týsdagur 5. september 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 6. september 2017 · Nr. 103
Áki Bertholdsen
– Tað er sólaklárt, at tá ið ein
nýggjur
Suðuroyartunnil
verður gjørdur, fer tað ikki
at bera til at fíggja tunnilin
bara við bummgjaldið.
Tað staðfesti Henrik Old,
landsstýrismaður
í
sam
ferðslumálum, á almennum
upplýsingarfundi um Suður
oyartunnilin í gjárkvøldið.
Landsverk upplýsir, at
hevði
Suðuroyartunnilin
verðið gjørdur í dag, hevði
hann kostað 3,1 milliard.
Men hann verður uttan iva
dýrari, tí royndirnar vísa, at
fyri hvønn tunnil, ið verður
gjørdur, verða teir dýrari og
dýrari.
Ein orsøk til tað, er at
trygdarkrøvini herðast al
samt, søgdu Fríðrik Heinesen
og Armgarð Elin Steinhólm,
frá Landsverki, sum eisini
vóru við á fundinum.
Henrik Old sigur, at enda
málið er ikki, at bummgjaldið
skal rinda fyri allan tunnilin,
tí so verður ikki koyrandi hjá
fólki.
Samstundis vísir hann
á, at tey sum skulu koyra
ímillum Suðuroy og Streym
oynna, skulu upp á Sandi.
– Men tey kunnu ikki
rinda fult gjald fyri báðar
tunlarnar.
Bummgjaldið
skal ásetast soleiðis, at tað
ikki fær fólk at setast aftur,
tí so fæst ov lítil nytta burtur
úr tunlinum. Tískil skulu tey,
sum koyra ímillum Suðuroy
og Streymoy, rinda eitt gjald
fyri báðar tunlarnar, sigur
hann.
Sami leistur
Henrik Old sær fyri sær, at
Suðuroyartunnilin
verður
fíggjaður eftir sama leisti,
sum Eysturoyartunnilin og
Sandoyartunnilin eru fíggj
aðir.
Í tí sambandi er tað sam
tykt, at landskasin skal seta
400 milliónir krónur í teir
tunlarnar frá 2014 til 2024.
Tá ið sandoyartunnilin
er liðugur, og Teistin verð
ur lagdur, verða tær 10
milliónirnar, tað kostar at
reka Teistan um árið, eisini
brúktar til at fíggja tunlar
nar.
Henrik Old hugsar sær
nakað sama máta við einum
Suðuroyartunli.
Hann vísir á, at Smyril
kostar góðar 50 milliónir
um árið at reka – og tað er
í hesum døgum, prísurin á
olju er óvanliga lágur.
Samstundis skal hann
av landinum í dokk annað
hvørt ár og í tí sambandi
verður tað verri og verri at
fáa avloysaraskip fyri hvørja
ferð, tí krøvini til ferða
mannaskip herðast alsamt.
– Bara tann trupulleikin
eigur at skunda uppundir,
at Suðuroyartunnilin verður
gjørdur, heldur hann.
Henrik Old sigur, at tann
dagin,
Suðuroyartunnilin
kemur upp, kunnu tær 50
milliónirnar um árið, Smyril
kostar at reka, verða settir í
Suðuroyartunnilin ístaðin í
eitt ávíst áramál
Tá ið tunnilin er liðugur,
verður Smyril seldur og
søluprísurin kann somuleiðis
verða settur í Smyril.
Samstundis kann sigl
ingin til Skúgvoyar eisini
niðurleggjast og bara hon
kostar landskassanum góð
ar tríggjar milliónir um
árið og tað kann so eisini
brúkast sum eitt ískoyti í
Suðuroyartunnilin.
Henrik
Old
sigur,
at
Smyril heldur kanska í 15 ár
afturat og tá ið hann er upp
slitin, má ein onnur loysn
verða tøk, sigur hann.
– Skulu vit byggja nýggj
an Smyril, kostar hann 800
milliónir til eina milliard,
leggur hann afturat.
Vónleyst at siga
Hinvegin sigur Henrik Old,
at enn er tað vónleyst at
siga, hvusus dýrt tað fer at
verða at koyra ígjøgnum
Suðuroyartunnilin, tí ætlanin
er púra ongan veg komin enn.
Men Armgarð Elin Stein
hólm á Landsverki, sigur, at
tað ber til at rokna seg fram
til, hvat bummgjaldið skal
vera fyri at vera hóskandi,
uttan at tað er so høgt, at tað
fær fólk at setast aftur.
– Tí færri fólk, ið brúka
tunnilin, minni nytta fæst
úr íløguni, legði hon afturat.
Tá ið Suðuroyartunnilin verður
gjørdur, má tað almenna seta fitt
av pengum í hann, staðfestir Henrik
Old, landsstýrismaður í samferðslu
Bummgjald skalar
ikki at fíggja
allan tunnilin
SUÐUROYARTUNNIL
Áki Bertholdsen
Tá ið farið verður undir at
knýta Suðuroynna upp á
meginøki við undirsjóvar
tunli, er besta loysnin at
gera tveir tunlar.
Tað staðfestu Armgarð
Elin Steinhólm og Fríð
rik Heinesen frá lands
verki á kunnandi fundi í
gjárkvøldið um Suðuroyar
tunnilin.
Tí mælir Landsverk til
at ein tunnil, sum verður
níggju kilometrar langur,
verður gjørdur av Sandi
til Skúgvoyar ein tunnil,
sum verður 17,2 kilometrar
langur, verður gjørdur úr
Skúgvoy til Sandvíkar.
Upp á hendan mátan
verður
verða
tunlarnir
longri,
men
teir
verða
kortini bíligari, tí trygdar
krøvini til tveir styttri
tunlar, eru linari enn tey
eru til ein langan, beinleiðis
tunnil upp á ímillum 23 og
26 kilometrar, alt eftir,
hvussu hann verður lagdur,
sigur Landsverk.
Og ein stórur fyrimunur
er eisini, at so verður eis
ini Skúgvoy knýtt upp í
meginøkið, sigur Landsverk.
Í Sandoynni er høgligast
at fara niður á Sandi, einar
tríggjar kilometrar frá har
Sandoyartunnilin
kemur
upp. Í Skúgvoy koma tunl
arnir upp sunnan fyri bygd
ina, har tað verða 3-400
metrar ímillum tunnils
munnarnar, og verður om
an til Skúvoyarbygd.
Í Suðuroy fer tunnilin
at koma upp í Sandvík, og
sostatt má eisini nýggjur
Sandvíkartunnil gerast.
Í Hvalba kemur nýggi
Sandvíkartunnilin
út
vestan fyri bygdina, og
so verður nýggjur vegur
gjørdur uttan um bygdina,
vestan fyri skúlan, og so
verður bundið í vegin til
nýggja
Hvalbiartunnilin
oman fyri Leirar.
Bæði
Landsverk
og
Jarðfeingi mæla til, at
jarðfrøðin verður kannað
nágreiniligar fyri at vita
um hendan linjuføringin
letur seg gera.
Landsverk skjýtur tí
upp at játta 3,7 milliónir
krónur hesi næstu trý árin
til hetta arbeiðið.
Samstundis
mælir
Landsverk til at ein trygd
arkanning verður gjørd í
næstum fyri at fáa greiði á,
hvørji krøv, tunlarnir skulu
lúka. Tær kanningarnar
verða mettar at kosta ímill
um eina og tvær milliónir.
Varð tunnilin gjørdur
í dag, kostaði hann 3,1
milliard, men tunlar dýrka
alsamt, eitt nú tí at trygd
farkrøvini herðast, sigur
Landsverk.
Men tá ið Suðuroyar
tunnilin er gjørdur, kunnu
99 prosent av føroyingum
koyra í túnið hjá hvørjum
øðrum
Suðuroyartunnilin verður tveir tunlar
Tá ið hann er gjørdur, kunnu 99 prosent av
føroyingum koyra í túni hjá hvørjum øðrum
Áleið soleiðis hugsa tey á Landsverki sær, at
Suðuroyggin kann knýtast upp í meginøkið