Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-04, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. september 2017síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 36 • 4. SEPTEMBER 2017 18 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Í 2005 bleiv listasavnið á Sandi bygt, men um tú ikki veitst, hvar tað er, er lítið sannlíkt, at tú hugsar um tað, har tú gongur í bygdini. Einki veruligt frámerki hevur verið á bygninginum, sum sigur tær, at her inni eru verk eftir nøkur av mætastu listafólkum okkara at síggja. Vel, nú er tað broytt. Nudlavirkið hevur evnað til eitt skelti, sum skal vísa fólki, hvar Listasavnið á Sandi er. Í samráð við savnsvørin, Fridu Poulsen, varð avgjørt at skeltið skuldi vísa, júst hvat sum finst í húsinum, og tí bleiv avgjørt at endurgeva eitt verk innan úr savninum. - Og tað er ikki bara okkurt hissini. Kvinnumynd frá 1961, eftir ongum minni enn Ingálvi av Reyni, skrivar Niels Uni Dam á heimasíðuni hjá Nudlavirkinum. So næstu ferð tú ert á oynni skuldi verið lagamanni at lagt leiðina inn um Listasavnið á Sandi. Lættari at finna Listasavnið á Sandi Fólkaheilsa fyri øll 20. oktober 2017 Ársins fólkaheilsuráðstevna undir heitinum “Fólkaheilsa fyri øll” verður fríggjadagin 20. oktober kl. 13.00 - 16.30 í Norðurlandahúsinum. Hesaferð verður dentur lagdur á sálarliga heilsu í breiðum høpi. Sálarlig heilsa er eitt viðkomandi evni, tí sálarlig heilsa hevur eins stóran týdning sum likamlig heilsa, og tað ber til at betra um og ávirka sálarligu heilsustøðuna hjá føroyingum bæði á einstaklinga-, bólka- og samfelagsstigi. Á skránni verða millum annað áhugaverdir fyrilestrar um gerandis hetjur og sjálvboðið hjálpararbeiðið, um sálarliga heilsu og sosial viðurskifti, um verkætlanina “ABC fyri sálarliga heilsu” og um avbjóðingarnar á sálarliga heilsuøkinum í Føroyum. Millum fyrilestrarhaldararnar verða millum annað Matt Langdon, stovnari av “Hero Construction Company”, Knud Juel, Professari Emeritus, og Tóra Petersen PhD í sálarfrøði. Harafturat verður ársins Fólkaheilsuvirðisløn handað. Síðsta ár var áhugin fyri hesi ráðstevnu so stórur, at ráðstevnan var fullteknað beinanvegin og tíverri vóru tað nógv, sum ikki sluppu við til ta sera áhugaverdu ráðstevnuna, har spírar vórðu settir niður, sum vit enn heysta ágóða av. Fyri at tryggja, at tað ikki skal vera soleiðis aftur í ár, hava vit valt, at hava ráðstevnuna í Høllini í Norðurlandahúsinum, sum rúmar dupult so nógvum luttakarum, og vit vón, at øll, sum ynskja at luttaka, sleppa til ráðstevnuna. Vágakórið fer undir nýtt sangár Mánakvøldið byrjar Vágakórið regluligu venjingarnar í gomlu skúlaauluni á Giljanesi. Kórleiðarin Sámal Matras Kristiansen og kórsangararnir sum heild vóna, at fleiri roynd og óroynd koma við mánakvøldið. Fyriskipararnir leggja dent á, at eingi krøv verða sett, onnur enn, at viðkomandi hevur hug at syngja í kóri og hevur »tóna í heysinum«. – Komandi sangár verður spennandi sum altíð. Ætlanin er at syngja nógv ymsa staðni í Føroyum og uttanlands. Haraftrat fer kórið at luttaka á kórstevnuni í Havn 4. og 5. mai og á stórari stevnu í Odense seinni í sama mánað, skriva fyrireikararnir.