Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. september 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. september 2017 · Nr. 102 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Føroyska U21 landsliðið tapti hósdagin greitt 3-0 móti Danmark á Tórsvølli. Hóast stríðsandin var til staðar á liðnum, megnaðu føroysku dreingirnir lítið móti dønum, har ferðin í spælinum tóktist at vera avbjóðandi André Olsen Eftir fleiri undankappingar hjá U21 landsliðnum við góð­um úrslitum, hava hesi sein­astu árini hilnast heldur verri. Hósdagin spældi U21 lands­liðið annan dystin í nýggju undankappingini, tá U21 landsliðið tapti 3-0 móti Danmark á Tórsvølli. Talan er um annan 3-0 ósigurin hjá før­oyska U21 landsliðnum, og ósigurin hósdagin var ikki eitt mál ov lítið. Sam­ an­borið við gongdina hjá U21 landsliðnum fyri nøkr­ um árum síðani, tá talan mestsum bara var um sól­ skins­søgur og frálík úrslit, tykist vend nú vera komin í. Føroyar formáddu sær lítið Dysturin hósdagin vísti eina mynd av einum før­ oysk­um U21 landsliðið, ið arbeiddi væl, men sum lítið formáddi sær móti danska mótstøðuliðnum. Donsku leik­ararnir vóru kvikari, sterk­ari og hugsaðu skjótari bæði við og uttan bólt enn føroysku leikararnir í nær­ um øllum fasettunum av spælinum. Av tí sama rann føroyska liðið aftaná gjøg­ num mestsum allan dystin, har ein uppgerð á Instat - ið skrásetur øll hagtøl vísir, at Danmark hevði bóltin 72% av tíðini í mun til 28% hjá Føroyum, og at einans 66% av teimum føroysku av­leveringunum riggaðu, saman­borið við 88% hjá Dan­ mark. Kunnu vera fleiri orsøkir Men hvussu ber tað til at eitt føroyskt U21 landslið nú megnar so illa at spæla upp ímóti einum donskum U21 landsliðið, tá føroyska U21 landsliðið fyrr hevur spælt javnleik á heimavølli móti dønum, umframt vunn­ið óvæntaðar sigrar móti øðrum londum og spælt upp ímóti stórum lond­um. Tað tykist vera stóri spurningurin eftir U21 lands­dystin hósdagin. Hóast einki einfalt svar er at finna til spurningin, kunnu tað vera fleiri orsøkir. Dysturin móti dønum hósdagin vísti eina mynd av einum før­ oyskum liðið, ið hevði eitt meira verjusinnað útgangs­ støðið enn áður. Tá hugsað verður um, at Føroyar í flestu dystunum, er nógv meira í verjustøðu enn mót­ støðuliðini, er tað heldur einki galið í at hava eitt verju­sinnað útgangsstøðið. Men tá er umráðandi at Føroyar nærum altíð kann fara í skjótálop við nøkrum leikarum. Tær skjót­álops­ støð­urnar kom føroyska liðið alt ov sjáldan í hósdagin. Okk­ara kantspælarar, ið eru týdningarmiklastu leik­ arar fyri at fremja skjótálop, vóru hósdagin trýstir so mikið langt aftur, at teir alt ov ofta komu at standa sum verjuleikarar, soleiðis at seks lógu á linjuni í verju­ketuni. Fyrst fýra verju­leikarar, og síðani teir báðir kantarnir. Hetta gjørdi at møgu­leik­ arnir til at spæla frameftir vóru ov avmarkaðir, og av tí sama var møguleikin mest­ sum bara at spæla langar bóltar í bakrúmið til Jákup Thomsen, sum lá einsamallur móti donsku verjuni. Hinir eru bara skjótari Harafturat megnaði føroyski miðvøllurin alt ov sjáldan at fáa rytmu í spælið og at fáa samanhangandi avlever­ ing­ar, sum hevur alstóran týdning í tílíkum dystum. Tá U21 landsliðið var uppá tað besta fyri nøkrum árum síðani, vóru tað altíð løtur í dystinum, har liðið var spæl­ stýrandi og megnaði at spæla trýkantsspæl gjøgnum mið­ vøllin. Tað sást ongantíð hósdagin, hóast leikararnir á miðvøllinum allir vóru profilar fyri síni feløg í Effo- deildini. Tað tóktist sum um at danir alla tíðina vóru kvik­ari enn føroyingarnir á tí økinum, bæði í høvdinum við at hugsa og í skjótleika við at bróta spælið ella at avlevera. Júst tað tykist at vera aftur­ vendandi trupulleikin fyri føroyskan fótbólt í fleiri altjóða dystum. Og tá er tað ikki bara talan um støður hjá sentralu miðvallarunum, men yvir allan vøllin. Ferðin í spælinum, tykist vera størsta avbjóðingin hjá føroyskum fótbólti í løtuni, har altjóða fótbóltur hevur flutt seg al­samt meira tann vegin seinastu árini. Vit síggja út til at hava ein trupulleika til at vera við tá tað kemur til skjótleika – bæði í tanka og í beinum, meðan vit á øðrum økjum ikki hava trupul­leikar longur. Millum annað við­víkjandi orku og organisatión – hóast orga­ nisatiónin hósdagin hjá U21 landsliðnum ikki sá so gott út sum onkuntíð áður. FÓTBÓLTUR U21 LANDSLIÐIÐ TAP GREITT Á TÓRSVØLL