Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-31, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. august 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 101 22 BRÚDLEYP Vimplar plalal r brúdleypið mp mp m til DIY Tað fyrsta tú skalt gera er, at finna tær eina stødd til ein vimpil, sum tú heldur passar væl til høli og eisini hvussu nógvar rekkjur tú skalt hava. Um tú gert vimplarnar lítlar, so skalt tú bara hava í huga, at motivið á pappírinum ikki má vera ov stórt og um tú gert teir stórar, so er tað líkamikið, tí tá kanst tú brúka øll motivir. Til eitt brúdleyp er tað ein vøkur, men deiliga løtt og bílig loysn at gera sínar egnu vimplar at pynta við. Tú kanst pynta við teimum inni í veitsluhølunum, men eisini at hava sum bakgrund har gestirnir kunnu taka myndir. Hóast tað er lætt at gera, so er tað eisini hugnaligt at bjóða vinkonunum heim til ein drekkamunn okkurt kvøldið og tær tíma ivaleyst at hjálpa tær at klippa vimplar og pynta teir. Greinin um brúdleypið hjá Liljuni & Borgari síggja vit, at tey eisini hava valt at gera litríkar vimplar: https:// www.brudleyp.fo/festligt- otraditionelt-brudleyp/. SKRIVAÐ: EMMA PETERSEN Tá tú hevur prøvað teg fram og funnið eina passaliga stødd, so er bert eftir at føra hann yvir á pappíri, tekna eftir skabelónini og klippa vimpilin út og hetta gert tú so ofta, alt eftir hvussu lang vimplarekkjan skal verða ella hvussu nógvar rekkjur tú skalt hava. Tað er orduliga stuttligt at pynta vimplarnar við ymiskum so sum; glimmurlími, toyi, gimsteinum, satinbondum o.ø. tað gevur teimum bara eitt eyka + og fara teir heilt sikkurt at hava nógv fokus á sær. Tá tú nú hevur pyntað vimplarnar, lagt teir í ta rekkju fylgju, teir skulu liggja í, er bert eftir at seyma teir saman, og er hetta eisini skjótt og lætt at gera. Á myndunum síggja tit, hvussu eg havi seymað teir saman og eisini, hvussu flottir vimplarnir eru.     