týsdagur 29. august 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 30. august 2017 · Nr. 100
Árni Gregersen
Íslendska Altingið verður
karmur um ársfundin hjá
Útnorðurráðnum í ár.
Hetta er fyrstu ferð, at
ársfundurin
hjá
ráðnum
verður hildin í einum tjóðar
tingi, men longu næsta ár
verður fundurin hildin í
Løgtinginum í Havn og í
2019 verður fundurin hildin
í grønlendska landstingssal
inum.
Alt bendir á, at leikluturin
hjá ráðnum er vaksandi –
kanska serliga tí arktiski
parturin av heiminum fær
størri og størri politiskan
áhuga.
Tí verður ein partur av
ársfundinum,
sum
altso
verður í Reykjavík um mán
aðarskiftið, at teir tríggir
ráðharrarnir við uttanríkis
málum luttaka á fundinum.
Yvirskriftin
fyri
topp
fundin millum teir tríggjar
ráðharrarnar, sum luttaka á
fundinum er: Útnorður – ein
sterkur partur av Arktis.
Útnorðurráðið vil hoyra,
hvat stjórnirnar í teimum
trimum limalondunum hava
hugsa sær at gera í sam
bandi við vaksandi alheims
áhuganum fyri Arktis og
hvussu stjórnirnar fara at
nrúka geostraggisku støð
una, sum londini hava.
– Ja, eg haldi at vit kunnu
siga, at stóri áhugin fyri
Arktis eisini ger áhugan fyri
Útnorðurráðnum
stø’rri,
sigur Kári P. Højgaard, Sjálv
stýri, sum er fyrri næstfor
maðurin í ráðnum og verður
á fundinum í Íslandi valdur
til formann í ráðnum..
Hann vísir á, at topp
fundurin millum teir tríggjar
ráðharrarnar við uttanríkis
málum er serliga áhuga
verdur. Hann etir eisini,
at tað, at ársfundirnir nú
verða hildnir í Altinginum,
Løgtinginum og í Landsting
inum er teknin um, at størri
virðing er fyri tí arbeiði, sum
Útnorðurráðið tekur sær av.
Arktis
Áhugin á altjóða politiska
pallinum er vaksandi av
fleiri orsøkum. Stórveldini
síggja stórar møguleikar nú
broytingarnar í veðurlag
num eru so ógvusligar.
Manglandi
tilfeingið
kring allan heim, ger erisini
at lond eru farin at geva
Arktis størri ans.
– Arktiska ráðið er eitt ráð
av ráðharrum, men nú er tað
eydnast
Útnorðurráðnum
at fáa eygleiðarastatus í ráð
num. Vit hava grundgivið
við, at stóru broytingarnar,
sum eru í ferð við at henda,
ávirka tey fólk, sum búgva
í Grønlandi, Íslandi og Før
oyum. Tí eiga vit at hava ein
sess í Arktiska ráðnum, sigur
Kári P. Højgaard
Toppfundurin við teim
um trimum ráðharrunum,
sum hava við uttanríkismál
at gera, skal eftir ætlan
elva til kjak á fundinum í
Reykjavík, har limirnir í ráð
num eisini fáa høvi at seta
spurningar til tey, sum um
boða stjórnirnar í limalond
unum.
Arktiska ráðið mælir í
einum tilmæli, sum var orðað
í 2012, til at londini í útnorði
ganga saman í eitt tættari
samstarv um tað sum hendir
í økinum, sum nú hevur so
stóran altjóða áhuga.
Løgtingið er væl umboðað
í Útnorðurráðnum. Kári P.
Højgaard er næstformaður
og verður valdur til formann
á fundinum í Reykjavík nú
um
mánaðarskifti.
Hini
umboðini eru Jørgen Nicla
sen, Fólkaflokkurin, Bjørt
Samuelsen, Tjóðveldi, Joen
Magnus Rasmussen, Fólka
flokkurin, Magni Laksáfoss,
Sambandsflokkurin og Bill
Justinussen, Miðflokkurin.
Íslendska
Bryndis
Haraldsdóttir úr Sjálvstøðis
flokkinum er formaður í
Ráðnum júst nú. Hon tók
við eftir Unnur Brá Kon
raðsdóttir, sum kom við í
íslendsku samgonguna eftir
valið og endaði við at gerast
forkvinna í Altinginum.
Tað verður eisini hon,
sum fer at bjóða Útnorður
ráðnum vælkomin at halda
ársfundinum í íslendska Al
tinginum.
ÚTNORÐURRÁÐIÐ
Ársfundurin hjá Útnorðurráðnum er hesa ferð í Íslandi og fyri fyrstu
ferð verður fundurin hildin í einum tjóðartingssali
Fyrsti fundur hjá Útnorður
ráðnum í tjóðartinginum
Kári P. Højgaar verður
valdur til nýggjan formann
í Útnorðurráðnum, nú
ársfundurin er í Reykjavík
Bryndis Haraldsfóttir er
forkvinna nú, men leggur
frá sær á ársfundinum
Ársfundurin í ár verður hildin í
Altingshúsunum í Reykjavík