Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 30. august 2017 · Nr. 100 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 miðj una at spæla hesaferð. Tað ger hann til dagligt í Víkingi, men á landslið num hevur hann spælt á høgra vongi, men nú eru Fróði Ben ja min sen, Hallur Hansson og Brandur H. Ol sen ikki við er upplagt, at Sølvi Vatn hamar endar á miðvøllinum. Hann hevur roynt leiklutin móti eitt nú Kosovo og Rumenia. Móti Rumenia gekk ikki so væl, meðan tað sá gott út móti Kosovo. Ársins spælari í 2016 er mið vall- ari og tað er ein uppgáva, hann er búgv in at taka. René Sahki Joensen (Grindavík, Ísland) Havn armaðurin livur ein óstøðuga til veru sum fótbóltsspælari. Hann hev ur skift millum feløg sum brønd by, HB, Vendyssel og nú Grinda vík, meðan nakað av tíð eis ini er farin við at royndarvenja kring Evropa og enntá í Ísrael. Hann hevur heldur ikki funnið sítt fasta pláss á landsliðnum enn. Hann hevur spælt góðar dystir, sum í sigrinum a Lettlandi, men tá spældi hann á vinstri mið. Hann fekk eitt strekk í baklærið í sein- asta dyst in um fyri Grindavík sunnu dag in. Er hann klárur, so er møguligt, at hann spælir á miðjuni. Hevur neyð ugu ferðina til at fáa pláss á lið num, men óstøðuga tilveran sum fótbóltsspælari talar ikki til hans ara fyrmun í løtuni. Um hann er klárur fær hann helst spælitíð, men spurningurin er í hvørjum líki. Róaldur Jakobsen (B36) Væl dámdi miðvallarin hjá B36 er aft ur á landsliðnum, eftir at hann í eina tíð hevur givið avboð vegna út búgv ing. Róaldur Jakobsen hev- ur í nøkur ár verið millum bestu spæl ar arnar í landinum. Tá so allir tríggir á miðvøllinum mangla hesa- ferð, so hevur Lars Olsen fyrigivið hon um fyri avboðini. Tað tykist sannlíkt, at Ró ald ur Jakobsen verður millum spæl ar ar- nar, ið byrja inni báðar dystirnar. Hann hevur fyrr víst, at hann klár- ar seg á landsliðnum. Tað fær hann eis ini møguleikan til aftur. Eli F. Nielsen (B36) Uppruddarin hjá B36 hevur ment seg støðugt, síðani hann tók yvir eft ir Klæmint Matras á miðjuni hjá árs talsfelagnum. Seinast fekk hann lands liðsboð, men kom ikki á vøllin. Nú røk ist fyri, at hann fær sínar fyrstu minuttir á landsliðnum. Fleiri spælarar eru vekk á mið- vøll in um og tað er sannlíkt, at hvørki Róladur Jakobsen ella René Shaki Joensen spæla báðar dystir á tamb. Er avgjørt í spæl til dystin móti Portu gal, men eitt sindur meiri iva samt, um hann spælir móti An- dorra. Karl Løkin (NSÍ) Fekkeisini landsliðsboð seinast og slapp á vøllin seinastu minuttirnar móti Sveis. Hevur ment seg nógv í ár, eftir at hann hevur skift til NSÍ. Hann spælir støðugt og passar væl inn í spæ listílin hjá NSÍ. Spældi væl í steypa finaluni og er eisini í spæl til at fáa minuttir í komandi lands- dyst unum. Er eins og Eli F. Nielsen nýggjur í landsliðssamhangi, tó at hann hev- ur ver ið rundanum fyrr. Smæð ist held ur ikki til venjing og tykist til reið ar at fáa sín lands liðs møgu- leika. Kaj Leo í Bartalsstovu (ÍBV) Hevur endiliga fingið fasta spælitíð utt an lands, har hann millum ann- að legði upp til einasta málið í ís- lendsku steypakappingini, sum ÍBV vann 1-0. Alíkavæl tykist hann ikki framma liga í tonkunum hjá Lars Ol sen. Gøtumaðurin manglar at fáa sítt gjøgn um brot á landsliðnum, men vís ur í løt um evnir á bóltinum, sum ong in annar á landsliðnum klárar. Tyk ist ikki verða í tonkunum til eitt pláss móti Portugal, men er upp lagd ur at spæla móti Andorra í Før oy um. Spældi hinvegin ikki væl í An dorra til fyrra dystin, so hann hev ur nakað at prógva. Gilli Rólantsson (Brann) Er í toppform í Brann, har hann er ein av stuðulsspælarunum. Passar væl til spælistílin og spælir við nógv um sjálvsáliti. Tí undrar tað, tá hann ikki spælir við sama sjálvsáliti á før oyska landsliðnum. Lars Olsen brúkti nógv tíð upp á at tosa við tvøramannin, fyri at skilja hvussu landsliðið kann fáa sum mest burturúr honum. Alt bend ir á, at hann verður ein lykla- spæl ari móti bæði Portugal og And orra, men eins og við Kaj Leo í Bart als stovu, so restar enn í at fáa eitt ordiligt gjøgnumbrot á lands- lið num. Álopið: Jóan Símun Edmndsson (OB) Er aftur í landsliðshópinum, eftir at hann sat uttanfyri móti Sveis við leikbanni. Tá sást hvussu týdn ing - ar mikil toftamaðurin er fyri álops- spælið á landsliðnum. Hans ara eg in leikar at halda fast í bóltinum hava stóran týdning, tí tað ger at liðið hjá okkum sleppur úr verju- støðu. Hann er eitt gult kort frá at fáa leik bann. Tí er ein vandi fyri, at hann kann enda við at siga utt an- fyri móti Andorra, um hann fær eitt gult kort í Portugal. Um ikki, so spæl ir Jóan Símun Edmundsson helst ein tíma í Portugal og fullan dyst móti Andorra. Klæmint A. Olsen (NSÍ) Topp skjúttin í føroyskum fótbólti fekk møguleikan frá byrjan móti Sveis, men tað gekk illa at halda upp á bólt in, meðan føroyska liðið bleiv trýst aftur á vøllin. Rituvíkingurin hev ur sínar styrkir í brotsteiginum og tí tykist sannlíkt, at hann er í spæl til seinna dystin, sum er móti An dorra. Tá kann føroyska liðið koma til fleiri málmøguleikar, har topp skjúttin altíð er vandamikil. Ser liga hevur hann góð evnir at renna rætt, tá innlegg koma innfyri. Patrik Johannesen (B36) Hevur fingið sítt heilt stóra gjøgn- um brot í føroyskum fótbólti í ár, har hann eisini hevur megnað at skjóta mál í Europa League. Tvøra- mað urin er vandamikil bæði sum mál skjútti og uppleggjari. Tað kundi eisini sæð út til, at Patrik Johannesen er í spæl til at fáa sínar fyrstu minuttir á lands- liðnum komandi dagarnar. Jóan Símun Edmundsson spælir vænt- andi ikki allan dystin í Portugal. trondur@sosialurin.fo ÍTRÓTTUR