Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-31, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. august 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. SEPTEMBR 2017 SOSIALURIN 101 17 ørdar tøku síni mannarættindi. Tí er vandi fyri, at tað er eitt mannalív, sum verður tikið, tá ið ein kvinna fær fosturtøku. Harafturímóti staðfestu Bar­ bara Gaardlykke og Hervør Páls­ dóttir fram, tað er ólógligt at taka mannalív. Og tá ið tey í Miðflokkinum eru av teirri sannføring um at fosturtøka er at taka mannalív, vildi tær hava Rúna Steintún at greiða frá, hvat hann heldur, er ein hóskandi revsing hjá einari kvinnu, sum fær fosturtøku. – Skal ein kvinna, sum fær fostur­tøku dømast at sita í fongsli í 12 ár, spurdu tær. Men tað helt Rúni Steintún var ein púra óviðkomandi spurningur, sum hann ikki hevði tikið støðu til og sum hann ikki kundi svara upp á. AKI@SOSIALURIN.FO ÁKI BERTHOLDSEN Fyribils verða ongar broytingar gjørdar í lógini um fosturtøku. Tað staðfestu tinglimir úr samginguni í Løgtinginum á kjak­fundi í Miðlahúsinum miku­ kvøldið um fostutøku. Tað var Javnaðarflokkurin á Fólkatingi, sum skipaði fyri fund­i­num og Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sigur, at tað gjørdu tey tí at tey halda, at tað er neyðugt at fáa eitt kjak í Føroyum um fosturtøku, tí á ólavsøku næsta ár verður málið yvirtikið frá donskum myndugleikum. Ongar broytingar fyribils Tey bæði umboðini fyri sam­gong­ una, sum vóru við á fundinum, bæði Helena Dam á Neystabø úr Javnaðarflokkinum, og Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldi, staðfestu bæði, at endamálið við at yvirtaka málsøki, er ikki at gera nakrar broytingar. Tvørtur ímóti staðfestu tær, at fyribils verða ongar broytingar gjørdar. Hinvegin ásanna tær eisini, at talan er um eina gamla lóg, sum eigur at verða endurskoðað, men tað verður altso ikki fyribils. Annita á Fríðriksmørk sigur, at talan verður heldur ikki um, at einstøk løgtingsfólk fara at leggja nakað uppskot fyri Løgtingið um at broyta fosturtøkulógina, akkurát sum tá ið uppskot um at loyva samkynd at giftast, varð lagt fyri Løgtingið. Tá vóru tað fýra løgtingsfólk sum løgdu uppskot fyri Løgtingið, men tað fer ikki at henda í hesum málin­ um. – Vit eru fleiri løgtingsfólk, sum hava tosað saman og vit hava avtalað, at vit leggja ikki nakað uppskot fyri Løgtingið um at broyta lógina um fosturtøku, sigur Annita á Fríðriksmørk. Hon vísir eisini á, at Løgtingið hevur akkurát verið í einum ára­ longum eljustríði um at broyta hjúnabandslógina og tey halda ikki, at tíðin er tann rætta at fara undir eitt sama slag stríð einaferð afturat. Annita á Fríðriksmørk leggur afturat, at tað er heldur ongin sum leggur trýst á politisku skipanina fyri at fáa lógina broytta, heldur ikki kvinnufelagskapir, ella nakar annar, so fyri so vítt er friður um máli. – Vit hava nógv onnur stórmál, vit skulu avgreiða í næstu framtíð, so fosturtøkulógin verður ikki tikin upp fyribils, leggur hon afturat. Mugu hava eitt kjak Bæði Helena Dam á Neystabø, og Kaj Leo Holm Johannesen halda eisini, at tað er neyðugt við einum djúp­tøknum samfelagskjaki um fosturtøkulógina, áðrenn nakrar broytingar verða gjørdar í fosturtøkulógini. Og serliga Helena Dam á Neysta­bø fegnaðist um, at vit nú fáa eitt etiskt ráð, sum kann reisa teir viðkomandi etisku spurningar, sum taka seg upp í hesum sambandi. Her hugsar hon bæði um læknafrøðiligar, sosialar, lívfrøðiligar og samfelagsligar spurningar. Tað eitiska ráðið kann viðgera hesar spurningarnar á einum fakliga, høgum stigi, so at vit hava tað rætta grundarlagið at byggja okkara støðutakan á, heldur tingkvinnan fyri Javnaðar­flokk­ in. Men annars eru allir flokkar samdir um, at grundleggjandi enda­málið má vera at talið á fostur­tøkum er so lágt sum gjør­ ligt. Og talið á fosturtøkum í Før­ oyum er longu sum er, nógvar ferðir lægri enn tað er í okkara grannalondum, so heldur ikki tað eigur at fáa okkum at skunda okkum at gera nakrar broytingar, halda Helena Dam á Neystabø og Annita á Fríðriksmørk. Kaj Leo Holm Johannesen held­ur samstundis, at eitt, ið eig­ ur at verða gjørt, er at styrkja ráðgevingina og at bøta um sosialar skipanir, tí eisini tað hevði avmarkað talið á fostur­ tøkum. Lógin skal herðast Hinvegin kundi Jógvan á Lakjuni hugsa sær, at fosturtøkulógin verður broytt, men hann kundi hugsa sær, at fosturtøka verður bannað, tí rætturin til lív er treytaleyst. Hinvegin ásannar hann, at tað verður at kalla ómøguligt at fáa lógina broytta, serliga um talan skal vera um at herða hana. Undir øllum um­ støður fer hann at gera alt, sum stendur í hansara makt fyri, at lógin ikki verður frælsari. Eisini Jenis av Rana, sum ikki var við í kjakinum í gjár­ kvøldið, hevur áður sagt fyri okkum, at sum støðan er nú, fer Miðflokkurin ikki at leggja nakað uppskot fyri Løgtingið um at broyta fosturtøkulógina, tí Miðflokkurin vil banna fostur­ tøku og hann ásannar, at tað verður ómøgiligt at fáa ein meiriluta í Løgtinginum fyri tí. Hinvegin boðaði hann samstundis frá, at næstu ferð, Miðflokkurin fer í eina samgongu, skal tað standa í samgonguskjalinum, at fosturtøka skal bannast. AKI@SOSIALURIN.FO Hesi fýra eru ósamd um mangt og hvat í føroyskum politikki. Men eitt eru tey kortini samd um, og tað er, at sum støðan er nú, hevur tað ongan skund at broyta lógina um fosturtøku í Føroyum. Frá vinstru eru tey Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum, Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum, Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldi og Helena Dam á Neystabø úr Javnaðarflokkinum Lógin um fosturtøku verður ikki broytt enn Tinglimir úr fleiri flokkum hava avtalað, at fyribils verður einki uppskot lagt fyri Løgtingið um at broyta fosturtøkulógina