Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-31, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. august 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. SEPTEMBR 2017 SOSIALURIN 101 21 ÁAST Á ÍLØGUM Uppgerð av BTÚ í leypandi prísum og ikki í føstum prísum Í Føroyum gera vit bert BTÚ upp í leypandi prísum. Hetta merkir, at vit í Føroyum ikki kenna reala búskaparvøksturin, sum er árligi vøksturin í BTÚ í føstum prísum. Útrokningin í føstum prísum vísir reala (nøgdarliga) búskaparvøksturin. Hesin gevur ábendingar um produktivitetsvøksturin í búskapinum. Vit noyðast tí at halda okkum til BTÚ í leypandi prísum, tá vit skulu meta um framtíðar búskapargongdina í tí stutta siktinum. At meta um framtíðar gongdina í BTÚ í leypandi prísum er uppaftur truplari enn at meta um BTÚ-gongdina í føstum prísum. Harumframt hevur talið fyri vøksturin í BTÚ í leypandi prísum eitt avmarkað nýtsluvirði. Prísgongdir í uttanlandshandlinum (innflutningi og útflutningi) hava seinnu árini stórliga ávirkað uppgjørda BTÚ-ið í leypandi prísum. At gera metingar av framtíðar prísgongdum í m.a. uttanlandshandlinum er sera trupult, og hetta ger eisini metingina av BTÚ-vøkstrinum í leypandi prísum meira óvissa. Ein uppgerð av BTÚ-vøkstrinum í føstum prísum hevði gjørt tað møguligt at mett um trendin í búskapargongdini í langa siktinum og sveiggini rundan um hendan trend í stutta siktinum. Ein slík uppgerð hevði eisini minkað um óvissuna í metingunum, tí vit tá kundu sæð burtur frá prísbroytingum í m.a. uttanlandshandlinum Neyðugt at samskipa Búskaparráðið hevur sagt tað fyrr og ger tað aftur nú: Tørvur er á eini samskipaðari stýring av øllum tí almenna búskapinum, har undir serliga at fáa kommunubúskapin undir samskipaða stýring við eini víðkan av játtanarkørmum landsins til at fevna um allan almenna geiran. Búskaparráðið sigur í frá­greið­ ingini, at konkunktur­viðgangandi fíggjarpolitikkur enn einaferð endurtekur seeg. – Tað er ikki miðal árliga støddin á íløgunum, sum Búskaparráðið hevur frámælt í undanfarnum frá­greiðingum. – Tað, sum Búskaparráðið hev­ ur frámælt, eru ójøvnu árligu íløgu­støddirnar, ið stava frá ein­ um konjunkturviðgangandi bú­ skaparpolitikki. – Ein konjunkturviðgangandi íløgu- og búskaparpolitikkur minkar um makrobúskaparliga støðufestið við at gera sveigg­ ini í konjunkturgongdini størri, enn tey annars vildu ver­ið, skrivar Búskaparráðið um kon­ kunktursveiggini í Heyst­frá­ greiðingini í ár. Bruttotjóðarúrtøkan Nýggjar metingar eru gjørdar av búskaparvøkstrinum. Nakrar justeringar eru gjørddar í sam­ bandi við, at oljuprísirnir lækkaðu og nýggju metingunum av út­ flutninginum av tænastum. Bruttotjóðarúrtøkan verður gjørd upp í leypandi prísum og sambært metingunum hjá Hag­ stovuni og Búskaparráðnum, so minkar vøksturin eitt sindur. Hann var í fjør mettur til 6,8 prosent, í ár til 6,0 prosent og næsta ár, 2018, til 4,1 prosent. Í leypandi prísum hava vit havt búskaparvøkstur síðani 2010 – tað vil siga hvørt ár síð­ ani fíggjarkreppan hæsaði av. Tøl­ini eru tó ov høg í mun til um vøksturin var gjørdur upp í føst­ um prísum.