mánadagur 4. september 2017síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 36 • 4. SEPTEMBER 2017
17
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
M
ikukvøldið 29. november verður ein
sera forkunnug jólakonsert í Norður
landahúsinum við einum av heimsins
kendastu og mest viðurkendu vokalbólkum
seinastu 50 árini, nevniliga The King’s Singers,
boðar Norðurlandahúsið frá í tíðindaskrivi.
The King’s Singers vórðu settir á stovn í
1968 av seks nýútbúnum sangarum frá King’s
College í Cambridge. Tað, sum sermerkti bólkin
frá byrjan av, var tónlistarligt fjølbroytni. The
King’s Singers høvdu eina fasta løtu í bretskum
sjónvarpi í bestu senditíð, har teir sungu
vælumtóktan tónleik, sum onki kór vanliga hevði
farið í holt við. Við teirra serligu bretska sjarmu
og fantastisku røddum, teknikki og samljóði
sungu teir seg beint inn í hjørtuni á áhoyrarum
kring allan knøttin.Limirnir í The King’s Singers
eru skiftir út so hvørt, sum árini eru liðin, men
ljóðið, hugsjónin og ikki minst høga støðið eru
tey somu.
Bólkurin hevur alla sína tíð javnan verið
boðin at framføra á heimsins størstu pallum –
frá Royal Albert Hall í London til Opera House
í Sidney og Carnegie Hall í New York. Teir
eru vornir ein altjóða ímynd av tónlistaligari
dygdargøðsku. Á hillini við heiðurslønum
standa umframt óteljandi aðrar tvær Grammy®
virðislønir og ein Emmy® virðisløn. The King’s
Singers vóru eisini á tí allarfyrsta Grammophone
Magazine Hall of Fame.
Á konsertini í Norðurlandahúsinum fara
teir at syngja burturúr síni vælumtóktu og
umfatandi jólaskrá umframt ymiskt annað –
kanska enntá okkurt føroyskt.
Heimskent
kór heldur
jólakonsert
í Føroyum
PLÚMM
21. sept. kl. 21.00
BLUE COAT BRASS BAND
14. sept. kl. 21.00
HERLUF
& AGNAR
28. sept. kl. 21.00
UNI DEBES TRIO
29. sept. kl. 21.00
MAMÁSITA
19. okt. kl. 21.00
ARNOLD LUDVIG
SEXTETT
21. okt. kl. 22-24
GØ
20. okt. kl. 21.00
BYZANTINE
SILHOUETTE (IS)
13. og 14. okt. kl. 21.00
HOLGAR,
JÓANJAKKU
& FINNUR
26. okt kl. 21.00
HOLBÆK
BLUES BAND
5. okt. kl. 21.00
DECUIL
12. okt. kl. 21.00
B L Á B A R – J A Z Z & B L U E S – N I E L S F I N S E N S G Ø TA 2 3
JAMSESSION
BLÁTT & GRØNT JAM
10. SEPTEMBER KL. 20.00
24. SEPTEMBER. KL. 20.00
8. OKTOBER KL. 20.00
22. OKTOBER KL. 20.00
RITHØVUNDAFELAGIÐ:
ARVURIN EFTIR EBBU HENTZE
RIT-salón 7. september 2017 kl. 17:00
Endamálið við RIT-salón er at savna rithøvundar um felags
áhugamál og at varpa ljós á viðkomandi evni.
Vanliga eru tiltøkni einans fyri limir felagsins, men hesa
ferð eru aðrir áhugaðir í føroyskum bókmentum vælkomin,
hóast teir ikki eru limir.
Evnið hesa ferð er at fáa eitt kjak um, hvussu Rithøvunda-
felagið skal nýta peningin, sum felagið hevur arvað eftir
Ebbu Hentze.
Talan er um útvið 500.000 kr, sum Ebba hevur testa ment-
er að til felagið at nýta til ungar rithøvundar, sum hava sýnt
serligar gávur.
Vit hittast á Blábar
PAULI &
RÚNI
7. sept. kl. 21.00