mánadagur 4. september 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. september 2017 · Nr. 102
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
– Landið hevur selt sild á
uppboði fyri 2,25 krónur fyri
kilo.
Avreiðingarprísurin
fyri sild liggur um 5 krónur,
og
avreiðingargjaldið
til
landið er 2 krónur fyri hvørt
kilo.
Stjórnarlimurin í Føroya
Fiskimannafelag,
Mortan
G. Berjastein, vísir á, at mót
tøkumøguleikarnir í Føroy
um gera, at uppsjóvarskip
av og á noyðast av landinum
við onkrari last.
– Umborð á flestu upp
sjóvarskipum eitur tað, at
manningin eigur 17,5 pro
sent av søluvirðinum, pluss
eykapartar. Samlaða býtið
er soleiðis 29 prosent til
manningina – og 71 prosent
til reiðaríið.
Hetta merkir, sigur Mort
an G. Berjastein, at fyri
hvørjar 5 krónur, sum skipið
avreiðir fyri, fara í hesum
førinum 4,25 krónur – ella
84 prosent av veiðivirðinum
– beint í landskassan.
Stjórnarlimurin
legg
ur aftrat, at her luttekur
manningin ikki í uppboðs
sølugjaldinum.
Lítið hugaligt
Hann vísir á, at fyri sild, sum
ikki er seld á uppboði, er eitt
tilfeingisgjald á 75 oyru
fyri hvørt kilo. Avreiðing
argjaldið her er tað sama, 2
krónur fyri hvørt kilo.
– Tað merkir, at 55 pro
sent av søluvirðinum fara í
landskassan, og her ”eigur”
manningin fult luttøkugjald.
Stjórnarlimurin í Føroya
Fiskimannafelag heldur tað
vera ógvuliga lítið huga
ligt at sigla í dag, og hann
undrast yvir, at ávísir bú
skaparfrøðingar – eins og
okkara
fiskimálaráðharri
– halda, at hetta er gott fyri
samfelagið, sum Mortan G.
Berjastein tekur til.
Stjórnarlimurin í Føroya Fiskimannafelag, Mortan G. Berjastein, heldur lítið
um, at so stórur partur av avreiðingarvirðinum fer beint í landskassan
Tað er lítið hugaligt
at sigla í dag
VESTMANNADAGAR: Í døgunum 11.-17. september verður fyri
fimmtu ferð skipað fyri vestmannadøgum. Í Vestmanna eru tey
ovfarin av, hvussu stór undirtøkan hevur undanfarin ár. Her
verða fyrilestrar, framløgur, framsýningar, tónleikur og
gongutúrar – fyri at nevna nøkur ting úr rúgvuni í fjølbroyttu
skránni, sum kann lesast um heimasíðuna – www.vestmanna.fo
Hesa vikuna koma eini
seks ella sjey línuskip inn
at landa
Vilmund Jacobsen
Væntandi koma eini seks
ella sjey línuskip inn at
landa hesa vikuna. Tey
fyrstu koma væntandi í
dag, og síðan koma eini
fýra ella fimm onnur seinni
í vikuni.
Skipini hava mest av
toski, svartkalva og longu
og nøkur hava eisini blá
longu og brosmu.
– Trý línuskip eru ný
liga byrjaði túr og hesi,
sum serliga fiska longu og
brosmu, koma neyvan inn
at landa hesa vikuna.
Á Fiskamarknaði Før
oya vita tey at siga, at eitt
línuskip er farið til Íslands
at fiska, tvey frystilínu
skip fiska í grønlendskum
sjógvi, og tvey frystilínu
skip eru eisini í Grønlandi
og taka ímóti fiski frá
grønlendskum
útróðrar
monnum.
Útlitini til útróður hesa
vikuna eru einki serlig.
Streymurin verður harður,
men veðrið verður hampi
ligt.
– Tað hevur annars verið
lítil útróður higartil í heyst,
og
fiskiskapurin
hevur
verið smáligur, verður lagt
aftrat á Fiskamarknaði Før
oya.
Bjargingarroyndir verða
regluliga gjørdar umborð
á skipum hjá Strandferðsluni,
meðan siglt verður um firðir
og sund. Myndin er tikin, tá
bjargingarroynd var umborð á
Teistanum í síðstu viku.
Garnaskip
brúkiligan
fiskiskap
Fríggjadagin vóru bara
trý partrolarapør til
fiskiskap, men væntandi
loysti okkurt parið
aftrat um vikuskiftið.
Á Fiskamarknaði Føroya
vænta tey, at bara tað
eina parið kemur inn
at landa hesa vikuna.
Tey trý partrolarapørini,
sum hava fiskað gulllaks
síðan apríl, eru nú givin,
tí kvotan er uppfiskað.
Fríggjadagin var bara
ein djúpvatnstrolari
til fiskiskap, men
væntandi fór onkur
út um vikuskiftið.
Djúpvatnstrolarin, sum
er til fiskiskap, fiskar
stinglaks og blálongu.
- Tveir trolbátar koma
inn at landa í dag, og
tríggir koma seinni í
vikuni. Trolbátarnir hava
mest av toski og hýsu
og nakað av flatfiski.
Trý skip royna eftir
svartkalva við gørnum.
Eitt landar í dag, og hini
bæði koma inn at landa
seinni í hesi vikuni.
– Garnaskipini hava
brúkiligan fiskiskap,
verður lagt aftrat.
vilmund@sosialurin.fo
Vænta nógvan línufisk
Streymurin verður
harður, og útlitini til
útróður eru vánalig
– Eg skilji ikki, at nakar heldur, at
hetta er gott fyri samfelagið, sigur
Mortan G. Berjastein, stjórnarlimur
í Føroya Fiskimannafelag