Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. august 2017 · Nr. 100 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN »Hvør yndisligir eru á fjøllunum føtur fagnaðarboðarans« Jes. 52, 7 Í 1992 kom Elsa Jacobsen heim aftur úr Etiopia. Við tíðini eri eg komin at kenna hana betur og betur. Eg má veruliga siga, at hon er ein av størstu persónligheitunum, eg havi kent. Í Ef. 2, 8-9 stendur: »Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guðs gáva; ikki av gerningum, fyri at eingin skal rósa sær. Tí at vit eru verk hansara, skapaðir í Kristi Jesusi til góðar gerningar, sum Guð frammanundan hevur skipað fyri, at vit skuldu leggja okkum eina við teimum.« Ongantíð havi eg sæð nakað and­ litsbrá lýsa so av gleði, sum hjá Elsu, tá ið hon tosaði um hesa ómetaligu náðina, sum var vunnin okkum við Jesusar fullgjørda verki á Golgata. Elsa var arbeiðssom sum fáur. Áðrenn onnur vóru uppi, kundi hon hava gjørt eina rúgvu av knettum og frikadellum, sum hon síðani býtti út til familjuna. Komst tú á gátt, var altíð drekkamuður bjóðaður við heima­ bakaðum køkum og bollum. Hon var brá sum fáur. Tað, sum kundi gerast í dag, skuldi ikki bíðast við til í morgin. Hon hugdi ongantíð eftir forðingum, men sá altíð møguleikar. Hon tosaði ongantíð um fólk, men um tað var nakað, fór hon altíð til rætta viðkomandi og segði sum var. Hon var ikki íminnin og bar ikki agg. Men hjá henni var tað sera týdningarmikið ikki at hava nakað útstandandi við nakran, men at gera upp. Men í viðurskiftum, ið ikki samsvaraðu við Guds orð, kundi hon ikki taka nakað aftur – hjá henni kom Gudsóttin og andsfrælsið framum tolsemi. Hon gjørdist ongantíð mótleys, hon var reiðilig, hevði eitt ótrúligt dirvi, frímóð, áhaldni og gott treysti. Trúfesti myndaði hennara lív. Hvønn mánað skipaði hon fyri missiónsringi. Hvørja viku vitjaði hon á Gøtubrá, har hon tosaði við øll, sum búðu har og hevði andakt. Trúføst møtti hon upp til kirkjugongd og møtir og vitnaði um Jesus. Hon var eisini røsk at møta upp til tiltøk í bygdini - tá jólatræið varð tendrað, jólafest, konsertir og annað. Ikki minst hevur okkara bygd, land og fólk mist ein trúfastan forbiðjara, so tað kennist veruliga, sum verjugarðurin hjá okkum er viknaður. Sum vit flestu vita, tók Elsa ábyrgd­ina fyri móðurleysu ný­ bornu tví­burðunum Jákup og Jó­ hann­us, árið eftir, at hon kom til Etiopia. Í 1999 kom Jákup til Føroya at arbeiða, tí tá vóru ringar tíðir har­úti. Í 2000 kom Jóhannus til Før­oya. Kona Jákup, Kittinesh kom seinni sama árið. Í 2002 kom Tsehainesh, kona Jóhannus eisini. Elsa gjørdi eitt stórt arbeiði við øllum pappírarbeiði, sum stóðst av at søkja uppihalds- og arbeiðsloyvi og annað, umframt at søkja arbeiði til øll. Í 2003, tá Elsa júst var vorðin 75 ár, fingu Jákup og Kittinesh sonin - lítla Eliesar. Hann varð móttikin við ómetaligari gleði. Eitt ár aftan á, í 2004, komu øll børnini, sum høvdu verið eftir hjá familjuni í Etiopia, heim til Føroya. Jákup og Kittinesh áttu trý harúti, og Jóhannus og Tsehainesh áttu tvey børn. Tey vóru um 7, 8, 12, 13 og 14 ára gomul, tá tey komu. Har mátti veruliga sannast, at har sum hjartarúm er, er eisini húsarúm. Hvussu Elsa hevur gjørt fyri at fingið alt at bera til, at taka ímóti 9 fólkum, ið ikki kendu okkara mál og mentan, má sigast at vera eitt satt undur. Við dirvi og treysti virkaði hon fyri, at tað skuldi eydnast. Hon hevur brúkt óteljandi tímar til at gjørt skúlating við teimum, gingið til allar skúlafundir og annað. Fyrstu tíðina búðu Jákup og familjan hjá Elsu, og Jóhannus við familju búði í gomlu húsunum. Seinni hava teir báðir keypt síni egnu hús. Elsa passaði lítla Eliesar heima, til hann var 4 ár, meðan foreldrini arbeiddu. Tá helt hon, at tað var synd fyri hann bara at vera heima hjá eldri konum, so hon teknaði hann í barnagarð. Lea, systir Elsu, sum býr í Søldarfirði, er komin inn til Elsu hvønn dag, so hon koyrdi og avheintaði Eliesar ta tíðina. Eitt, ið eisini var Elsusa hjarta­ mál, var at verja tað ófødda barnið í móðirlívi. Hon var eitt livandi dømi um, at umstøðurnar nýtast ikki at vera ein forðing fyri at taka ímóti børnum. Barnaføðingardagar hevur hon hildið heima hjá s æ r , h o n hevur hildið tað verið so sera stuttligt og gevandi. Ongantíð havi eg hoyrt hana sagt, at tað er strævið, men hon hevur sagt, at hon følir, at tað er ov gott at vera satt at hava øll her, og at hon viðhvørt mátti klípa seg í armin fyri at vita, um hon var vakin. Tað er ongin loyna, at Elsa hevur havt ein ótrúligan myndugleika, og tað kann skjótt mistolkast við, at hon hevur verið strong. Ein ommudóttir segði við meg, at hon gjørdist so kedd, tá fólk søgdu, at omma var so strong. Hon segði: »omma er slett ikki strong, hon er besta omma í verðini. Eg kann tosa alt, absolutt alt við ommu. Hon skilir meg altíð. Hon hevur alt, alt at týða fyri meg og okkum øll.« Nú Elsa so brádliga bleiv tikin heim, kennist tað veruliga, sum alt grundarlagið er tikið undan teimum, og sum tey siga: »Alt er svart, bara sorg.« Latið okkum virða minnið um Elsu við at vera góð við hennara, nú hennara umsorgan, vegleiðan og hond hevur slept teimum og leggja tey í Guds hond; Hann, sum hevur lovað: »Eg skal als ikki sleppa tær og á ongum sinni fara frá tær.« S Hon setti síni spor Her verður einki ættartal roknað upp. Bert hetta: Laura var – mær vit­andi – fødd í Norðdepli. Pápi hennara var úr Svínoy, mamman av Kirkju í Fugloy. Tá ið mamman, til tað blaðung, doyði frá trimum børnum, fóru øll til fosturs. Laura var eina tíð suðuri í Suðuroy, men tráaði norður aftur til Fugloyar, har hini systkini búðu. Hon treivst væl á Kirkju, har ið forn mentan var í hásæti, men sanniliga eisini opinleiki fyri øllum nýggjum rákum. Vitugt og vakið var hetta fólkið. Heilt ung funnu tey saman, Laura og Absalon, og tey fingu børn­ini Jenny, Amaliu og Lonu, Ólav, Jógvan og Jóhan. Okkara leiðir bóru saman heilt frá tí, vit á fyrsta sinni ferðaðust í Fugloy á sumri í 1975. Seinni – í 1987 – fluttu vit út til Hattarvíkar. Tey árini mentist okkara vina­ lag. Vit gingu javnan yvir á Kirkju, einsamøll ella saman við ferð­ ingarfólki, og fingu altíð blíðskap hjá Lauru og Absaloni. Sama tá ið vit á ferð út til Fugloyar ikki sluppu upp á land í Hattarvík, tí ókyrt var. Um atkomandi var á Skoragjónni, á gomlu lending ella norðuri í Vági, so stóð altíð ein heitur drekkamunnur klárur, tá ið vit ofta vát og illa válað vunnu upp hús. Frá tí, vit bygdu í Hattarvík, gjørdist samveran meira reglu­ bundin. Vit skipaðu fyri dansi­ kvøld­um í køkinum í Útistovu í Hattar­vík og í kjallaranum hjá Lauru og Absaloni, har ið Laura og seinni Amalia fóru at hava handil. Kvøldini vóru hugnalig, tá ið hesi manngóðu, blídligu hjún tóku ímóti okkum øllum, ið komu í dans. Stundum komu vit við bilum, men eisini stundum til gongu í góð­veðrinum upp um Kross – sóu vitan uppi á Fjalli blunka so kátliga til okkara og úr kirkjuhaga ljósini á Viðareiði og ikki so sjáldan eina nýggja bygd, trolbátarnar, sum lógu og krokaðu inni á Viðvík, tá ið hann stóð á vesturhallari lágætt. Altíð stóð – hjá Lauru og Absa­ loni – búgvið borð fyri okkum, vit komu yvir, og í dansinum vóru tey trúgv, tá ið Vaagen »stevndi um tangan fram«, og serliga væl dámdi teimum tær stuttu rímurnar úr Songbók Føroya fólks, fremstar teirra »Eg sat á urðargróti/ ein fagran summardag« ella »Tað hevur tókt millum føroyinga gaman«, og skemtiligast leikaði, tá ið okkurt lætt varð kvøðið: »Ungersvend bad sin flicka« ella »Bukkutátturin« – bæði kvøðin í leikandi kæti. Men tað var ikki bara dansur og kvøðing – eisini prát um dagsins mál, og her var Laura so greið, so sjáld­sama falsleys í tí, hon førdi fram. Her var einki tutl, ongar káva­ lótir. Henda vakra, livandi, dimm­ hærda konan – soleiðis minnist eg hana – segði sína hjartans meining, og tað uttan mun til um høgur ella lágur var í stovuni. Flokspolitiskt mundu vit ikki vera samd, men tað var okkurt tølandi við hesi kvinnu, sum bar síni sjónarmið fram, sum tú ikki vart samdur í. Hon var ikki ein av teimum, sum segði seg vera hetta ella hatta, men sum var. Einki millum­menniskja, sum var helvtin hetta ella helvtin hatta. Ein persónmenska var Laura. Vit lýsa frið yvir minni henn­ara og vátta tær, Absalon, tann kempu­ maður tú hevur verið bæði í bakka, báti og bjørgum, okkara inniligasta samhuga. Somu samhugakvøður fáa børn tykkara og barnabørn, sum altíð hava verið okkum holl og blíð. Í Bóndabrekku í Havn 27. august 2017 Árni Dahl Lauru Lydersen á Kirkju til áminningar