Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. august 2017 · Nr. 100 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Okkara bjargingarfólk eru okkara hetjur Tað heldur Eyðun Nolsøe, tónleikari. Tað var hann, sum fekk hugskotið til fagnað­ar­til­ takið sum var í Salt leygar­ kvøldið, har enda­málið var at heiðra bjargingarfólkunum, og allari tilbúgvingini, sum var við at hjálpa og sum var við í arbeiðnum at sløkkja eldin á Varðanum Pelagic tann 9. juni. – Okkara bjargingarfólk eru heilt ótrúlig. Eldurin í Varðanum var eitt dømi um tað, men eg hugsi eis­ini um tey, sum fara út í skaða­ stormum um vetrarnar at bjarga tí, ið bjargast kann, tá ið vandi er á fer. – Teir eru okkara hetjur, heldur Eyðun Nolsøe, sum annars akkurát hevur givið nýggja fløgu út við heitinum, Dagur legst at degi, har 14 nýggir sangir eru á. Vert at heiðra Tí helt hann, at hetta var nakað, ið var vert at heiðra. Og hann helt, at tað var eisini vert at heiðra tí samanhaldi, sum hend­an hendingin vísti, er í Suður­oynni. Hann hugsar um at fólk úr allari oynni stóðu til reiðar at hýsa teim­ um, sum máttu rýma frá húsi og heimi, og annars at hjálpa, har brúk var fyri tí. Og tá ið hugskotið varð komið í eygað, vóru tey á Varðanum og í Salt, skjót at lofta tí og at taka fyri­reik­ ing­arnar á seg. Og úrslitið varð so Oyggjar­kvøldið í Salt leygar­kvøldið, har eini 1000 fólk vóru komin saman. – Eg var rættiliga hug­ tikin av arbeiðnum hjá sløkkiliðsmonnunum, tá ið teir royndu at basa eldinum á Salt, sigur Eyðun Nolsøe, tá ið vit spyrja hann, hví hann helt, at hetta var eitt avrik, sum tað var vert at heiðra. – Ímeðan vit øll onnur hopaðu undan og fingu boð um at rýma, herjaðu teir á, hóast teir vistu, at tað var alt annað enn vandaleyst, tí ávarað varð bæði ímóti spreingivanda og vanda av eitrandi gassi. Og tað var kensluborið at síggja, hvussu nógv, teir løgdu fyri, fyri at basa eldinum, heldur hann. Hann heldur, at tað er ikki at undrast á, at fólk eru skelkað av eini hending sum hesari og ætlanin við tiltakinum var eisini at fáa tað at lætna eitt sindur hjá fólki. Inniligt og vakurt Eyðun Nolsøe er eisini at talan varð um eitt seta inni­ ligt og vakurt kvøld. Og hann heldur, at tað var hugaligt at vaktar- og bjargingarskipið, Brimil, har manningin átti ein stóran leiklut í ar­ beiðnum at sløkkja, var kom­ in suður og lá við bryggju beint við Salt og kast­aði glans á tiltakið. Hann sigur, at alt, sum hendi rundan um eldsbrunan á Salt, víst eisini at tað ber til hjá Suðuroyingar at standa saman og vónin er, at hetta kann slóða fyri enn betri samanhaldi í oynni, tí tað er einasti vegur fram Og nettupp á hesum øki heldur hann eisini, at Salt kann fáa ein avger­andi týdn­ ing, tí talan er um eitt heilt serstakt mentanar­hús, sum kann fáa ein týð­andi leiklut í at binda suður­oy­ing­ar sam­ an. – Salt kann vera ein savn­ andi kraft í allari Suðuroy, heldur Eyðun Nolsøe. EG HELT AT VIT ÁTTU AT HEIÐRA OKKARA HETJUR Okkara bjargingarfólk eru heilt ótrúlig og eg helt, at vit áttu at heiðra tey, sigur Eyðun Nolsøe, sum fekk hugskotið til stóra fagnaðartiltakið í Salt leygarkvøldið TÍÐINDI Áki Bertholdsen Nú fær náttúran í Føroyum helst sína egnu, sjálvstøðugu fyrisiting. Í hesum sambandi sig­ur Sirið Stenberg, lands­stýris­ kvinna í umhvørvismálum, at samgongan umhugsar at skipa eina sjálvstøðuna náttúru­fyrisiting, sum skal umsita øll mál, ið hava við náttúruna at gera. Hon sigur, at eitt málsøki, hendan náttúrufyrisitingin kann umsita, er nýggja kunn­gerðin um at týna rottu og sum verður sett í gildi í næstu framtíð. Men Føroyar hava eisini lýst nøkur øki til at vera Ramsar­øki, ella øki við við­ breknari náttúrum sum vit skulu ansa serliga væl eftir. Trý Ramsarøki eru í Før­oyum, Mykines, eisini Mykineshólmur, Nólsoy og Skúgvoy. Samstundis er ein nýggj náttúruverndarlóg á veg, har ásetingar er um, hvussu farast skal fram í alskyns náttúruviðurskiftum. Sirið Stenberg sigur, at eisini tað eru tvey viðurskifti, ið tala fyri, at vit fáa eina serliga náttúrufyrisiting. Hon heldur, at eitt mál, ein slík náttúrufyrisiting kann umsita, er rottu­týn­ ingin og tey tiltæk, ið skulu setast í verk fyri at forða fyri, at rotta spjaðist enn meir kring landið. Annars hevur talan verið um at tað skal vera Um­ hvørvis­stovan, sum skal um­ sita rottukunngerðina, men Sirið Stenberg heldur, at tað er eisini væl trúligt, at ein sjálvstøðug náttúrufyrisiting verður sett á stovn. Ein slík náttúru­verndar­ fyrisiting skal umsita náttúr­ una í víðastu merkig, eisini hvat ferðavinnu víkur. Ein hornasteinur Aksel V. Johannesen stað festi í ólavsøkurøðuni, at enda­málið við eini náttúru­ verndarlóg er at varðveita og verja margfeldið í náttúruni. Men samstundis skal pláss verða fyri at menna sam­ felagið. Við nýggju lógini er ætl­ anin at fara burtur frá gomlu skipanini, har mest varð hugsað um at verja tað sum var vakurt og sjáldsamt, til eina nútímans náttáruvernd, sum í størri mun tekur atlit at djórasløg og plantusløgum á landi og sjógvi. Og løgmaður heldur, at ein nýggj náttúruverndarlóg verður ein hornasteinum í arbeiðnum at menna eina burðardygga ferðavinnu her á landi. Samgongan umhugsar at seta eina serstaka fyrisiting á stovn sum skal umsita øll náttúrumál Sjálvstøðugur stovnur skal umsita føroysku náttúruna UPPIBORIÐ Okkara bjargingarfólk hava allan heiður uppibornan og tað var eitt endamál við fagnaðarløtuni í Salt leygarkvøldið, sigur Eyðun Nolsøe, sum sjálvur var á palli, har hann eisini sang úr nýggju fløguni, sum kom út sama dag. Myndina tók Rúni Thomsen Vit skulu burtur frá at hugsað mest um at verja tað sum var vakurt og sjáldsamt, til at hugsa um at verja djórasløg og plantusløg á landi og sjógvi