mánadagur 4. september 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 4. september 2017 · Nr. 102
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
brúk fyri í heldur rokaliga dyst
inum í dag. Uppleggið telur eitt
upp.
René Shaki Joensen
5 (Út 54.min)
Stríddist somuleiðis væl á miðvøll
inum, men bleiv skiftur út tíðliga
í seinna hálvleiki, tí hann lenaði
seg upp í móti eini útvísing. Hevur
neyðuga temposkiftið, sum skal til
fyri at spæla altjóða fótbólt, men
manglar enn at sláa ígjøgnum á
landsliðnum, men hevur prógvað
at hann hevur evnini til tað.
Gilli Rólantsson 6
Skoraði einasta málið í dystinum og
bleiv harvið dystaravgerandi, men
hetta var ikki besti dysturin hjá
tvøramanninum á landsliðnum.
Tað hevur óiva nógv at siga fyri
hann, tí hetta tykist verða byrjanin
til hansara gjøgnumbrot á lands
liðnum.
Hevði annars ikki bóltin so nógv.
Kom tvær ferðir í gyltu kontra
støðuna, men manglar enn at fáa
umsett støðurnar til málmøgu
leikar. Tað verður næsta stig, tí nú
kemur hann fleiri ferðir í støðurnar.
Málið telur eitt upp!
Sølvi Vatnhamar 5
Stríddist enn eina ferð væl á høgra
vongi og átti innleggið, sum seinni
gav málið. Kemur tó sjáldan í
góðar álopsstøður longur, men er
skilagóður á bóltinum og tekur
mangan neyðugar avgerðir. Leggur
nógvar metrar eftir sær og tað ger
eisini, at hini londini sjáldan sleppa
at byggja upp í okkara høgru.
Jóan Símun Edmundsson 5
Kom at standa illa fyri í bæði fyrra
hálvleiki og seinna hálvleiki. Í
fyrra hálvleiki var einki pláss hjá
toftamanninum at spæla í, meðan
hann í seinna hálvleiki bleiv alt ov
einsamallur. Tað gjørdi at hann í
fyrra hálvleiki leitaði langt aftur
í vøllin, meðan hann seinna hálv
leiki sjáldan fekk hjálp frá viðspæl
arunum. Vísti fleiri ferðir góðan
bóltførleika, men tóktist at sakna
onkran at spæla við. Hóast ein
sigur, so var ikki talan um besta
dystin hjá toftamanninum.
Róaldur Jakobsen 5
(Inn 54.min)
Kom inn á miðvøllin fyri René
Sahki Joensen, men fekk ongantíð
sett seg á spælið. Til tað høvdu vit
bóltin ov lítið, men var í løtum við
í góðum samanspælið, sum tó bleiv
umsett til nakað serligt.
Landsliðið hevur brúk fyri øll
um góðum kreftum. Tí er deiligt at
síggja bóltsterka miðvallaran aftur
á landsliðnum.
Klæmint A. Olsen
(Inn 85.min)
Kom inn seinastu fimm minutt
irnar, men tað er torført at gera eina
støðumeting. Rann teir metrarnar
hann skuldi og stríddist um bóltin.
Skuldi kanska heldur havt verið
á vøllinum í fyrra hálvleiki, tá vit
vóru í oftari í álopi.
Kaj Leo í Bartalsstovu
(Inn 90.min)
Íslendski
steypavinnarin
kom
inn sum ein liður í at fáa tíðina at
ganga. Vísti teir fáu minuttirnar
hann var á vøllinum, at hann hevur
evnini at halda upp á bóltin.
Lars Olsen 5
Talan bleiv ongantíð um nakran
taktiskan sigur. Venjarin valdi at
halda fram við somu uppstilling.
Tryggjaði liðið í verjustøðu og
vónaði so at fáa eitt mál. Tað eydn
aðist og fyri fjórðu ferð i hesi
undankappingini, er einki mál farið
í gjøgnum. Venjarin gjørdi akkurát
nokk til at vinna dystin.
1: Avrikið er út av lagi
vánaligt og kostar dystin
2: Avrikið er vánaligt og
dystaravgerandi
3: Avrikið er væl undir
miðal og tað sæst aftur á
liðavrikinum
4: Avrikið er undir miðal,
men ikki avgerandi
5: Avrikið er miðal og
spælarin røkir tær
uppgávur hann skal
6: Avrikið er beint yvir miðal
7: Avrikið er yvir miðal
og tað sæst aftur á
liðavrikinum
8: Avrikið er væl yvir miðal
og spælarin er avgerandi
9: Avrikið er framúr
og spælarin er
dystaravgerandi
10: Á landsliðið og seldur í
morgin!
Nýggjar spælarametingar:
Myndir: Sigmar Mørkøre