Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-31, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. august 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 101 18 1 Hvat er galið við verandi fostur- tøkulóg? Vit halda, at n ú v e r a n d i lóg gáva er ov ógreið og verjir ikki barnið nóg væl. Hetta sæst við at yvir 40 fost- ur tøkur verða í miðal tiknar um árið í Føroyum. Ein lækni skal avgera, um ein fosturtøka skal fremjast, og tískil er tað ofta per són liga meiningin hjá lækn an- um sum er avgerðandi. Tað vil siga, at um tú finn- ur “rætta læknan”, so hevur tú í praksis fría fosturtøku. 2 Hvørjir eru størstu vansarnir við eini meiri liberalari fosturtøkulóg? Vansin er, at fleiri lív verða tikin hvørt ár. Ein liberalari lóggáva fer at viðføra, at vit missa virðingina fyri lívinum hjá barninum í móð ur lív inum, og enn fleiri fosturtøkur fara at verða framdar. Vit síggja til døm is í Grønlandi, har tey hava fría fost urtøku, at tey hava líka nógvar fost- urtøkur sum føðingar hvørt ár. 3 Hvørjir eru størstu vandarnir við eini meiri avmarkaðari fosturtøkulóg? Størsti fyrimunur er, at vit fáa møgu leika at bjarga fleiri lív hvørt ár. Um tað er ov lætt at taka fost ur tøku, so er vandi fyri, at kvinnur, sum koma í neyð, taka eina ov skjóta avgerð, sum tær møguliga fara at angra restina av lívinum. Tað er týdningarmikið, at vit loyva kvinn uni at steðga á, soleiðis at vit kunnu hjálpa og ráðgeva henni við sín um sálarligu-, kropsligu- ella sosi- alu avbjóðingum. 4 Hví metir tú / metir tú ikki, at talan er um at týna lív, tá fosturtøka verður framd? Øll vísindalig prógv eru greið um, at tað er eitt menniskja, og tí hevur tað sama rætt til at liva, eins og vit onnur. Tá ein fosturtøka verð ur framd, hevur fostrið longu høvd, fingrar og øll organir eru skapt. Hjarta bankar longu í triðju viku, og fostrið er eitt serstakt menn iskja í menning. 5 Eigur markið fyri, nær fosturtøka skal vera loyvd/bannað at vera flutt? Tað ber ikki til at áseta eitt ávíst punkt í fosturmenningini, har barn ið brádliga hevur menn- iskja virði, tískil má markið vera har sum fosturmenningin byrjar. Altso ynskja vit at verja fostrið frá giting. Við tað, at mótparturin roynir at áseta eitt mark við til dømis 16. viku, so vísur hetta, at tey hava ikki eitt bein at standa á. Tey við- ur kenna harvið, at fostrið er eitt menniskjalív aftaná teirra sjálvs ásetta mark, men hava onga vís indaliga grundgeving fyri, hví tað ikki er eitt menniskjalív áðrenn hetta markið. 6 Heldur tú, at nakað slag av vegleiðing skal bjóðast mammuni, áðrenn hon fremur fosturtøku? Vit halda sjálvandi, at allar kvinnur skulu fáa ókeypis ráðgeving og veg leiðing, áðrenn tær taka støðu til, um tær vilja taka fosturtøku ella ikki. Sera nógvar kvinnur hava frávalt fosturtøku eftir at hava fingið góða vegleiðing. Somu- leið is skulu vit eisini veita røttu fíggj arligu og sosialu hjálp, tá ið barnið er komið til verðina, so at mamman er før fyri at upp fostra barnið. 7 Hevur pápin nøkur rættindi, tá avgerðin um at fremja fosturtøku, skal takast? Hóast tað er kvinnan sum ber- ur barnið, so skulu vit minnast til, at pápin eig ur barnið líka nógv sum mamm an. Tískil er tað ikki bert mamm an sum skal hava ein sam allan avgerðarætt yvir lív in um hjá teirra barni. NEI! Skulu vit hava fría Meðan tað um aldarskiftið vóru umleið 240 fosturtøkur yvir eitt fimm ára skeið, er talið fyri árini 2011 til 2016 134 fosturtøkur. Talið á fosturtøkur hevur verið fallandi síðani 2007, frá 46 í 2007 niður til 30 í 2014. Einasta undantakið var í 2009, tá 51 fosturtøkur vóru. Um hugt verður nærri at tølunum, so sæst, at tað serliga eru kvinnur millum 20 og 24 ár, sum fáa fosturtøku. Síðani 1994 hava 10 prosent av teimum kvinnum, sum hava fingið fosturtøku, verið í hesum aldursbólkinum. Síðani koma aldursbólkarnir 35-39 ár, 30-34 ár og 25-29 ár. Tey árini, sum almenn hagtøl eru fyri, tað vil siga frá 1994 til 2016, eru fimm gentur undir 15 ára aldur, sum hava fingið fosturtøku. Í sama tíðarskeiðið eru tað tíggju kvinnur yvir 45 ár, sum hava fingið fosturtøku. Onkuntíð verður sagt, at føroysku tølini eru skeiklaði av tí, at fleiri føroyskar kvinnur leita sær til Danmarkar at taka fosturtøku. Magni Arge, fólkatingslimur hevur spurt Ellen Trane Nørby, heilsumálaráðharra í Danmark, hvussu nógvar tær munnu vera, og fekk í gjár svar. Sambært donskum heilsumyndugleikum hava 22 kvinnur, búsitandi í Føroyum, fingið fosturtøku í Danmark síðani 1997. Talið á fosturtøku lækkar og samanborið við grannalondini eru ógvuliga fáar fosturtøkur í Føroyum FÆRRI OG FÆRRI VELJA FOSTURTØKU Aksel Berg TÓRSHAVN NEVNDARLIMUR Í UNG FYRI MIÐFLOKKIN 
 
 
 
 Landsinnsavning Landsinnsavningin verður leygard. 16. sept. 2017 Hjálpið okkum at hjálpa Vit ganga hús úr húsi við bússum Reyði Krossur Føroya Les meira á www.redcross.fo dsinnsavning KJAK Um ta desperatu BÝLIS-STØÐUNA í Havn Virgar Dalsgaard Tað hevur verið tankavekjandi í tí marathon-debattini, sum leingi hev ur leikað í á fb-síðum um bú- stað ar-viðurskiftini í Føroyum, at EINGIN hevur skeitt analytiskt eft ir tí allarsterkastu økonomiini í Europa. Hví halda tit, at Týskland, hóast sín ar kolossalu fíggjarligu musklar IKKI hevur ta somu býlis-neyðina, sum t.d. Norðanlond, England og Franka ríki, sum øll hava nógv veik- ari økonomi enn ta týsku? Orsøkin er sera einføld og skal finnast í tí systematisku DE CEN- TRALI SERINGINI í Týsklandi. Meðan London er næstan alt í Eng landi, Paris er alt í Frankaríki, Kjøp inhavn og Stockholm meg- inýti í Norðanlondum, so er Berlin BARA EIN av einari rúgvu av týð- andi metropolum. München, Hamburg, Køln, Frank furt, Hannover, Dresden, Leip zig, Stuttgart, Nürnberg ella nógv ir aðrir stórir býir í Týsklandi eru minst líka so ernir, sterkir og týð andi sum Berlin. Summir teirra eru nógvar ferð- ir ríkari enn Berlin er. Hetta hev ur verið eitt aðal-eyðkenni fyri Týsk- land, at landið altíð hevur havt nógv umsitingar-pláss og nógv ar smástatir, sum greiddu t.d. bú set- ing sjálvir, óheftir av teimum stóru bý unum ella statunum. Preussen og Bayern blandaðu seg ikki uppí smá umsitingarmál. Tess vegna fekk Týskland fleiri uni versi tet enn nakað annað land. T.d. hevur tann lítli býurin Heidel berg (bara 150.000 fólk) tað elsta universitetið, sum er heilt frá 1386. Decentralisering er ein øgilig styrki. Eingin av teimum gigantisku bil fabrikkunum liggja í Berlin ella Ham burg, men í smærri "útjaðara"- bý um. Hetta hevur ført við sær, at trýst ið á húsamarknaðinum í teim um størstu týsku býunum er nógv linari enn í øllum granna- lond unum. Vit áttu at lært av hesum og lagt stovnar sum Setrið, Lær ara skúl- an, Studentaskúlan, Taks og slík almenn reiður í Norður-Eyst ur- oynni, Suðuroynni og Sandoynni, so høvdu Føroyar loftað sær. Í staðin fyri byggja vit Báb ils- torn ið GLASIR í Havn. At kopiera tann týska út jað ara- politikkin krevur ikki bara intelli- gentar politikarar; tað krevur eisini eitt sera búgvið fólk. Nú kunnu spentir bátaeigarar í Kvívíkar kommunu gleða seg, tí 16. september opnar bátahylurin á Válinum, boðar kommunan frá. Kommunan arbeiðir í løtuni við at leggja seinastu hond á el, vatn o.a. og so verður klárt at taka bátahylin í nýtslu. Kvívíkar kommuna fer at gera eitt sindur burtur úr hendan dagin. Ætlandi fara bátar at sigla frá Skælingi til Válin har hátíðarhald verður kl. 15.00. Innan stutta tíð fáa bátaeigararnir kunning um, hvar teirra pláss er. Kommuna hevur lagt bátarnar eftir stødd og slag, boðar kommunan frá. NÚ VERÐUR BÁTAHYLURIN Á VÁLINUM TIKIN Í NÝTSLU