Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. august 2017 · Nr. 100 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Føroyska landsliðið fer at royna nakað heilt nýtt undir Lars Olsen, ið eini roynd at steðga Cristiano Ronaldo og Portugal hóskvøldið. Fyri fyrstu ferð undir leiðsluna av EM vinnaranum frá 1992, fer føroyska liðið at spæla við trimum í miðverjuni Tróndur Arge – Portugal Síðani stóra gjøgnumbrotið hjá landsliðnum í 2014 og 2015, hevur landsliðsvenjarin ikki havt allar mans tøkar. Tíðliga í ár brotnaðu Brandur Hendriksson og Sonni Ragnar Nattestad, meðan aðrir skiftivís ikki hava kunna spælt, ella hava hvat leikbann. Men ongantíð hava broytingarnar verið so nógvar, sum undan dystinum móti Portugal hóskvøldið. Umframt teir báðar fyrrnevndu, so eru Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson og Jóhan Troest Davidsen heldur ikki við, meðan René Shaki Joensen er ivasamur. Lars Olsen er komin til tað niðurstøðu, at hann má royna nakað nýtt. Bæði fyri at fáa tað besta burturúr okkara monnum, men eisini við støði í 6-0 tapinum fyri Portugal í fjør. Venjing gav ábendingar um uppstilling Lars Olsen hevur boðað frá kollvelting í spælskipanini og tað sást aftur á venjingini í gjár. Liðið vandi fyri fyrstu ferð undir Lars Olsen við trimum í miðverjuni. Odmari Færø í høgru, Rógvi Baldvinsson í vinstru og Atla Gregersen í miðjuni. Á vongbakkunum vóru Jónas Tór Næs og Viljormur Davidsen. Mitt á miðjuni vóru René Shaki Joensen og Róaldur Jakobsen. Frammanfyri teir Sølvi Vatnhamar í høgru og Gilli Rólantsson í vinstru, meðan Jóan Símun Edmundsson var álopinum. Løtu seinni skifti hann manningina út og gav ábendingar um hvør er avloysari hvar. Her kom Hørður Askham inn sum vinstri miðverji, Karl Løkin og Eli F. Nielsen á miðjuna, Ári M. Jónsson á vinstra vongbakkin, meðan Kaj Leo í Bartalsstovu og Klæmint A. Olsen komu á framrættaðu miðvallaraplássini og Patrik Johannesen í álopið Mugu hava ein plan B Lars Olsen ásannar, at tað kann verða vandamikið, at skifta so nógv út undan einum so stóru dysti. – Tað kann gott verða, at vit aftaná eina løtu mugu skifta til tað, sum vit kenna. Tað veist tú aldrin í einum slíkum føri. Vit koma at hava eina ”plan B” klára, sigur Lars Olsen. Hann heldur fyri at nýggja spælskipanin kemur at geva miðjuni betri arbeiðsumstøður, tá portugisiska spælið skal brótast niður. Tá nú Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson og Brandur Hendriksson eru burtur, er tað eisini skilagott at fáa nógv fólk á miðvøllin. Spurningurin verður bara hvussu tað kemur at ávirka restina av liðnum. Hugsa eisini um Andorra Ein onnur avbjóðing til hesar báðar landsdystirnar, er at vekta orkuna hjá spælarunum rætt. Vit hava fleiri ferðir fingið staðfest, at eitt føroyskt landslið tolir ikki at spæla tveir samanhangandi dystir við sama liðið. Seinast vit fingu tað staðfest var, tá vit fyrst vunnu í Lettlandi og síðani taptu heili 6-0 fyri Portugal. Tá vit nú hava betri møguleikar at vinna á Andorra, so er spurningurin hvussu Lars Olsen tryggjar, at okkara bestu spælarar ikki eru troyttir til seinna dystin. -Vit kunnu ikki selja dystin og vit ynskja heldur ikki at leggja rygg til eitt stórtap, men tað eru møguleikar at skifta Broyta spælskipan: CRISTIANO RONALDO VÆL FYRI Heimsins besti fótbóltsspælari er til reiðar at spæla móti Føroyum hóskvøldið. Hann hevur fingið leikbann í fimm dystir í sponsku kapingini, tí hann í stórsteypadystinum skumpaði ein dómara. Tí hevur hann ikki spælt seinastu vikurnar og er væl úthvíldur. Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... KOLLVELTING SKAL STEÐGA RONALDO