Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. september 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 4. september 2017 · Nr. 102 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 André Olsen Longu týsdagin klokkan 16:00 skal føroyska U21 landsliðið í eldin aftur, tá Føroyar á útivølli spæla móti Finnlandi. Undan dystinum móti Finnlandi týsdagin er greitt, at í øllum førum ein broyting verður á føroyska liðnum til dystin, og sambært Eli Hentze, U21 landsliðsvenjara, kunnu út­sagnirnar benda á fleiri broytingar á føroyska lið­ num. – Fyri tað fyrsta hava vit ikki enn tikið endaliga avgerð um liðið, men tað er í øllum førum greitt, at í málinum verður ein broyt­ing. Elias Rasmussen, ið hev­ur staðið sum fyrsti mál­verji, verður ikki við til dystin týsdagin, tí at hann er upptikin í út­ búgvingar­ørindum. Tað verður tí Karstin Hansen úr NSÍ, ið kemur at standa í mál týsdagin. Restina av liðnum hava vit ikki tikið støðu til enn, men tað verður brúk fyri øllum góðum kreftum týsdagin, tí fleiri leikarar vóru troyttir aftaná dystin móti Danmark, sigur Eli Hentze. Finnland er veikari enn Danmark Dysturin týsdagin er tann triði hjá føroyska liðnum í hesum bólkaspælinum, með­an talan verður um fyrsta dystin hjá finska U21 landsliðnum. Hóast tað, so eru teir í før­oyska ferða­lag­ num væl fyri­reikaðir uppá mótstøðuliðið, tí Finnland hevur spælt nógvar venj­ ingardystir áðrenn undan­ kappingina. – Fótbóltsliga er finska mótstøðuliðið veikari enn tað danska, ið vit møttu seinast. Men teir spæla eis­ini øðrvísi. Vit hava hugt eftir dystum hjá Finn­landi, har teir í øll­um dystunum spæla við tveim­ um beinleiðis áleyp­arum, umframt tveimum álops­ sinnaðum kant­spælarum. Tá teir spældu úti móti Eysturríki í venjingardysti, lupu teir á frá byrjan, og tað vænti eg heilt víst eisini at teir fara at gera móti okkum, sigur Eli Hentze. Skulu vera betri á bóltinum Eli Hentze er at enda sjálv­ sagt iki nøgdur við tapið í seinasta dystinum móti Dan­mark, men heldur at føroyska liðið kann taka ávís viðurskifti við sær frá tí dystinum, har nógv tó skal betrast. – Í mun til seinasta dyst, skulu vit vera nógv betri á bóltinum og í framrættaða spælinum. Tað kann flyta okkum nógv, meðan vit væl fáa tikið innsatsin og ávísar partar av verjuspælinum við okkum frá dystinum móti Danmark. Vit góvu ikki rúgvuvís av mál­møgu­ leikum burtur, sigur Eli Hentze at enda. U21 landsliðið: Nýggjur málmaður móti Finnlandi U21 FØROYAR 0 1 DANMARK 0 3 Føroyar – Danmark 0-3 (0-1) 0-1 Marcus Ingvartsen, 13. 0-2 Rasmus Nissen Kristensen, 59. 0-3 Mathias Jensen, 66. Føroyar: Elias Rasmussen – Benjamin Heinesen, Bartal Wardum, Ólavur Niclasen, Erlendur Magnusson – Teit Jacobsen (Petur Knudsen, 83), Hákun Edmundsson, Jákup B. Andreasen, Betuel Hansen, Jóannes Bjartalíð (Meinhard Olsen, 66) – Jákup Thomsen Danmark: Daniel Iversen – Joachim Andersen (Asger Sørensen, 82), Victor Nelsson, Jacob Rasmussen – Rasmus Nissen Kristensen, Mikkel Duelund, Mathias Jensen, Philip Billing, Mads Pedersen – Robert Skov (Jacob Bruun Larsen, 69) – Marcus Ingvartsen (Jannik Pohl, 76) Bjarni Petersen Petur Knudsen Meinhard Olsen 4 4 5 4 ELIAS RASMUSSEN 3 JÓANNES BJARTALÍÐ 3 HÁKUN EDMUNDSSON 5 BARTAL WARDUM 3 TEIT JACOBSEN 3 BETUEL HANSEN 5 ÓLAVUR NICLASEN 3 BENJAMIN HEINESEN 3 ERLENDUR MAGNUSSON 3 JÁKUP B. ANDREASEN 4 JÁKUP THOMSEN PTI I Greitt er, at í øllum førum ein broyting verður á føroyska liðnum, sum týsdagin spælir á útivølli móti Finnlandi. Tað váttar U21 landsliðsvenjarin, Eli Hentze