Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. september 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. september 2017 · Nr. 102 Vil gjarna bestemma Leikluturin sum leikstjóri passar Mariu Winther Olsen sera væl, hóast hann kann vera sera krevjandi, tí leikstjórin hevur høvuðs­ ábyrgdina av at fáa filmin at rigga á hvíta tjaldinum. – Eg eri ein leiðandi týpa, og mær dámar væl at be­stemma, og fyri meg er tað perfekt at sleppa at bestemma í einari krea­ tivari prosess. Mær dámar væl at tosa við fotografin um litir, ljós, uppsetingar og annað, og eg elski serliga at arbeiða við leikarum. Tað eru so nógvir vegir at fara, og tí er spennandi at avprøva ymisar møguleikar fyri síðani at finna tað sum kennist mest rætt, sigur Maria Winther Olsen, sum nú stendur á odda fyri sín­ um fyrsta spælifilmi. – Vanliga eri eg sjálv­ sikkur, men við hesum spæli­filminum er tað eitt sindur øðrvísi, tí eg arbeiði við fólkum, sum eru sera dugnalig innan sítt fak. Tí havi eg roynt at funnið fram til, nær eg skal lurta eftir mær sjálvari, og nær eg skal lurta eftir hinum dugnaligu fólkunum. – Hesaferð havi eg lurt­ að nógv eftir teimum, sum eg havi arbeitt saman við, og onkuntíð havi eg verið í iva um, um eg havi lurtað ov nógv eftir øðrum, og tí mist meg sjálva burtur. Men eg líti á fólkini, sum eg arbeiði saman við, tí tey eru so dugnalig, og tey vita, hvat eg ynski við Ninu, sigur Maria Winther Olsen. – Vit brúktu 21 dagar um at taka spælifilmin upp, og onkrar dagar kendi eg meg ikki so trygga. Onkuntíð kendi eg meg útsetta og sár­bara, men hetta gjørdi meg eisini sterkari, sigur hon. Filmur sum útbúgving Tað er munandi meira krevj­andi at gera ein spæli­ film í fullari longd enn at gera stuttfilmar, sum Maria Winth­er Olsen higartil hev­ ur tikist við, og tað er hon greið yvir. – Eg havi ikki kent tað sum eitt so stórt lop, tí eg havi alla tíðina verið avgjørd um, at eg skuldi gera ein spælifilm, og tí havi eg fyrireikað meg til hetta. Fólk minna meg støð­ ugt á, at hetta er eitt stórt lop, men annars hugsi eg ikki so nógv um tað, hóast eg veit fullvæl, at hetta er eitt ógvusligt pro­jekt, og at tað onkuntíð kann tykjast eitt sindur trup­ult at yvir­ skoða, sigur Maria Winther Olsen. Nú eru allar upptøkur­ nar gjørdar til nýggja spæli­filmin, og umfatandi ar­beiði at klippa og seta sam­an er byrjað. – Eg havi sæð allar upp­ tøkurnar í gjøgnum, og vit hava klipt onkrar partar. Okkurt kundi kanska verið øðrvísi, men samanum­ tikið sær tað gott út, og sjón­leikararnir spæla so væl, at eg blívi rørd av mín­um egna tilfari, og tað skal nógv til, sigur Maria Winther Olsen. Eftir ætlan verður NINA liðugur í februar mánaði, so komandi mánaðirnar skal hon brúka sína orku til framleiðsluna av nýggja filminum, og síðani kann alt henda. – Eg fari at vita, hvørjar hurðar lata seg upp eftir hendan filmin, men eg skal í øllum førum arbeiða viðari innan film, og eg ætli mær at gera ein spælifilm afturat. Hesin filmurin er mín útbúgving, og eftir hetta eri eg klár til hvat sum helst, sigur Maria Winth­er Olsen. UNDIR FÝRA EYGUM Hvør er besti lutur, tú eigur? – Tað má vera teldan hjá mær. Í øllum førum brúki eg hana sera nógv bæði privat og í sambandi við arbeiði. Hvat hevði tú gjørt, um tú vann eina millión? – So hevði eg gjørt ein spælifilm afturat. Havi fleiri hugskot, sum eg kundi arbeitt víðari við. UM Mariu Winther Olsen 25 ára gamla Maria Winther Olsen er úr Havn, men hevur búð skiftvis í Danmark og Føroyum. Í løtuni býr hon á Nørrebro í Keypmannahavn. Maria hevur studentsprógv og hevur eisini tikið ymisk skeið innan filmsframleiðslu. Hon hevur verið við í nógvum framleiðslum av stuttfilmum, lýsingum og annað. Stuttfilmurin »Som engle vi falder« hevur vunnið fleiri heiðurslønir. Nú arbeiðir Maria við fyrsta spælifilminum »Nina«. – Fyri meg snýr tað seg um at siga søgur gjøgnum myndir, sigur Maria Winther Olsen, filmsleikstjóri Mynd: Álvur Haraldsen