vitni sigur seg hava sæð teir koma rennandi frá staðnum, har eldur var í