Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 30. august 2017 · Nr. 100 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Søkt verður eftir stjóra við royndum innan leiðslu, fígging og við góðum kunnleika til føroyska samfelagið Betri samtakið er ein av størstu fyritøkunum í Føroyum, og virk­ semið fevnir um tryggingar, banka, pensjón og húsamekling, umframt íløguvirksemi. Samtakið hevur djúpar røtur í føroyska samfelagnum, har tað kemur í samband við flest allar føroyingar. Starv og ábyrgd Høvuðsuppgávurnar eru at ráðgeva og fyrireika nevndarfundir, at leiða og samskipa stápseindirnar, hvørs høvuðsuppgávur eru at veita dótturfeløgunum tænastur innan fígging, KT, HR, marknaðarføring, ráðgeving o.l., at samskipa virksemið við dótturfeløgini og at fyrisita íløguvirksemið. Við tilvísing til nevndina í Betri P/F fær stjórin ábyrgdina av dagligu leiðsluni og rakstrinum av Betri P/F. Stjórin skal í tøttum samstarvi við leiðslurnar í Betri Banka, Betri Trygging og Betri Pensjón tryggja, at samtakið setur og støðugt hevur røttu framtíðar kós. Stjórin fær sostatt leiðsluábyrgd av móðurfelagnum og tess framtíðar íløgum. Betri samtakið er í eini menningartilgongd, sum stjórin kemur at mynda og hava høvuðsábyrgd av. Samlaðu ognirnar hjá Betri samtakinum ultimo 2016 vóru 11,5 mia.kr. og eginognin 2,8 mia.kr. Umsøkjarin skal: • hava viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni • hava góðan kunnleika innan fígging og íløgustrategi • hava góðar leiðslueginleikar, herundir góðar strategiskar og analytiskar førleikar • hava gott innlit í føroyskt vinnulív og samfelagsviðurskifti • góðar samskiftisførleikar og kunna samskifta á føroyskum, donskum og enskum Umsókn og freist Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi stjórastarv í einum sterkum og ábyrgdarfullum samtaki við eldhugaðum og tænastusinnaðum starvs fólkum. Eru spurningar um starvið, kann umsøkjarin venda sær til Annbritt Klausen, partnara hjá Amrop, á telefon +45 24831412 ella á abk@ amrop.dk. Umsókn, CV og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast við telduposti til abk@amrop.dk í seinasta lagi fríggjadagin, 22. september 2017. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Betri samtakið er skipað við móðurfelagnum Betri P/F og dótturfeløgunum Betri Trygging, Betri Pensjón, Betri Banka og Betri Heim, sum er dótturfelag hjá Betri Banka. Í Betri samtakinum starvast í løtuni 300 starvsfólk. Dótturfeløgini reka dagliga virksemi innan trygging, pensjón, banka og húsamekling. Móðurfelagið tekur sær í høvuðsheitum av stápsfunktiónunum hjá samtakinum. betri.fo Stjóri til Betri P/F