Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-31, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. august 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 101 20 POLITIKKUR ­ ÁRNI GREGERSEN F yri føroysk búskapin er umráð­andi, at skil fæst á teimum ógvusligu sveiggjunum, sum vit hava sæð seinastu mongu árini. Búskaparráðið sigur enn eina­ ferð í sínari frágreiðing, sum júst er almannakunngjørd, at fyri at hetta kann henda, so mugu íløgurnar, sum landið og kommun­ urnar gera samskipast munandi betur. Búskaparráðið og Hagstovan hava í felag mett um vøksturin í BTÚ í leypandi prísum fyri árini 2016-2018. Sambært staðfestu tølunum er vøksturin í BTÚ í ársins prísum fyri 2014 nakað hægri enn mett varð í undanfarnu frágreiðing. Hinvegin er metti vøksturin fyri árini 2015-2018 nakað lægri enn mett varð í vár. Broyttu metingarnar av bú­ skaparvøkstrinum árini 2016-2018 stava frá nýggjum fortreytum, ið snúgva seg um avleiðingar av prísfallinum á olju og nýggjar metingar av útflutninginum av tænastum. Búskaparvøksturin í 2017 í leyp­ andi prísum stavar í høv­uðs­heit­ um frá privatu nýtsl­uni, al­mennu íløgunum og útflutn­inginum. Tað sum mest týðuligt vísir, at vit hava hákonjunktur sæst av at arbeiðsloysið er lágt, at nógv eru arbeiðsvirkin, fólk flyta til Føroyar og vit hava íbúðartrot, ser­liga í miðstaðarøkinum og búskaparvøkstur. Eitt annað, sum eisini vísir, at vit eru mitt í einum hákonjunkturi er, at útlit eru fyri at vit fara at hava yvirskot í landsroknskapinum bæði í ár og næsta ár. Eitt annað, sum eyðkennir gongdina nú, er at vit hava positiva handilsjavnvág. Í byrjanini av fíggjarkreppuni í 2008 var handilsjavnin negativur við 1.517 mió. kr. uttan skip. Í dag er handilsjavnin batnaður til 1.895 mió. kr. uttan skip. Hetta er ein betring uppá 3,4 mia. krónur. Bústaðarmarknaðurin Tørvur er á bústøðum, serliga í høvuðsstaðarøkinum og byggi­vinnan hev­ur ómetaliga nógv at gera. Tað vísir seg, at eftir 2012 vóru íløgurnar í bústaðir fallandi. Hetta hendir hóast løntakaratalið í byggi­vinnuni er vaksandi. Búskaparráðið heldur, at ein forkláring kann vera stóru privatu og almennu íløguætlanirnar frá 2013 og úteftir hava kravt nógv fólk, men arbeiðskraftin er ikki brúkt til at byggja bústaðir. – Vit kunnu sostatt siga, at stóru tíðarsamanfallandi privatu og almennu íløgurnar síðan 2013 í ein vissan mun hava trokað burtur bústaðarbygging, sam­stund­is sum tær hava vaksið um kostn­ aðar­støð­ið í bústaðar­bygg­ing og bú­staðar­umvælingum, skriv­ ar Búskaparráðið í Heyst­frá­ greiðingini í ár. Tað vísir seg, at tey sum arbeiða í byggivinnuni eru áleið 2000 í tali. Búskaparráðið metir eisini, at av teimum eru millum 240 og 300 útlendingar, sum eru komnir til Føroya at arbeiða í byggivinnuni. Tað vil siga, at av teimum sum arbeiða í byggivinnuni, so eru millum 12 og 15 prosent út­ lendingar. ­ Búskaparráðið: Skal tamarhald fáast á sveiggjandi búskapinum, so má stýr fáast á kommunalu og landsíløgunum, heldur Búskaparráðið SKIL SKAL FÁ ALMENNUM Í Vit hava bústaðarmangul í miðstaðarøkinum, men hóast øktan aktivitet í byggivinnuni so er orkan farin til aðrar íløgur enn bústaðarbygging Eini 2000 fólk arbeiða í byggivvinnuni og av teimum eru út móti 300 útlendingar