týsdagur 29. august 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. august 2017 · Nr. 100
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Annika Kunoy Im
Hósdagin var norðurlendska
matvirðislønin
Embla
á
fyrsta sinni latin í Keyp
mannahavn. Sjey virðirslønir
vórðu latnar í sjey ymsikum
bólkum.
Fýra
føroyingar
vóru tilnevndir í fýra ym
iskum bólkum, og teir kapp
aðust
við
luttakarar
úr
Danmark, Svøríki, Noregi,
Finnlandi, Íslandi og Álandi.
Av teimum fýra tilnevndu
vunnu tríggir føroyskir lut
takarar virðislønina. Vinn
ararnir vóru Leif Søren
sen, sum vann í bólkinum
Mathondverkarin,
Heima
blídni
vann
í
bólkinum
Matferðamál og Dímunar
garðurin vann í bólkinum
Rávøruframleiðarin.
Dímunargarður
– Hetta var óvæntað, sig
ur Eva úr Dímun um Embla
virðislønina, sum Dímunar
garður vann hósdagin.
Hon greiðir frá, at teir
fýra luttakarnir úr Føroyum
fóru niður til Danmarkar
mikudagin, og tosaðu tá um,
at tað hevði verið stuttligt,
um bert ein teirra vann,
men hon hevði ikki væntað,
at tríggjir av teimum fýra
føroysku luttakarunum fóru
at vinna.
Vistu ikki, at vit
vóru tilnevnd
Eva úr Dímun, sum saman
við manni sínum Jógvan
Jón er bóndi á Dímunargarði,
greiðir frá, at hon ikki visti
av, at Dímunargarður var til
nevndur Embla virðislønina.
Hetta hava Bóndafelagið,
Inova og Visit Faroe Islands
vitað av.
– Eg havi ikki verið varug
við, at vit vórðu tilnevnd,
men eg fekk boðini fyri á
leið tveimum mánaðum síð
ani, og tað var ein stórur
heiður, tí uppgáva okkara,
sum vit arbeiða dúgliga við
er at framleiða mat. Tá hetta
verður viðurkent á hendan
hátt, so verða vit stolt, sigur
hon.
Eisini var tað gevandi fyri
tey at luttaka, tí føroyski
landbúnaðurin er lítil, og til
tiltakið vóru kokkar, bónda
felagið og umboð frá ferða
vinnuni.
– Eg fekk nógvan íblástur
og kom heim við góðum
hugskotum, sigur hon.
Konseptið var vinnandi
Eva
og
Jógvan
Jón
á
Dímunargarði hava víst á,
hvussu arbeiðast kann fyri
at sleppa undan, at smápláss
verða avtoftað, tí tey hava
búsett seg á Stóru Dímun,
har tey liva av tí, sum oyggin
kastar av sær.
– Tað er stuttligt, at okk
ara konsept skuldi standa
seg so væl. Tað vóru fleiri
flottar, stórar og aldargamlar
fyritøkur í bólki saman við
okkum, men tað vísti seg,
at tað ikki var støddin av
fyritøkuni, sum varð avger
andi, men heldur var tað
konseptið, sum var áhuga
vert. Vit hava eina góða vøru,
men ístaðin fyri at standardi
sera okkum hava vit økt
fjølbroytni og hava nógvar
smáar framleiðslur. Hetta
ger, at vit hava fyrimunir
í góðsku og burðardygd.
Fyri okkum merkir hetta,
at arbeiðstopparnir verða
javnari, og skuldi okkurt
svikið okkurt ár, so eru onn
ur bein at standa á. Eisini er
tað stuttligt og áhugavert at
hava ymiskt virksemi um
framt, at tað er lættari at
draga bæði børn og gomul
upp í arbeiði, greiðir hon frá.
Hon leggur tó dent á,
at
hóast
Dímunargarður
hevur ymiskt virksemi og
framleiðslu, so eru teir 450
áseyðirnir álitið á garðinum
– Vit eru fyrst og fremst
seyðabøndir. Tað hava vit
verið í øldir, og tað fara vit at
verða í framtíðini, staðfestir
hon.
Ynskja politikk á
landbúnaðarøkinum
Spurd um, hvat Dímunar
garður fær burtur úr einum
slíkum heiðri, sum ein Embla
virðislønin er, sigur Eva úr
Dímun, at tað er týðandi,
at arbeiði á garðinum, sum
er so umráðandi fyri tey
verður
virðismett.
Eisini
vónar hon hetta vekir polit
VIT HAVA
SKYLDU AT
FRAMLEIÐA
Hósdagin vann Dímunargarður norðurlendsku
matvirðislønina Embla, og bóndin vónar at
vinningurin setur fokus á landbúnaðin í Føroyum
– Skuldi eg ynskt mær nakað burturúr hesum
vinninginum, so ynski eg, at hetta kjakið um,
hvat og hvar vit skulu satsa innan landbúnaðin í
Føroyum verður sett á breddan, sigur Eva úr Dímun,
sum ynskir ein politikk á landbúnaðarøkinum
MATVIRÐISLØNIN EMBLA
Vit hava fantastiskt náttúru
tilfeingi og hava skyldu til at
framleiða tað, sum vit kunnu. Eg
trúgvi og vóni, at bæði føroyskir
bóndir og politiska skipanin fær
íblástur av hesum herðaklappinum
Dímunargarður
• Eva úr Dímun er festari
• Øll sum búgva í Dímun reka garðin. Tað er Eva og Jógvan
Jón, og børn teirra Døgg og Sproti, og bróðir Evu Janus, kona
hansara Erla og børn teirra Óli Jákup, Andrea og Tórur.
•
Eva er uppvaksin á garðinum, men gekk í skúla í Noregi og í
Havn í nøkur ár.
• Eva og Jógvan Jón fluttu út aftur til Dímunar fyri 14 árum
síðani
• Garðurin hevur verið í slektini í
átta ættrlið, og fyrsti forfedurin
kom út til Dímunar í 1807
• Á Dímunargarði framleiða tey
seyðakjøt og úrdráttir, neytakjøt,
garvað seyðaskinn. Eisini
framleiða tey ymiskt grønmeti, so
sum kálrøtur og mairøtur.
Mynd: Janus Vang