Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. september 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. september 2017 · Nr. 102 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Tórsvøllur Mangan hava leiklutirnir verið øvutir. Føroyar hava ver­ið spáddar at verið við undir­lutan, og mótstøðuliðið, tann greiði favoritturin, hevur gjørt alt fyri at tosa seg burtur frá tí greiða yvir­ luta­num fyri at vísa virðing fyri mótstøðuliðnum og fyri at fáa egnar leikarar at taka upp­gávuna í størsta álvara. Hesaferð vóru tað vit, ið sótu í støðuni sum greiðir favoritt­ar undan dystinum ímóti Andorra. Vit hava lært av hvussu onnur gera tað, og nú sluppu vit at gera tað – at rósa mótstøðuliðnum og ferð omaná ferð nevna hvussu trupul uppgávan fór at verða. Uppgávan skuldi takast í full­um álvara, eingin ivi um tað, men innast inni vistu vit, at vit vóru greiðir favorittar. Tað søgdu tey eisini, sum hava skil fyri tølum. Vedd­ ingar­fyritøkurnar mettu við ein munn, at Føroyar høvdu 70% møguleika at vinna dyst­in. Tað er lætt at siga, at Andorra stendur væl í verju­ ni og fyrr í ár hevur vunnið ímóti Ungarn, men hinvegin sigur tað ikki minni um støð­ið hjá Andorra, at teir hava fingið eitt stig burt­ ur­úr teirra tilsamans 50 landsdystum á útivølli. Gilli Hildið varð fast við ser­ligu uppstillingina frá Portu­ gal-dystinum, har Før­oy­ar í verjustøðu høvdu fimm mans í verjuni, men í álops­ støðu fingu vong­bakk­ar­nar – Jónas Tór Næs og Viljorm David­sen – fram við. Andorra stillaði upp við einari klassiskari 4-4-2, og hóast hetta gav pláss til Før­ oyar frameftir vøllinum, ser­ liga í báðum borðunum, so høvdu Føroyar sanniliga sín­ ar avbjóðingar ímóti hesum stríð­andi monnunum úr Andorra, sum heldur vildu pilka niður enn byggja upp. Føroyar vóru omaná í spæl­býti, og tað var eitt av teim­um frægu á l o p u n u m , sum førdu til 1-0-málið hjá F ø r ­o y u m . Hetta var í 31. minutti. S k j ó t t s m á s p æ l á miðjuni endaði við at lata upp fyri plássi í høgra borði, haða­ni Sølvi Vatnhamar sendi bólt­in innfyri málið. Bólt­ur­in lá nakað aftarliga, men Fróði Benjaminsen fekk stútað hann útfrá, har Gilli Rólantsson við einum góð­ um sparki við vinstra beini smekkaði bóltin inn við handaru stong til 1-0 til Før­ oy­ar. Hetta var fyrsta málið hjá Brann-spælaranum á før­ oyska A-landsliðnum. Serliga í seinna hálvleiki hekk føroyska spælið illa sam­an, og tað eydnaðist teim­um úr Andorra at bróta før­oysku rútmuna við ótelj­ andi fríspørkum, dráli og øðr­um ónáðum, sum tí­bet­ ur hesaferð ikki fingu øst føroysku leikararnar nevni­ vert. Andorra fekk lagt eitt lítið trýst seinastu løtuna, men tað var eyðsæð, at hetta ikki var mótstøða av ovastu rók, og Føroyar fingu vart ein uppi­bornan 1-0-sigur í hús. Stórt fet Hetta er ein nýggjur leiklutur fyri okkum, men hetta er ein leiklutur, sum vit øll skulu vera til reiðar at taka á herðar okkara, um vit nú skulu vaksa við uppgávuni og veruliga taka tað fetið, ið føroyskur landsliðsfótbóltur hevur tikið. Tað er ikki til at kjakast um, at Føroyar hava tikið fetið víðari – í øllum førum á vøllinum. Hetta var søgu­ skriving, og tað stendur svart upp á hvítt, at verandi lands­lið er tað føroyska lands­liðið, ið hevur savnað flestu stig saman í einari undan­kapping. Eisini uttanfyri vøllin hava vit flutt okkum. Kring­ um­støðurnar vóru fram­úr, og á flest øllum her­mót­ um stóðu vit royndina sum favorittar. Tað er eitt satt upplivilsi at koma á Tórsvøll, og áskoð­ar­ar koma ikki longur at hygg­ja at stjør­n­ u n u m hjá mót­støðu­ lið­num. Vit hava okkara egnu stjørnur, og tað vitnar ein útseldur Tórsvølur um ímóti pinkutjóðini Andorra, har vit neyvan kenna so frægt sum eitt eftirnavn á mót­støðu­liðnum. Um ein góðan mánaða fáa Før­oyar vitjan av Lettlandi, sum vit í fyrra dystinum vun­nu 2-0 ímóti á útivølli. Fyrstu ábend­ingarnar frá vedd­ingar­fyri­tøk­un­um siga, at dysturin er púra javn­ur, men skuldu vit verið út­ nevnd­ir sum favorittar, so ræðast vit tað ikki. Vit hava staðið roynd­ina sum favorittar, og vit hava sett stigamet. Alt, sum nú kemur fyri okk­um, er ein síðu­vinn­ing­ur. albinus@sosialurin.fo FÓTBÓLTUR Tað var hvørki vakurt ella sannførandi, tá ið Føroyar vunnu 1-0 ímóti Andorra, men vit hava nú staðið royndina sum favorittar og hava sett stigamet STÓÐU ROYNDINA SUM FAVORITTAR