týsdagur 29. august 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. august 2017 · Nr. 100
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Hetta er ein trupulleiki, vit
noyðast at taka upp.
– Tað sigur Sirið Stenberg,
landsstýriskvinna
í
umhvørvismálum.
Nú ein dagin skifti Løg
tingið orð um plast og um
dálking av plasti. Tað var
Kristianna Winther Poul
sen, tingkvinna fyri Javn
aðarflokkin
sum
reisti
spurningin, tí hon vildi hava
at vita, hvørjar ætlanir sam
gongan hevur á økinum.
Hon staðfestur, at dálking
við plasti er ein stórur um
hvørvistrupulleiki,
tí
ein
plastposi, sum verður tveitt
ur burtur, hevur 500 ár um
at verða upploystur og fella
aftur í náttúruna.
– Tað er syrgiligt at síggja,
hvussu illa havið er dálkað,
tí nógv av tí plasti, vit tveita
frá okkum, okkum, endar
maganum í sjófugli, í fiski og
í súgdjórum, sigur Kristianna
Winther Poulsen
Hon vísti eisini á, at í 2020
verður tað bannað at brúka
einnýtis tallerkar og annan
borðbúna úr plasti.
– Spurningurin er um tað
er ein gongd leið, heldur hon.
Ein annar spurningur er
um vit skulu lagt eitt stórt
avgjald á plastposar fyri at
tálma nýtsluni.
Jenis av Rana sigur, at
eitt er tað plasti, sum liggur
og rekist í náttúruni. Men
hann staðfestir, at tað er so
nógv hættisligari við øllum
tí plasti, vit ikki síggja. Her
sipar hann til mikroplast
sum er í rættiliga nógvum
vørum, eisini í klæðum,
húðkremi, køkslappum og
nógvum øðrum, púra vanlig
um gerandisvørum.
Hann heldur, at tað er
neyðugt at fara heilt inn í
barnagarðar og barnaskúlar
at læra børnini um vandan
við plastdálking, tí halda
vit fram sum nú, verður líka
nógv plast á heimshøvunum,
sum tað er fiskur longu í
2050.
Serliga stóran
týdning fyri Føroyar
Bjørt Samuelsen, tingkvinna
fyri Tjóðveldi, heldur, at
skulu vit tálma nýtsluna
av plasti, kann tað almenn
ganga undan sum ein góð
fyrimynd og áleggja almenn
um stovnum at avmarka
nýtsluna av plasti, tí tað
kann gerast rættiliga skjótt.
Og floksfelagi hennara,
Óluva Klettskarð, helt, at
vit kanska eiga at gera ein
tjóðarsemju um nýtsluna av
plasti.
Eisini Kaj Leo Holm Jo
hannesen, tingmaður fyri
Sambandsflokkin
heldur,
at hvør einstakur av okk
um eigur at byrja fyri sær
sjálvum ov avmarka nýtsl
una av plasti heima hjá okk
um sjálvum. Tað er óneyðugt
at taka nýggjar plastposar,
hvørja ferð, vit fara til hand
ils, heldur hann.
Men hann heldur, at nett
upp fyri føroyingar eigur
tað at hava ein heilt serliga
áhugað at dálkingin við
plasti verður avmarkað, tí
vit liva av tí, vit vinna úr hav
inum og útflyta.
– Tí skulu vit hava eitt
etiskt støði á hesum øki, tí
plast er ein stór hóttan ímóti
okkara náttúruríkidømi, sum
vit liva av. Og tí skulu vit
tálma dálkingini av plasti -
og brúka tað miðvíst, tá ið vit
marknaðarføra okkara fiska
vørur í útheiminum heldur
Kaj Leo Holm Johannesen.
Heðin Mortensen, ting
limur fyri Javnaðarflokkin
helt, at vit eiga at leggja
avgjald á plastposar. Men tað
skal ikki vera handilsvinnan,
sum fær ágóðan av hesum
avgjaldi, tí tað skal markast
til upprudding og til at at
taka plast úr náttúruni
Noyðast at gera okkurt
Sirið Stenberg staðfestur,
at hetta er ein trupulleiki,
vit mugu taka í nógv størri
álvara
– Vit sleppa ikki undan at
taka spurningin upp og at
seta tiltøk í verk fyri at tálma
nýtsluni av plasti, sigur hon.
– Framyvir skal størri
politiskur dentur leggjar á
umhvørvismál, sigur hon
Men hon heldur, at hetta
snýr seg ikki bara um avgjald
og forboð.
– Hetta snýr seg eisini um
tilvitan og hugburð, sigur
hon.
Hon heldur, at í hesum
sambandi noyðast vit eisini
at tosa um okkara brúkara
mentan, tí vit skulu ikki
bara brúka og tveita burtur.
Hinvegin ásannar hon eisini,
at tíðarrákið gongur meiri
og meiri tann vegin, at vørur
verða endurnýttar, so endur
nýtsla vindur alsamt meiri
upp á seg.
– Spurningurin er um
vit skulu leggja dent á upp
lýsing, um vit skulu leggja
avgjald á plast, ella skulu vit
avmarkað nýtsluna við lóg,
heldur hon.
Hon vísir eisini á, at
nevndin, samgongan hevur
sett at gera eina nýggja skatt
askipan, er eisini biðin um at
kanna um tað er ein gongd
leið at leggja umhvørvisav
gjøld á ymiskt.
Sirið Stenberg heldur, at
hetta er eitt stórt og týdn
ingarmikið kjak, sum vit eiga
at taka upp. Og í næstum, tá
ið nýggja náttúruverndar
lógin er avgreidd, verður
trupulleikin við dálki við
plasti, tikin upp, sigur Sirið
Stenberg.
DÁLKING VIÐ PLASTI
HETTA NOYÐAST
VIT AT TAKA Í NÓGV
STØRRI ÁLVARA
Vit noyðast at seta tiltøk í verk fyri at tálma nýtsluni av plasti, heldur
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
PLAST
– Trupulleikin við dálkingini, ið stendst av plasti, skal takast
í størri álvara og hetta verður eitt politiskt mál í næstum,
sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum