mánadagur 4. september 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. september 2017 · Nr. 102
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UNDIR FÝRA EYGUM
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvat land kundi tú hugsað tær at vitja?
– Nýsæland, sum er eitt filmsland. Narnia var ein av
filmunum, sum sannførdi meg um at fara at arbeiða við filmi,
og nógvar av uttanduraupptøkunum í filminum eru gjørdar í
Nýsælandi. Eg havi altíð ynskt at sleppa hagar.
Hvat gert tú, tá ið tú slappar av?
– Eti okkurt gott og drekki eitt glas av víni.
EG VIL
ÁVIRKA
FÓLK
Eyðun Klakstein
Tað var á baksetrinum á
einum bili á veg niður eftir
europeiska meginlandinum
við kós ímóti Italia, at
Maria Winther Olsen tók
avgerðina um, at hon skuldi
fáast við filmsframleiðslu.
– Eg hugsaði, at nú veit
eg, hvat eg vil við lívinum
hjá mær. Eg var sera hug
tikin av at finna uppá
søgur og at taka myndir,
og meðan eg hugdi eftir
ymiskum filmum har á
baksetrinum, gjørdist eg
sannførd um, at eg skuldi
gera okkurt innan filmar,
sigur Maria Winther Olsen,
sum tá var 14 ára gomul.
Hóast tað var trupult
at sleppa í gongd við films
upptøkur, tí tað var ikki
lætt at fáa atgongd til
neyðugu tólini, helt Maria
fast við avgerðina, og árini
síðani hevur hon støðugt
leitað innar í filmsheimin
– hon hevur tikið skeið,
gingið á kvøldskúla, verið í
USA, gingið á háskúla í Dan
mark og tók stig til Nolly
wood filmsskúlan í Nólsoy.
Nú er hon í holt við sína
størstu
filmsverkætlan
nakrantíð – ein spælifilmur
á 90 minuttir, sum varð
upptikin
í
Føroyum
í
summar.
Aftur og fram
25 ára gamla Maria Winther
Olsen búði fyrstu sjey árini
av lívinum í Danmark, og
síðani hevur hon flutt mill
um Føroyar og Danmark
fleiri ferðir. Hon fór til Dan
markar at taka 10. flokk og
fyrsta árið av miðnáms
skúla millum annað tí hon
kundi arbeiða meira við
miðlum og filmi á miðla
breyt og verkstaði fyri
ung. Tað var her, at Maria
veruliga byrjaði at fáast
við
filmsframleiðslu
og
fekk sær vitan og royndir
innan fakið.
Síðani kom hon heim
til Føroya at gera mið
námsskúlan lidnan, og hon
gjørdist virkin í Klippfisk
og var við í ymiskum films
verkætlanum.
Í 2013 flutti Maria niður
aftur, og hon hevur búð í
Danmark meira ella minni
síðani, hóast hon í sam
bandi við filmsframleiðslu
hevur verið nógv í Føroy
um.
Øll hesi seinastu tíggju
árini hevur Maria Winther
Olsen leitað eftir vitan,
skeiðum,
uppgávum
og
royndum innan filmsfram
leiðslu.
Vil siga søgur
Maria Winther Olsen hev
ur seinastu árini staðið fyri
ella verið við í fleiri fram
leiðslum av stuttfilmum.
– Fyri meg snýr tað seg
um at siga søgur gjøgnum
myndir. Tað er spennandi
at vita, hvat ein mynd
kann fortelja. Filmsmiðilin
er sterkur, tí hann savnar
alt – orð, tónleik, sjónleik,
myndir og annað, sigur
Maria Winther Olsen.
– Tað er fasinerandi at
uppliva reaktiónir upp á
filmar, sum tú hevur gjørt.
Eg havi altíð havt tað innan
í mær, at eg vil siga søgur
og royna at ávirka fólk. Ja,
eg havi verið eitt sindur
dramatiskt og havi hildið
tað vera spennandi, um eg
kundi fáa fólk at gráta av
einari søgu, sigur hon við
einum smíli.
Nýggi
filmurin
hjá
Mariu
Winther
Olsen
gongur fyri seg í Kalsoynni,
hagar eitt danskt par flytur
at búgva.
– Tá eg geri film er tað
ikki ein ávísur boðskapur
eg vil hava fram, men held
ur at geva hyggjaran eina
uppliving. Men við Ninu
hevur tað tó veirð sindur
øðrvísi, tí við spælifilm
inum vóni eg, at Nina kann
hjálpa við at avtabusera
sálarliga sjúku, sigur Maria
Winther Olsen.
– Eg havi altíð havt tað innan í mær, at eg vil siga søgur og royna at ávirka fólk. Ja, eg havi verið eitt
sindur dramatiskt og havi hildið tað vera spennandi, um eg kundi fáa fólk at gráta av einari søgu,
sigur Maria Winther Olsen, filmsleikstjóri, sum er í holt við sína størstu filmsverkætlan nakrantíð