Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. september 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. september 2017 · Nr. 102 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hey Gilli og til lukku við sigrinum, hvussu kennist? Hetta er fantastiskt. Tað er fullstendiga líka mikið hvussu vit vinna. Vit skuldu bara vinna og tað er bæði lekkurt og deiligt. Hvussu var at spæla? Vit vistu at teir fóru at klípa og traðka á føturnar og brúka øll tey skitnu triksini, men vit kláraðu at halda høvdið kalt. Hvussu minnist tú málið? Ein langur bóltur kemur innfyri og Fróði Benjaminsen stútar bóltin útfrá. Hann sigur, at hann ætlaði at saksa bóltin, men eg fái hann og seti hann í málið. Eg skoraði eitt líknandi mál fyri Brann herfyri. Tað var fantastiskt at síggja bóltin fara í málið og so gera jubilsenuna. Deiligt at spæla ein góðan landsdyst? Eg havi havt eina góða kenslu í kroppinum hesa vikuna og vant hart. Eg havi klárað meg væl í Brann og tað er týdningarmikið, at eg fái tað spælið yvirført til landsliðið. Hvør hevur verið kritiskur? Lars Olsen hevur verið eitt sindur kritiskur, og ikki minst beiggi mín og pápi mín, so tað var gott at prógva nakað fyri teimum Vikan ið fór Føroyska fótbóltslandsliðið setur met við sigrinum á Andorra. Liðið hevur nú vunnið sær átta stig í HM 18 undankappingini. Gilli Rólantsson skorar einasta málið á Tórsvølli Føroyska U21 landsliðið tapur 3-0 fyri Danmark á Tórsvølli. U21 landsliðið hevur nú spælt tveir dystir og tapt báðar 3-0. Cristiano Ronaldo er aftur á blettinum, tá Portugal vinna heili 5-1 á Føroyum í Porto. Rógvi Baldvinsson skorar føroyska málið. Í hálvleikinum er 2-1 og spenningur. Helgi Dam Ziska telvar javnt í fyrsta dystinum í HM kapping. Hann helvar móti nummar 22 í heiminum og hevur svarta fólkið KÍ spælir óvæntað javnleik í Gundadali móti HB í 1.deild hjá kvinnum. Nú er aftur spenningur í FM kappingini, har EB/ Streymur/Skála bjóðar av Jóan Símun Edmundsson boðar frá, at hann heldur fram í OB til kappingarenda, hóast sáttmálin gongur út við kappingarenda ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Gilli Rólantsson Føddur: 11. august 1992 Ítróttur: Fótbóltur, Brann Bergen Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1 Gilli Rólantsson skoraði sigursmálið í gjár, men hvussu nógv mál hevur hann skorað fyri landsliðið? 2 Andorra skoraði ikki í dystinum í gjár, men hvussu oftani hava vit hildið mótstøðuliðnum frá at skora í hesi undankappingini? 3 Hvussu eitur liðskiparin og miðverjin hjá Andorra, sum mangan er umstríddur? 4 Ein spælari spældi sín fyrsta landsdyst í Portugal. Hvør? 5 Hvør legði upp til málið hjá Gilla Rólantsson í gjár? 6 Føroyar og Andorra spældu ein venjingardyst í 1999. Hvat endaði hann? 7 Hvør er nummar 10 á føroyska landsliðnum? 8 Hvør er spælarin á myndini? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1: Eitt, hatta var hansara fyrsta mál 2. Fýra ferðir (Tvær ferðir Andorra, Lettland og Ungarn) 3. Ildefons Lima 4. Partik Johannesen, B36 5. Fróði Benjaminsen 6. 0-0 7. Sølvi Vatnhamar 8: Kylian Mbappe ? Hvat er tað besta – siðbundni fótbólturin, har feløgini uppala egnar leikarar og tjena egnan pening, ella tann nýmótans fótbólturin, har ríkmenn pumpa pening inn í feløgini fyri at vera kappingarfør á hægsta stigi? Hendan spurningin setur bretski tíðindamaðurin, Liam Barker, sum starvast hjá danska TV3 Sport. Hann er fjeppari hjá heimlandsfelagnum, Stoke City, ið er eitt meiri siðbundið felag, og hann fer á ferð saman við Stoke-viðhaldsfólkum til Týsklands, har liðið skal spæla ímóti RB Leipzig. RB Leipzig er ímyndin av hvat eitt keypifelag er. Upp á fá ár hevur felagið vunnið seg úr lægstu deildunum heilt upp á tindin í týskum fótbólti, har liðið í fjør bleiv nummar tvey í Bundesliguni. Vegurin var einfaldur: ríkmenn pumpaðu somikið nógvan pening í felagið, at tað hevði ráð at keypa góðar spælarar og smyrja hini liðini av. RB Leipzig verður eisini kall­að tað mest hataða felagið í Týsk­ landi. Fólkum dáma ikki, at felagið onga søgu ella siðvenju hevur. Nøkur halda tað vera í lagi, at RB Leipzig keypir sær veg til toppin, tí at tað er einasta stórfelagið úr eystara parti av landinum. Men hví er tað so ódámligt, og hvør annar vegur er upp á toppin? Hendan spurdómin hevur Liam Barker við sær til Týsklands, har hann savnar inn meiningar, bæði fyri og ímóti. Luttakandi fólk eru fjepparar bæði hjá RB Leipzig og fíggindanum, Lokomotive Leipzig, eins væl og nevndarfólk, spælarar og onnur. Hygg um: Tú ert áhugað/ur í fíggjarliga partinum av fótbólti. Ikki hygg um: Tú ert til drúgvar dokumentarar, sum fara í dýpdina. Hvussu er at hyggja: Áhugavert. Løtt, men góð, gjøgnumgongd av peningaliga spurninginum. Hvat sigur tú? Ein góð, skjót sending at skrúva frá, um tú ikki hevur hálvanannan tíma. Fakta: Moderne fodbold vs fodboldtraditioner er heitið á dokumentarinum, sum er framleiddur av TV3 Sport, og er lítlan hálvan tíma til longdar. ★★★★★★ UMMÆLI Pætur Albinus ummælir Dokumentarurin: Nýmótans ella sið­bundin fótbóltur INFO: Gary Lineker er á Twitter. Hevur tú Twitter, so er hann avgjørt verdur at fylgja, tí hann er bæði stuttligur og beinrakin Rógvi Baldvinsson, um at knalla bóltin í málið móti Portugal Lars Olsen, tá hann bleiv spurdur um hví Kaj Leo í Bartalsstovu ikki byrjaði inni – Tað segði BUMM! – Tit burdu heldur tosað um hvør so skal út