Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. september 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 4. september 2017 · Nr. 102 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Ísland hevði gyltan møgu­leika at leggja seg einsamalt á odda í bólki I, tá ið víkingarnir, ið tóku øll á bóli í EM-endaspælinum í fjør, vóru á vitjan í hjá Finnlandi í býnum Tampere. Tað gjørdi til eitt risastórt íslendskt vónbrot, tí Finnland vann 1-0 við einum frísparksmáli frá Alexander Ring. Finnland hevði undan dystinum annars einans fing­ið eitt stig í seks dystum. Hetta er ikki fyrstuferð, at Ísland hevur havt trupulleikar av Finnlandi. Í fyrra dystinum ímillum liðini, sum varð spældur í Laugardali í oktobur í fjør, var Finnland á odda heilt til enda, tá ið Íslandi við tveimum mál­ um í yvirtíðini kúgvendi dystinum til ein 3-2-sigur. Tapið hjá Íslandi skuldi vísa seg at gerast serliga kostnaðarmikið, tí argastu kappignarneytarnir, Ukreina og Kroatia, vunnu báðar sínar dystir. Ukreina vann 2-0 ímóti Turka­landi, meðan Kroatia vann 1-0 ímóti Kosovo. Ísland er nú nummar trý í bólkinum, trý stig aftanfyri Kroatia og eitt stig aftan­fyri Ukreina. Í annaðkvøld fær Ísland vitjan av Ukreina í sera týdn­ingar­miklum dysti. B71 hevur kós ímóti næstbestu deild­ini aftur. Liðið av Sandoynni, sum í fjør flutti niður í triðbestu deildini, vann í gjár 4-3 ímóti 07 Vesturi. Leikandi venjarin, Símin Han­sen, skeyt reint hattrikk fyri heimaliðið, sum er á fremsta plássi, fýra stig frammanfyri Skála og fimm stig frammanfyri EB/Streym. Fýra dystir eru eftir at spæla, og nevnast skal, at júst Skála og EB/Streymur skulu spæla ímóti hvørjum øðrum aftur. Í næst­seinasta umfari, tann 23. septembur, spælir B71 ímóti nærm­ asta kappingarneytanum, Skála. SKJÓTING FM í trap hevur verið um viku­ skiftið. Kappingin byrjaði á breytini há veiðifelagnum Byrsumúla í Sandvíkum leygardagin, har lagt varð til brots í liðkapping. Hendan dagin var Byrsumúli A best við 121 dúgvum og 5 stigum, Eysturskot næstbest við 117 dúgvum og 4 stigum og Byrsumúli B triðbest við 117 dúgvum og 3 stigum. Endaliga støðan gjørdist hon, at Byrsumúli A vann liðkappingina við 32 stigum. Nummar tvey gjørdist Eysturskot A við 26 stigum, meðan nummar trý gjørdist Byrsumúli B við 25 stigum. Eisini var hesin dagurin seinasta umfar í Føroya Cup 2017, ið er ein nýggj kapping í føroyskari skjóting, sum fyrstu fer var skotin í fjør. Her vann Alex Johannesen við 262 dúgvum. Nummar tvey gjørdist Finn Ludvig við 260 dúgvum, og nummar trý gjørdist Jón Jacobsen við 257 dúgvum. Sunnudagin vórðu føroya­meist­ arar­nar fyri einstak­lingar funnir. Kappingin gjørdist sera jøvn og spennandi. Eftir seks umfør vóru Alex Johannesen og Finn Ludvig javnir við 129 dúgvum hvør, og neyðugt var tískil við eykumfari, shoot off, fyri at finna vinnaran. Teir fingu 25 dúgvir í part, og her var tað Alex Johannesen, ið dró longra stráðið. Endaliga støðan bleiv tískil hon, at Alex Johannesen úr Eysturskoti er føroyameistari við 129 + (24 av 25 í shoot off), Finn Ludvig úr Byrsumúla silvurvinnari við 129 + (22 av 25 í shoot off) og Jón Jacobsen úr Byrsumúla bronsu­ vinnari við 124 dúgvum. SÚKKLING Seinasta umfar av GIANT Vár­kapp­ ingini varð súkklað leygardagin. Tað var væl av vindi, og hetta argaði teir fimm súkklararnar, ið vóru við á hesum teininum, sum var ein 24 kilometrar langur einkult­startur. Kappingin um fremsta plássið var hørð, og tað vóru einans 14 sekund, ið skiltu vinn­aran, Gunnar Dahl- Olsen, og nummar tvey, Jan Hjalta­ lin Olsen. Nummar trý var Tóri Thorleifsson, nummar fýra var Evald Rasmussen og nummar fimm var Henry Berg. Samlaðu kapp­ ingina, nú øll fimm umførini eru súkklað, vann Gunnar Dahl-Olsen frammanfyri Tóra Thor­leifsson og Jan Hjaltalin Olsen. Dagarnar 5. til 7. oktobur verður kapp­ast um tey trý FM-heitini í landa­veg­ súkkling, nevniliga í einkult­starti, býarsúkkling og landa­vegsúkkling. TALV Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska (myndin), luttekur í hesum døgum í stórari World Cup-kapping í georgiska høvuðsstaðnum, Tbilisi. Fleiri av heimsins fremstu telv­ arum, eitt nú heimsmeistarin Magn­us Carlsen, eru við í hesi kapp­ ingini, har Helgi er við sum meistari fyri evropeiskar smátjóðir og er styrkismettur sum nummar 108 av teimum 128 luttakarunum. Í allar­ fyrsta dystinum gjørdi før­oyski nýklakti stórmeistarin tó styrkis­ metingina til skammar, tí hann fekk remis ímóti Teimour Radjabov úr Aserbadjan, ið er styrkismettur sum nummar 22 í heiminum. Hetta var enntá við svarta fólkinum, og í seinna dystinum teirra millum, sum verður í dag, hevur Helgi Dam Ziska hvíta fólkið. Vinnarin av talvinum í morgin fer víðari í kappingini. Um talvið endar javnt, skulu Helgi og Radja­ bov telva kviktalv og snartalv fyri at avgera dystin. – Hann er ein sera sterkur telvari, men eg havi ein kjans. Tá ið tað eru tvey talv, so kann tað verða, at vit kunnu fáa tvey jøvn talv, og so skulu vit telva kviktalv og snartalv fyri at avgera. Um vit koma so langt, verður mín møguleiki at vinna størri, tí í kviktalvi og snartalvi er tíðin styttri, og tá kann alt henda, sigur Helgi Dam Ziska. – Hann er nummar 22 í heiminum, eg eri nummar 500, so tað er munur á. Eg havi 20 prosent møguleika at vinna, og fyrst og fremst taki eg hetta sum eina uppliving, sigur Helgi Dam Ziska. paturalbinus@sosialurin.fo Føroyski stórmeistarin í talvi, Helgi Dam Ziska, luttekur í hesum døgum í World Cup- kapping í Aserbadjan. Byrjanin hevur verið einki minni enn framúr JAVNT ÍMÓTI HEIMSINS NUMMAR 22