Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 30. august 2017 · Nr. 100 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirargarður 2 FO-100 Tórshavn Tlf: +298 30 40 50 Fax: +298 30 40 25 himr@himr.fo www.himr.fo HEILSU- OG INNLENDIS- MÁLARÁÐIÐ Starvið sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum verður hervið lýst leyst til setan skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1. januar 2018. Sjúkrahússtjórin á Landssjúkrahúsinum verður eisini forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið. Sjúkrahússtjóri til Landssjúkrahúsið og forstjóri til Sjúkrahúsverkið Fyri at tryggja, at samlaða sjúkrahúsverkið kann virka sum ein vælvirkandi og virkislig eind, hevur lands stýris- kvinnan í heilsu- og innlendismálum tikið avgerð um at seta eitt felags leiðslutoymi fyri alt sjúkrahús verkið, har sjúkrahússtjórin fyri Lands sjúkra húsið verður forstjóri. Bygnaðurin framyvir verður sostatt eitt leiðslutoymi við einum ovasta leiðara, sum verður forstjóri fyri alt sjúkra húsverkið, og tveimum stjórum, sum, umframt at hava dagligu lokalu leiðsluna um hendi, eisini vera stjórar fyri samlaða sjúkrahús verkið. Stjóratoymið ger sína millum greitt ábyrgdar býti. Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini um framt Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Lands sjúkra húsið hevur áleið 140 sengur innan somatiska og psykiatriska økið, og samanlagt áleið 870 starvs fólk. Landssjúkra- húsið samstarvar við fleiri sjúkrahús uttanlands, og arbeiða konsulentar innan ymiskar sergreinar regluliga á sjúkrahúsinum. Klaks víkar Sjúkrahús hevur áleið 32 sengur innan somatiska økið og samanlagt áleið 120 fólk. Umframt føstu læknarnar starvast fleiri serlæknar reglu liga á sjúkrahúsinum. Suðuroyar Sjúkrahús hevur 26 seingja pláss innan somatiska økið og samanlagt hava áleið 110 starvsfólk sítt dagliga yrki á sjúkrahúsinum. Upplýsingar um sjúkrahúsini síggjast á teirra heima síð- um – www.ls.fo, www.ks.fo og www.ssh.fo. Høvuðsuppgávur sjúkrahússtjórans eru m.a. • at hava ábyrgd fyri ráðlegging, raðfesting, ígongd seting og samskipan av arbeiðsuppgávunum á Lands sjúkra- húsinum, • at hava ábyrgd av støðugari menning á Landssjúkra- húsinum, soleiðis at sjúkrahúsið støðugt tillagar seg tørvinum hjá sjúklingunum og broytingunum í treyt - unum hjá sjúkrahúsinum, • at tryggja munagóðan rakstur og tilfeingisnýtslu innan galdandi fíggjarkarmar, • at hava ábyrgd fyri at hagtøl yvir virksemið á Lands - sjúkrahúsinum verða fingin til vega, • at hava ábyrgd fyri, at sett verða mál fyri Landssjúkra- húsið innan kanningar-, viðgerðar- og røktarøkini, umframt fíggjar- og starvsfólkaligu økini í trá við tey mál og stevnumið, sum verða ásett av Heilsu- og inn - lendismálaráðnum, Høvuðsuppgávur forstjórans eru m.a. • at optimera samlaða virksemið í sjúkrahúsverkinum, sum m.a. fer at merkja, at virksemið økist og verður meira støðugt í øllum sjúkrahúsverkinum, • at tryggja samstarv við onnur sjúkrahús, primeru heilsutænastuna, útbúgvingarstovnar og aðrar almennar stovnar í mun til heilsuøkið, • at tryggja, at tilfeingið (fíggjarliga tilfeingið, starvsfólk, hølir og útbúnaður) verður gagnnýtt so rationelt sum gjørligt, • í samráð við Heilsu- og innlendismálaráðið at skipa eitt greitt uppgávubýti, sum bæði fakliga og rakstrar - l iga er skynsamt, • at tryggja eina miðvísa menningartilgongd og góðsku trygging fyri alt sjúkrahúsverkið, • at tryggja eina miðvísa rekrutteringstilgongd av heilsu starvsfólkum til alt sjúkrahúsverkið, • at hava ábyrgd av at menna strategisk samstørv við sjúkrahús uttanlands í mun til serviðgerð uttanlands. Ábyrgdir og heimildir forstjórans eru m.a. • at hava evstu ábyrgd mótvegis Heilsu- og innlendis- málaráðnum viðvíkjandi fyrisitingar-, fíggjar- og starvs fólkamálum, • at hava yvirskipaðu umsitingarligu leiðsluna av sjúkra- húsverkinum og at vera sambindingarlið millum Heilsu- og innlendismálaráðið og sjúkrahúsverkið, • at hava rætt og skyldu at taka stig á øllum økjum í sjúkrahúsverkinum, • at hava endaligu ábyrgdina av rakstrinum av sjúkra- húsverkinum mótvegis Heilsu- og innlendismálaráð- num, • at hava ábyrgdina av, hvussu sjúkrahúsverkið verður skipað innanhýsis, og at hetta verður gjørt í samráði við Heilsu- og innlendismálaráðið. Ynskiligir førleikar til umsøkjarar • viðkomandi útbúgving og hollar leiðsluroyndir, • innlit í virksemi og stýring á heilsuøkinum, • innlit í fíggjarstýring og heilsubúskap, • vitan um tær treytir, sum galda í politiskari fyrisiting, • hava góða heildarfatan og mennandi leiðsluhátt, • góð leiðslu- og samstarvsevni, • góðar samskiftis- og semjuførleikar, • evni at seta í verk fyriskipanir, • duga at virka í almennum og politiskum umhvørvi. Lønar- og setanartreytir Starvið sum sjúkrahússtjóri fyri Landssjúkrahúsið og forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið verður lønt sambært 39. lønarflokki hjá tænastumonnum umframt eina tíðar- avmarkaða mánaðarliga ikki eftirlønargevandi ábyrgdarviðbót. Eftirlønargjaldið er 15%. Møguleiki er eisini fyri tíðaravmarkaðari setan við áramálsviðbót. Setanarøkið er Heilsu- og innlendismálaráðið og stovnar undir tí. Forstjórin fyri Sjúkrahúsverkið vísir til aðal- stjóran í Heilsu- og innlendismálaráðnum. Meira at vita Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Turid Arge, aðalstjóra, á tlf. 304050/734048. Umsóknir Umsóknir við C.V. og avritum av neyðugum skjølum skulu sendast til: Heilsu- og innlendismálaráðið Eirargarður 2 100 Tórshavn Umsóknarfreistin er 18. september 2017. STARVSLÝSING Landssjúkrahúsið Klaksvíkar Sjúkrahús Suðuroyar Sjúkrahús