hósdagur 31. august 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 101
16
FOSTURTØKA
ÁKI BERTHOLDSEN
T
að er ongin ivi um, hvat
tey ungmannafeløgini
hjá temum ymsu polit
isku flokkunum í Løg
tinginum, halda um fosturtøku.
Tað gjørdust greitt á fundi í
Miðlahúsinum mikukvøldið, har
Javnaðarflokkurin á Fólkatingi
skipaði fyri kjaki um fosturtøku.
Teir flestu flokkarnir á Løgtingi
hava onga avgjørda meining
um fosturtøku, men eru heldur
lunkaðir, tí teir siga, at talan er um
eitt etiskt mál, har teir ikki hava
eina felags støðu, tí tað stendur
hvørjum flokslimi sær at fylgja
síni egnu sannføring
Tað eru í grundini er tað bar
Miðflokkurin sum hevur eina
greiða, felags støðu, har hann
virkar fyri at banna fosturtøku í
Føroyum.
Støðan greið
Men hinvegin er tað einki lunkað
við støðuni hjá teimum politisku
ungmannafeløgunum. Á kjak
fundinum í Miðlahúsinum vóru
fýra ungmannafeløg umboða og
tvey av teimum, Ungmannafelagið
hjá Javnaðarflokkinum og ung
mannafelagið hjá Tjóðveldi, eru
samd um, at vit skulu hava fría
fosturtøku í Føroyum. Hinvegin
halda ungmannafelagið hjá
Fólkaflokkinum og ungmanna
felagið hjá Miðflokkinum, at
fosturtøka skal vera bannað.
Beinir
Johannesen
fyri
Huxa, sum er ungmannafelagið
hjá Fólkaflokkinum, sigur, at í
nevndini í Huxa eru tey sannførd
um, at rætturin til lív eru mest
grundleggjandi mannarættindi av
øllum og tí skal fosturtøka bann
ast, uttan tá ið tað stendur um lív.
Og tað er eitt sjónarmið, tey
Ung fyri Miðflokkin, eru púra
samd í.
– Vit eru fyri at banna fostur
tøku uttan í teimum føri, har
lív stendur í Vága, segði Rúni
Steintún úr Ung fyri Miðflokkin.
– Vit leggja stóran dent á, at vit
hava tali og skrivifrælsi, men tann
mest grundleggjandi rætturin av
øllum, er rætturin tí lív og hann
skal verjast á øllum økjum, legði
hann afturat.
Barbara Gaardlykke Apol úr
Sosialistisk Ung, sum er ung
mannafelagið hjá Javnaðar
flokkinum, sigur, at kvinnan skal
hava einsamøll hava rættin til at
taka støðu til um hon vil hava
fosturtøku.
– Tað skal hvørki vera ein
lækni, ella ein politikari, sum skal
avgera um ein kvinna kann fáa
fosturtøku ella ikki, sigur hon.
Í Føroyum ber til at fáa fostur
tøku undir serligum umstøðum,
men hon heldur ikki, at tað er
sømiligt, at ein kvinna skal vera
noydd at lúgva seg til eina fostur
tøku við at siga, at hon er neyðtikin,
hevur sálarligar trupulleikar, ella
okkurt annað.
Og tað er Hervør Pálsdóttir úr
Unga Tjóðveldi, sum ungmanna
felagið hjá Tjóðveldi, samd í.
– Lóggávan riggar ikki sum er, tí
í Føroyum ber til at fáa fosturtøku,
uttan at lúka treytirnar í lógini, tí
tað snýr seg bara um at hava tann
rætta læknan, segði hon.
– Í roynd og veru er talan um
lógarbrot og lógarbrot eigur at
revsast og tað er ikki rímiligt, sigur
hon.
Tí heldur hon, at vit skulu hava
fría fosturtøku, men samstundis
skal kvinnan hava atongd til alla
ráðgeving hon hevur brúk fyri,
áðrenn hon tekur endaliga avgerð.
– Eitt forboð fyri fosturtøku fer
ikki at forða fyri fosturtøkum, tað
fer bara at kriminalisera kvinnur í
neyð. Tí er tað betri, at fosturtøka
verður loyvd undir tryggum og
skipaðum umstøðum, heldur enn
tær tær verða framdar í einum
kjallara við ivasomum amboðum.
– Tøl frá alheimsheilstovninum
undir ST siga, at minst 70.000
kvinnur doyggja um árið av meini
tær fáa eftir at hava fingið ólóg
ligar fosturtøku, staðfesti Barbara
Gaardlykke Apol.
– Harumframt eru tað fimm
milliónir kvinnur um árið, sum fáa
álvarsligt mein av eini ólógligari
fosturtøku, legði Hervør Pálsdóttir
afturat.
– Tí er tað sømiligari fyri okkum
sum tjóð at fara væl um tær
kvinnur, sum koma í eina støðu,
har tær vilja hava fosturtøku,
heldur hon.
Eingin veit við vissu
Rúni Steintún heldur hinvegin, at
ongin kann siga við vissu at eitt
fostur ikki er eitt lív, sum hevur
Tey politisku ungmannafeløgini hava nógv greiðari meiningar
um fosturtøku enn móðurflokkarnir í Løgtinginum hava
Tey ungu hava avgjø
meiningar um fosturt
Tey politisku ungmannafeløgini hava greiða støðu til fosturtøku. Frá vinstru eru tey Beinir
Johannesen úr Klaksvík fyri Huxa, sum er ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, Rúni Steintún
av Argjum fyri Ung Fyri Miðflokkin, sum er ungmannafelagið hjá Miðflokkinum, Barbara
Gaardlykkea Apol úr Havn fyri Sosialistisk Ung, sum er ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum,
og Hervør Pálsdóttir úr Havn, fyri Unga Tjóðveldi, sum er ungmannafelagið hjá Tjóðveldi