týsdagur 5. september 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. september 2017 · Nr. 103
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Um eini 13-18 ár verður
koyrandi til Suðuroyar.
Tað varð tað mesta, Henrik
Old, landsstýrismaður í sam
ferðslumálum, og Landsverk,
vildu lova Suðuroyingum á
almennum kjakfundi í gjár
kvøldið um møguleikarnar
fyri at gera ein undirsjóvar
tunnil til Suðuroyar.
Á fundinum varð eyðvit
að roynt at fáa landsstýris
mannin og Landsverk at
áseta dagin fyri, nær koyr
andi verður til Suðuroyar.
Men Henrik Old vildi
ikki ordiliga bíta á, tí hann
heldur, at tað fer at elva til
óneyðugt órógv at fara at
seta ein dag á longu nú, so
tað vildi hann ikki.
Hinvegin vístu Armgarð
Elin Steinhólm og Fríðrik
Heinesen á Landsverki, á,
at tað eru 12 ár síðani, at
farið varð undir fyrireik
andi kanningarnar til Sand
oyartunnilin, og tað arbeiðið
er ikki byrja enn.
– Slíkar verkætlanir hava
eina drúgva fyrireikingartíð,
vístu tey ár.
Teirra boð var, at tað
verður klárt at fara undir
Suðuroyartunnilin um eini
10-15 ár og í eini meting hjá
Landsverki um samferðsl
una í framtíðini, stendur,
at tað verður koyrandi til
Suðuroyar í 2035.
Ófatiliga leingi
Men hóast Henrik Old ikki
vildi seta nakran dag á,
helt hann í hvussu so er, at
tað fara ikki at ganga 15 ár,
áðrenn arbeið at gera Suður
oyartunnilin, byrjar.
Hann vísti á, at hóast fyri
reikingarnar til Sandoyar
tunnilin hava verið drúgvar,
vóru tær ikki meiri enn
hálvhjartaðar alla tað fyrstu
tíðina, og tí var fyrireikingin
so drúgv.
– Ein fyrireikingartíð upp
á 15 ár, er ófatiliga leingi, helt
hann fyri.
Á fundinum varð staðfest,
at sum heild eru politikarar
á einum máli um, at Suður
oyartunnilin eigur at verða
gjørdur.
Tey halda ikki, at nakar
spyr longur um hann skal
gerast, tí tað verður mest
sum bara tosað um, nær
hann skal gerast.
Og bæði Henrik Old, Jacob
Vestergaard, løgtingsmaður
fyri Fólkaflokkin, og Sirið
Stenberg, landsstýriskvinna
fyri Tjóðveldi, sóu Suður
oyartunnilin sum eitt nátúr
ligt framhald av Sandoyar
tunlinum. Men alt veldst
sjálvsagt eisini um, hvussu
tíðirnar verða.
–
Tey
allarflestu
eru
samd um, at tá ið Sandoyar
tunnilin er liðugur, skal Suð
uroyartunnilin verða tann
næsti, og tað skal vera tað
politiska málið, sigur Jacob
Vestergaard
Men hann heldur, at tað
hevur týdning, at fara und
ir fyrireikingarnar beinan
vegin, heldur hann.
Veldst um
Sandoyartunnilin
verður
liðugur í 2023 og fólkini hjá
Landsverki siga, at verður
farið undir Suðuroyartunn
ilin tá, verður koyrandi til
Suðuroyar í 2030.
Hvussu langa tíð tað tek
ur at gera tunnilin, veldst
um, hvør loysnin verður vald.
Men Fríðrik Heinesen heldur,
at arbeiðið eigur at taka eini
fýra fimm ár. Ein spurningur
í hesum sambandi er eisini,
hvørji trygdarkrøv verða
sett til tunnilin, og tað verður
somuleiðis ein avbjóðing at
herberga øllum grótinum.
Verður tað eitt nú sett á at
bora í Skúgvoy, verður tað
ein avbjóðing at sleppa av
við grótið, sum kemur úr
tunlinum, legði hann afturat.
– Øll hesi viðurskifti hava
ávirkan á, hvussu leingi tað
er at bora tunnilin, sigur
hann.
Men tey á Landsverki
siga, at fyri tey snýr tað seg
um at fáa fígging til tær
fyrireikandi kanningar, siga
tey á Landsverki.
Tey halda, at tað er hósk
andi at játta fýra milliónir til
samans hesi næstu trý árini
til jarðfrøðiligar kanningar,
bæði á landi og á botninum.
– Tað eru fimm ár, til
Sandoyartunnilin er liðugur
í 2023, og er Løgtingið sinn
að at játta pening til for
kanningarnar, ber til at fáa
ein rættiliga stóran part av
teimum frá hondini til tá,
heldur Henrik Old.
Okkara egnu krøv
Henrik Old vísir eisini á, at
vit hava lagt okkum eftir at
tunlar í Føroyum skulu lúka
norsk trygdarkrøv.
Men hann heldur, at tað
skal ikki vera eitt treytaleyst
krav. Ístaðin heldur hann,
at vit eiga at seta eitt toymi
av føroyskum serfrøðingum
saman og gera okkara egnu
trygdarkrøv til tunlar. Tað
skulu vera trygdarkrøv, sum
hóska til føroysk viðurskifti,
uttan at fylgja norskum
krøvum treytaleyst, heldur
hann.
aki@sosialurin.fo
UM EINI 13-18 ÁR
ER KOYRANDI
TIL SUÐUROYAR
Á almennum fundi í gjárkvøldið varð roynt at fáa Henrik Old, Landsstýrismann
at siga, at nær undirsjóvartunnil verður gjørdur til Suðuroyar
SUÐUROYARTUNNIL
Henrik Old sær fyri sær, at Suðuroyar
tunnilin verður fíggjaður eftir sama
leisti, sum Eysturoyartunnilin og
Sandoyartunnilin eru fíggjaðir
LOVA EINKI
Tey fingust ikki rættiliga at siga, nær tað ber til at fara undir undirsjóvartunnil til Suðuroyar, frá vinstru, Fríðrik
Heinesen og Armgarð Elin Steinhólm frá Landsverki, og Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum