mánadagur 4. september 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. september 2017 · Nr. 102
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
RONALDO YVIRHÁLAÐI PELÉ
Við málið nummar 78 fór Ronaldo uppum gomlu stjørnina Pelé
í altjóða málum. Pelé skoraði tilsamans 77 mál í 91 dystum
fyri sítt heimland Brasil. Tað er tó eitt sindur eftir á mál hjá
Ronaldo, um hann hevur ein dreym um at náa hægsta tindin í
málum fyri land sítt. Hann er á einum deildum fimta plássi.
Tað bleiv aftur til »The Ronaldo show«, men hesaferð
meiri á vøllinum enn uttanfyri. Tríggjar ferðir revsaði
hann okkum og staðfesti at tað er langt upp til
evropameistararnar. Tó vóru glottar at síggja í
føroyska spælinum og nýggju spælskipanini
TRÓNDUR ARGE – ESTADIO DO
BESSA, PORTUGAL
Ein tíma undan dystarbyrjan
er tómt á Estadio do Bessa,
sum er leikvøllurin hjá Boa
vista, sum hevur heimstað í
portugisiska býnum, Porto.
Úr hoytalarunum buldrar ein
jingla, sum skal avspælast, tá
Portugal skorar.
Stadionspeakarin
brølar
»Cristiano
Ronaldo!«.
Tað
gongur ein lítil løta, so endur
tekur søgan seg. Oyrini eru um
at bresta, men tú situr eisini
við eini kenslu av, at hetta er
nakað tey vænta í Portugal.
Tey vænta at evropameistarnir
vinna á Føroyum, eftir at hava
vunnið 6-0 á Tórsvølli í fjør.
Dysturin er bara tveir
minuttir gamal, tá Cristiano
Ronaldo í leysari luft fluktar
bóltin í málið til 1-0.
Vælkomin til Portugal til
»The Ronaldo Show«.
Ronaldo, Ronaldo,
Baldvinsson, Ronaldo
Í meir enn ein tíma er næst
an alt Ronaldo á Estadio
do Bessa. Hann er nógv á
bóltinum, hann skorar upp
á brotsspark og hann leggur
til 3-1 málið, sum punkterar
spenningin og føroyska liðið.
Síðani
skorar
hann
líka eitt afturat og fær sítt
hattrik, meðan føroyska verj
an situr á reyvini.
Jú, Cristiano Ronaldo livdi
upp til heitið sum heimssins
besti fótbóltsspælari, og til
royndarkoyringina av jingl
uni undan dystinum – men
har kom ein skøva í plátuna.
– Tað segði »BUMM!«
Ta skøvuna átti Rógvi Bald
vinsson, tá hann stutt fyri
hálvleik fluktaði bóltin í
málið og minkaði um munin
til 2-1. Skotaði var so hart, at
málverjin ongan møguleika
hevði bjarga. »BUMM« segði
Rógvi Baldvinsson, eftir at
hann hevði meddað bóltin í
málið.
Málið bjargaði í nógvar
mátar upplivingini í Portu
gal, tí tað var spenningur
heilt til Cristiano
Ronaldo skoraði til
3-1.
Hóast tað bleiv til
heili 5-1, so kundu vit
eisini havt skoraði eitt
til tvey mál afturat.
Góðkent
Samanumtikið var talan
um blandaðar kenslur eftir
dystin. Okkurt var gott,
men okkurt var eisini minni
gott. At tað tapa 5-1 skal
ongantíð góðtakast, men í
ávísum umstøðum mugu vit
tola, at Føroyar ikki hevur
størstu ávrikanina á úrstilið.
Við eini skifting í spæl
skipanini,
fleiri
profilum
uttanfyri og einum tendr
aðum portugisiskum liðið, so
er 5-1 til at liva við – um vit
vinna á Andorra.
Debut til Patrik
Millum søguligu hendingar
nar hendan dag var, at
Patrik Johannesen koma á
vøllin fyri fyrstu ferð. Hann
hevur veruliga fingið sítt
gjøgnumbrot í føroyskum
fótbólti í ár. Tí kemur tað
ikki so óvart á, at hann nú
fekk sínar fyrstu minuttir.
– Tað var stuttligt og eg
haldi eg gjørdi tað gott, tað
løtuna eg var inni, sigur
Patrik Johannesen.
Føroyar hava tapt 11-1 fyri
Portugal í hesi undankapp
ingini. Tað er ikki gott nokk
og serliga fyrsti dysturin
stendur sum eitt ringt minni,
men soleiðis er tá tú skal
spæla millum tey stóru.
– Vit vóru sera væl fyri
reikaðir upp á at spæla móti
tykkum.
Føroyar
spæla
góðan fótbólt og tapa sjáldan
stórt. Tí løgdu við nógv fyri,
sigur José Fonte, miðverji hjá
Portugal.
Vit fáa einki ókeypis
longur – heldur ikki frá
evropameistarunum.
Tað
mugu
vit
venja
okkum
við. Vit eru ikki longur ein
pinkutjóð í altjóða fótbólti,
men vit eru heldur ikki stórir
nokk til at spæla við í “The
Ronaldo Show”.
trondur@sosialurin.fo
RONALDO,
RONALDO
OG AFTUR
RONALDO
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
1: Avrikið er út av lagi
vánaligt og kostar dystin
2: Avrikið er vánaligt og
dystaravgerandi
3: Avrikið er væl undir
miðal og tað sæst aftur á
liðavrikinum
4: Avrikið er undir miðal,
men ikki avgerandi
5: Avrikið er miðal og
spælarin røkir tær
uppgávur hann skal
6: Avrikið er beint yvir miðal
7: Avrikið er yvir miðal
og tað sæst aftur á
liðavrikinum
8: Avrikið er væl yvir miðal
og spælarin er avgerandi
9: Avrikið er framúr
og spælarin er
dystaravgerandi
10: Á landsliðið og seldur í
morgin!
Nýggjar spælarametingar:
Greitt tapt fyri evropameistarunum:
BALDVINSSON