Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. september 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 4. september 2017 · Nr. 102 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Pætur Albinus Tá KÍ í heimadystinum móti EBStreymi/Skála fyri tveim­ um vikum síðani vann 2-1 í Klaksvík, tóktist allur spenn­ ingur vera horvin um FM- heitið hjá kvinnunum hetta kapp­ingarárið. KÍ fór tá trý stig framvið EB­Streymi/Skála á stiga­talv­uni í oddinum, um­ framt at mál­túrtøkan hjá klaks­víks­kvinnum var mun­ andi betur enn hjá felags­ liðnum. Ilt var eisini tá at fáa eyga á, hvussu KÍ kundi snáva í FM-stríð­num, tí skráin tóktist at liggja væl til KÍ-kvinnurnar. Men sunnudagin snáv­aðu klaksvíkskvinnur óvænt­að í odda­stríðnum. KÍ kvinn­ur­ nar spældu 1-1 javn­leik í úti­ dyst­in­um móti HB í Gunda­ dali, har KÍ undan dystinum var greiður favorittur. Tá so EBStreymur/Skála greiddi sína skyldu í heimadystinum móti ÍF/Víkingi við 4-0 sigri, er FM-stríðið aftur víðopið í bestu kvinnudeildini. Sum støðan er í løtuni, er EBStreymur/Skála fimm stig á odda í deildini, har KÍ kvinnurnar tó hava leikt tveir dystir færri enn EB­ Streymur/Skála, av tí at tær hava luttikið í altjóða fót­ bólti. Helst koma KÍ kvinn­ urnar at vinna teir báðar útsettu dystirnar, og tí kann støðan væl koma at vera at KÍ kemur eitt stig framum EBStreym/Skála, tá feløgini hava leikt líka nógvar dystir. Serliga spennandi er tað tó, at EBStreymur/Skála hitt­ast í seinasta dystinum í lands­ kappingini. Tann dysturin kann enda sum ein sum ein sonn FM-finala í bestu kvinnu­deildini. Sum gongd­in hevur verið í bestu kvinnu­ deildini í ár, har bæði EB­ Streymur/Skála og KÍ hava sett fá stig til, talar nógv fyri at FM-finalan, ið fleiri ynskja sær, kann gerast ein veruleiki. KÍ kvinnurnar hava ann­ ars verið einaráðandi í før­ oysk­um kvinnufótbólti sein­astu árini, har tær hava vunn­ið FM-heitið 17 ár á rað. Kærkomin stig til HB kvinnurnar Hóast HB ikki kappast um FM-heitið í bestu kvinnu­ deild­ini, hevur tað eina stig­ið móti KÍ sunnu­dagin nógv størri týdn­ing enn tað sær út á stiga­talv­uni. HB kvinn­urnar skulu leygar­ dagin spæla steypa­finalu móti EBStreymi/Skála leyg­ ar­dagin, har felagsliðið úr Sunda­lagnum og av Skála annars hevur verið mettur sum stór­favorittur undan final­uni. Favoritt leik­luturin hevur serliga verið bygdur á sein­asta lands­kapp­ingar­dyst millum HB og EBStreym/ Skála, har EB­Streymur/Skála vann sann­førandi 4-1 sigur. Men við óvæntaða stiginum móti KÍ sunnudagin, er sjálvs­ álitið hjá HB kvinn­un­um blivið nógv betri til final­una leygar­dagin. Betr­aða sjálvs­ álitið kann eisini vísa seg at hava av­ger­andi týdning fyri, at steypa­finalan hjá kvinnum leygar­dagin fer at vera nógv meira opin, enn fólk áður hava mett hana at verið. Árstalsfeløg spældu javnleik Ein annar dystur var eisini í bestu kvinnudeildini sunnu­ dagin. Hann var í Gundadali millum árstalsfeløgini B36 og B68. Tann dysturin end­ aði við 1-1 javnleiki, eftir at B36 annars stóran part av dystinum hevði verið á odda. Hvørki B36 ella B68 hava tó møguleika fyri at blanda seg í heiðursmerkjastríðið í kvinnudeildini, har tað er púra greitt at heiðursmerkini vera býtt millum KÍ, EB­ Streym/Skála og HB. paturalbinus@sosialurin.fo Í gjár skrivaði føroyska fótbóltslandsliðið søgu, tá teir vunnu 1-0 á Andorra. Við sigrinum hevur hetta landsliðið vunnið sær átta stig í hesi undankappingini. Tað er tað mesta nakrantíð fyri eitt A-landslið. Til HM 2002 undankappingina fingu vit sjey stig við at vinna tvær ferðir á Luksemborg, og fáa ein minniligan javnleik móti Slovenia á Svangaskarði. Tað var tá Føroyar skoraðu tvey mál í evstu løtu. Hvør minnist ikki frísparkið hjá Øssuri Hansen. Mangan plagar at verða tikið til, at spælarar blíva betri tá teir gevast. Soleiðis er eisini við avrikunum hjá landsliðnum. Í dag hava vit hug at tosa um teir góðu gomlu dagarnar – ikki minst eg sjálvur. Tað ger einki, at vit minnast tær góðu løturnar og kunnu hugna okkum saman vi tí. Men eg haldi samstundis, at tað er týdningarmikið, at tosa positivt um avrikið hjá hesum landsliðnum. Vit uppliva í løtuni tað, sum vit seinni fara at tosa um sum eitt minniligt landslið. Landsliðið sum vann á Grikkalandi, og síðani setti met í undankappingini. Sigurin í gjár var tepur og spælið var til tíðir illa skipað, men tað var hugaligt at síggja stóra fagnaðin eftir dystin. Tað eru slíkar løtur spælararnir spæla fyri, og ikki minst slíkar løtur vit fylgja landsliðnum fyri at uppliva. Tað skal ljóða eitt stórt til lukku til føroyska A-landsliðið og áskoðararnar, fyri eina minniliga uppliving á Tórsvølli í ár – men vit hava ikki tíð at fara í býin og feira tað. Mugu hugsa fram í tíðina Tað vóru eisini dagar, tá U21 landsliðið megnaði at spæla upp ímóti teimum stóru. Føroyskur fótbóltur flutti seg nógv, eftir at U21 landsliðið í 2007 sá dagsins ljós. Nú er tó líkt til, at tað skal meiri til fyri at klára seg á altjóða stigi. U21 landsliðið er javnan fyri greiðum tapum, og verri er at liðið hevur ilt við at halda fast í bóltinum. Eg havi ein mistanka um, at tað ikki er tí at spælararnir gera minni viið fótbólt í dag, men at hini londini rundan um okkum, eru eini fimm til tíggju ár frammanfyri okkum í menningini av ungum spælarum. Eg havi sagt tað fyrr í ár í samband við bæði U17 landsliðið í fótbólti, og U21 landsliðið í hondbólti. Longur vit koma, longri finna vit útav at tað er á mál. Sum José Fonte, miðverjin hjá Portugal, segði við Rás2 eftir dystin í Porto. “Vit fyrireikaðu okkum væl upp á dystin móti tykkum. Tit hava prógvað, at tit eru eitt gott lið”. Tað merkir at vit fáa einki ókeypis longur. trondur@sosialurin.fo Søguligt landslið FM STRÍÐIÐ ER AFTUR OPIÐ Í KVINNUDEILDINI FM stríðið í bestu kvinnudeildini er víðopið aftur, eftir at fleirfaldu FM-vinnararnir úr Klaksvík sunnudagin settu óvæntaði stig til móti HB í Gundadali. Nógv bendir eisini á, at einki verður avgjørt fyrrenn í seinasta leikumfarinum, tá oddaliðini EBStreymur/Skála og KÍ hittast í innanhýsis dysti. Mynd: Oliver Joensen/Norðlýsið Støðan í bestu kvinnudeildini: 1. EBStreymur/Skála – 17 dystir – 45 stig 2. KÍ – 15 dystir – 40 stig 3. HB – 17 dystir – 26 stig 4. B36 – 16 dystir – 13 stig 5. ÍF/Víkingur – 16 dystir – 13 stig 6. B68 – 17 dystir – 7 stig