Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. september 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. september 2017 · Nr. 102 Sera fegin um marknaðardag Vilmund Jacobsen Seinastu vikuna hava menn kring landið verið á náta­ veiði, har ungi fuglurin, sum flýg­ur úr reiðrinum og setur seg á sjógvin, verður tikin við glúpi. Ymiskt er, hvussu náta­ dag­arnir hava roynst. Frætt er frá monnum, sum hava gjørt góðar dagar, men frætt er eisini frá monnum, sum ikki eru heilt nøgdir. Fyri at fáa nakað burtur úr á nátaveiði er avgerandi, at vindurin ikki er ov nógvur, tí tá flýgur fuglurin, soleiðis at ikki fæst fatur á honum. Neyð­ugt er at brúka streym og halda teg til tær góðu náta­leiðirnar, um dagurin rætti­liga skal eydnast. Í byrjanini av vertíðini – um­leið 25. august – kann rokn­ast við, at teir fyrstu nát­ar­nir eru komnir á sjógv­ in. Besta tíðin er um mán­að­ ar­skiftið august/ september, men tá ein vika er farin av sept­ember, má roknast við, at nátatíðin rættiliga er farin at halla. Tó so eru góðir nátadagar áð­ur gjørdir so seint sum 8. september og kanska seinni enn tað, men skal ein dagur eydn­ast so seint í vertíðini, er neyð­ugt, at eingin vindur er. Í dag er 4. september, og enn hevði borið til at tikið náta á sjónum, men í løtuni er veðrið ikki til vildar. Menn, sum liggja fram við at gera ein túr aftrat, vóna, at hetta fer at eydnast mið­ skeið­is í hesi vikuni, tá náti enn kann takast á sjónum. 30 ÁR: Eldrafelagið Nón, sum hevur felagshús í Saltangará, fer at halda stóra 30 ára veitslu í Skótahúsinum við Løkin hin 16. september við Hilmari Jan Hansen sum borðstjóra. Á veitsluni verður góður matur, tónleikur og undirhald. Vitjan og skurður Tað hendir nógv meira úti í Koltri, enn mangur dugir at ímynda sær. Umframt dagliga arb­ eiði, sum er á einum garði, fær Koltur eisini javn­an vitjan í betru tíð­ini av árinum. So­leiðis var eisini ein dagin herfyri, tá tein­ ær­ing­urin Brandur Sig­mundarson við mann­ing kom út í Koltur at vitja Tjóðsavnið. – Tað var líkasum, at tíð­in bókstaviliga bleiv skrúv­að aftur í tíðina, sum Tjóðsavnið í Koltri um­boðar. Eina løtu sá eg fyri mær sum um, at tað vóru mykinesmenn sum settu upp her ávegis á hand­ils­ferð til Havnar. Soleiðis hugleiðir Bjørn Patursson, fyri­støðu­maður í Koltri, um vitjanina hjá teinæringinum. – Tað er hugaligt at síggja kveikjandi áhug­ an millum so mong ung fólk fyri føroyska bátinum – og at tey taka eitt slíkt ódnartak, sum tað er at rógva úr Havn til Kirkjubøar og síðani út í Koltur, leggur hann aftrat. Herfyri hugleiddi fyristøðumaðurin eisini á Facebook- síðuni hjá Koltri um ak­ur­skurðartíð. – Tá komið var út á summ­arið seinast í aug­ ust og út í september, var akurskurðartíð. Tá gingu fólk í akrarnar fyri at vita, um "matur var komin í kornið". Fyristøðumaðurin vís­ir á, at tað var há­ tíð­ar­dagur, tá akurin skuldi skerast og korn­ið heystast. Bjørn Patursson sigur, at soleiðis var í Koltri ár, har kornið varð sátt fyri summarmáladag, 14. apríl. – Gingið hevur verið í akurin, og ivasamt er, tá royndirnar eru av­mark­ aðar. Men, við góðari ráðgeving og sunn­ari fornuft varð at enda avgjørt at skera ak­urin. Talan er um tvey sløg av føroyskum bygg. Fyri­støðumaðurin sig­ur, at endamálið í fyrsta lagi er at varðveita korn­slagið, reina­velt­ ingina og teigalendi. – Akurin er nú skorð­in og bundini sett í hoyggj­ húsið til turkingar, leggur hann aftrat. Nú verða ikki nógvir nátungar tiknir aftrat í hesi vertíðini Miðjað verður eftir, at tveir ella tríggir marknaðardagar verða á Tvøroyri næsta ár Nátatíðin er farin at halla Í morgun veit NCC at siga, at 51 metrar vórðu boraðir og sprongdir á Hvítanesi og 59 metrar á Strondum í síðstu viku. Á Hvítanesi eru teir nú komnir 678 metrar og á Strondum 942 metrar – ella 1.620 metrar tilsamans Vilmund Jacobsen Leygardagin 2. september varð skipað fyri markn­að­ar­ degi í miðbýnum á Tvøroyri. – Hóast heldur stutta freist, eydnaðist markn­að­ar­ dagurin sera væl, og und­ir­ tøk­an hjá teimum luttakandi var framúr góð. Í Tvøroyrar kommunu siga tey, at teilendski mat­ur­ in gekk sum heitt breyð og alt taratilfarið, sum Agnes Mols Mortensen hevði við sær, varð selt. – Póla Strøm, sum fyri­ skip­aði tiltakið vegna Vis­it Suð­ur­oy á Tvøroyri og Tvør­ oyr­ar kommunu, seldi grøn­ meti av Sandi, og tað bleiv skrætt burtur bein­an­veg­in. Í Tvøroyrar kommunu leggja tey aftrat, at Sverri Nils­sen læt væl at plantu­ søl­uni. Tróndur Enni og Lív Næs und­irhildu við væl ljóðandi tónleiki. – Enn ein sera hugnaligur dag­ur, sum bæði luttakandi og vitj­andi tóku sera væl ímóti. Á Tvøroyri miðja tey eftir at hava tveir ella tríggjar slík­ar marknaðardagar kom­ andi ár. Her er tað Juul M. Jacobsen í Nólsoy, sum er komin aftur av nátaveiði