hósdagur 31. august 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. SEPTEMBR 2017
SOSIALURIN 101
19
GIGNI
DANJAL AV RANA
A
tfinningarnar
hjá
Landsgrannskoðanini
móti roknskapinum
og fíggjarligu støðuni
hjá Gigni fylla tilsamans fimm
síður. Flestu av atfinningunum
eru rættaðar móti stjóranum og
hvussu hon hevur brúkt pening
stovnsins.
– Stjórin og varastjórin hava
rindað sær sjálvum 2.000 krónur
í viðbót um mánaðin síðani 2014,
uttan at Fíggjarmálaráðið hevur
góðkent viðbótina.
– Stjórin hevur latið stovnin
rindað fyri sína masterútbúgving,
uttan at Fíggjarmálaráðið hevur
givið loyvi til tess. Talan er um
120.000 krónur í skúlapeningi
umframt gisting, dagpening og
flutning.
–Nærum allar hotellrokning
arnar fyri gistingar uttanlands eru
dýrari enn ásetti kostnaðurin, sum
landið kann endurrinda. Stovn
urin hevur rindað fyri hesar.
– Matstovurokningar eru
rindaðar við gjaldskortinum hjá
stovninum. Tænastumenn skulu
rinda kost sjálvi av dagpengunum,
tey fáa í samband við ferðing.
– Stjórin hevur hvørt ár síðani
2009 fingið serstøku frívikuna
útgoldna sum løn. Landsgrann
skoðanin fílist á, at hon ikki hevur
uppgivið, hvussu nógvar dagar
hon hevur havt frí øll hesi árini.
– Stjórin hevði tvær teldur
heima, umframt eina á skriv
stovuni. Hini starvsfólkini høvdu
eina teldu hvør á skrivstovuni.
Landsgrannskoðanin dugir ikki
at síggja, hví starvsfólk hava tørv
á fleiri teldum hvør.
– Í 2015 nýtti stjórin eitt gjalds
kort hjá stovninum til at keypa
eina teldu á einum flogvølli uttan
lands. Teldan varð ikki tollað, tá
hon bleiv flutt til Føroya.
Fíggjarmálaráðið viðmerkir tó,
at sáttmálin hjá bæði stjóranum
og varastjóranum í Gigni geva
teimum rætt til ábyrgdarviðbót. Í
hesum førinum var trupulleikin,
at hon ikki var góðkend av Fíggjar
málaráðnum. Eisini sigur Fíggjar
málaráðið, at tað er einki óvanligt
í, at arbeiðsplássini rinda fyri
eftirútbúgving hjá stjórunum,
men aftur, eingin skrivlig avtala
var gjørd.
Umframt hesar atfinningar
nar, sum eru rættaðar móti pen
inganýtsluni hjá Bjartu Vilhelm,
fyrrverandi stjóra, beinleiðis, so
sigur Landsgrannskoðanin, at
roknskapurin hevur verið merkt
ur av feilum og vánaligari um
siting.
Avgerandi skjøl mangla
Landsgrannskoðanin eftirkannaði
nøkur tilvildarliga vald lønarmál
og varnaðist, at í fleiri førum eru
útbúgvingar og eftirútbúgvingar,
sum starvsfólkini fáa løn fyri,
ikki skjalprógvað. Í stuttum sigur
Landsgrannskoðanin tí, at tað ikki
ber til at siga, um lønirnar vóru
rættar, tí lønarmálini vóru ikki
nóg væl skjalfest. Ein orsøk til,
at Landsgrannskoðanin kannaði
hetta, var at lønarútreiðslurnar
hjá Gigni vuksu við 1,5 milliónum
krónum frá 2012 til 2016.
– Landsgrannskoðanin mælti
til at dagføra øll lønarmálini, so
leiðis at prógv fyri útbúgvingum,
eftirútbúgvingum, skeiðum o.l.,
eru til skjals í málunum. Tað hevur
týdning fyri stovnin til eina og
hvørja tíð at kunna sanna, at lønirnar
eru rættar, og at starvsfólkini hava
lógarkravdu førleikarnar at røkja
størvini sum m.a. heilsufrøðingar,
skrivar Landsgrannskoðanin í við
merkingum sínum til roknskapin
hjá Gigni.
Leiðslan á Gigni vísti á, at av tí
at stovnurin er fluttur fleiri ferðir
seinastu árini og hevur ligið undir
ymsum øðrum stovnum, er væl
møguligt, at onkur skjøl ikki eru
komin við, tá flutt hevur verið, og
tí mangla tey í goymsluni í dag.
Í fleiri førum vísir Landsgrann
skoðanin á, at mannagongdir ikki
hava verið nóg góðar. Landsgrann
skoðanin sigur millum annað,
at tað er sera óheppið, at tann,
ið hevur gjaldkortið um hendi,
eisini er tann, sum skal góðkenna
og leysgeva rokningar umframt
at góðkenna mánaðarroknskapin
mótvegis aðalráðnum.
Størv verða ikki lýst leys
Í seinastu viku stóðst eitt sindur av
roki um, at eitt kunningarfólk var
sett í starv í Mentamálaráðnum
uttan at starvið var lýst leyst.
Landsgrannskoðanin sigur, at
Gigni í fleiri førum hevur brotið
almenna setanarpolitikk landsins.
Størvini sum bókhaldari, KT
grafiskur ráðgevi og reingerðar
fólk vóru ikki lýst leys og lønar
viðurskiftini hjá ráðgevanum
vóru ikki í tráð við galdandi reglur
á arbeiðsmarknaðinum
– Gigni hevur ikki fylgt lógar
ásettu reglunum um setanarviður
skifti, og samanumtikið heldur
Landsgrannskoðanin, at óskrivaði
setanarpolitikkurin hjá Gigni er
ikki í samsvari við setanarpolitikk
landsins, sum ásetir, at øll almenn
størv eiga at verða lýst leys, skrivar
Landsgrannskoðanin.
Í fleiri førum hevur stjórin
eisini nýtt pening uttan neyð
uga góðkenning frá Fíggjarmála
ráðnum, millum annað til lang
tíðarleigu av bilum og KT-útgerð.
– Leiðslan hevur ikki víst
hóskandi fíggjarligan atburð
í sambandi við umsiting av
ognum og viðvíkjandi tí virk
semi, roknskapurin fevnir um,
er niðurstøðan hjá Landsgrann
skoðaranum.
Segði seg úr starvi
Alt í alt er talan um sera harðar
atfinningar móti leiðsluni á
stovninum, so harðar, at tá stjórin
segði seg úr starvi, metti Heilsu-
og Innlendismálaráðið ikki, at tað
var rætt at lata varastjóran røkja
starvið heldur.
Frágreiðingin hjá Landsgrann
skoðanini varð handað Fíggjar
málaráðnum í í februar í ár og í
mai í ár valdi stjórin, Bjarta Vil
helm at siga seg úr starvi. Sum
nevnt bleiv varastjórin vrakaður
sum avloysari og at enda valdi
Heilsu- og Innlendismálaráðið,
sum varðar av Gigni, fyribils at
leggja stovnin undir Gigni og seta
Egil á Bø, stjóra í Heilsutrygd, sum
stjóra í Gigni eisini.
Fíggjarmálaráðið sigur í
stuttari viðmerking, at Bjarta
Vilhelm valdi at siga seg úr starvi
áðrenn ráðið var liðugt at við
gera atfinningarnar frá grann
skoðanini, og tí valdi Fíggjar
málaráðið ikki at gera meiri við
málið.
DANJAL@SOSIALURIN.FO
Landsgrannskoðanin:
– Kortnýtslan hevur verið av slíkum slag, at ivi kann vera, um alt keypið er til
raksturin hjá stovninum, skrivar Landsgrannskoðanin um roknskapin hjá Gigni
Lemjandi
atfinningar
móti stjóranum