týsdagur 5. september 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. september 2017 · Nr. 103
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Tað var ein sera stórur dagur
á Glyvrum leygardagin, tá ið
nýgggjasta skipið hjá Føroya
nógv størstu fyritøku, Bakka
frost, kom á Glyvrar.
Róland er triðja stóra
skipið, sum fyritøkan hevur
innlimað í frammanundan
stóra flotan, sum nú telir
seks skip við eini manning
uppá 62. Harumframt hevur
fyritøkan 55 alibátar og tví
kiljur, sum eru mannað við
110 alarum.
Bakkafrost nýtti eisini
stóra dagin at syna frasm
nýggja og snotuliga fyrisit
ingarbygningin, sum er bygd
ur í sjógvin innanfyri sjálvt
virkið og niðanvert kirkjuna
á Glyvrum.
Hesi seinastu árini hevur
verið arbeitt við at savna ein
so stóran part av virksem
inum á Glyvrum sum møgu
ligt, og tann risaíløgan er um
at vera komin undir land.
Tilsamans er virkið á
Glyvrum nú 37.000 fermetrar.
Á nýggja virkinum er øll
framleiðsla av laksinum, men
sjálvandi er alingin og smolt
framleiðslan aðrastaðni.
Øll liðug framleiðsla – og
tað vil eisini nú siga liðugt
vøran – verður framleidd á
Glyvrum, har 430 fólk arb
eiða.
Róland
Róland er eitt umbygt frá
landaskip. Tað er Mest, sum
hevur staðið fyri umbygg
ingini. Hetta er triðja skipið
hjá fyritøkuni av hesi stødd.
Hini bæði eru Hans á Bakka
og Martin.
Róland er slakar 72 metrar
langur og 16 metrar breiður.
Deyðvektin er góð 3200 tons.
Dekkið lastar 1600 tons og er
686 fermetrar stórt.
Skipið hevur tangar sum
rúma 3000 rúmmetrar. Ann
ars er tað útgjørt við øllum
hentleikum, sum nýggj, stór
skip hava í dag.
Regin Jacobsen, stjóri,
segði, tá ið móttøka var fyri
skipinum:
– Vit eru sera stolt og glað
at hava fingið møguleikan at
byggja fyritøku okkara út við
slíkum tólum sum hesum,
sum vit vísa fram ídag. Hetta
fer at geva nýggjar møgu
leikar í framtíðini bæði í
samband við burðardyggari
aling; men sanniliga eisini at
leggja arbeiði betur og øðr
vísi til rættis.
– Vit hava sanniliga í dag
útgerð í heimsflokki tá um
ræður mest avanseraðu tól
og skipanir til aling og fram
leiðslu av laksi av besta kvali
teti.
Liðugtvørur
Ein avgerandi partur í fram
leiðsluni hjá Bakkafrost er
liðugtvørurnar. Tað vil siga,
at tað er laksur sum er skorin
og pakkaður í portiónir, klár
ar hjá brúkaranum at koyra
beint í ovnin ella á pannuna.
Í drúgva tíð hava vit
hoyrt, at hetta er tann part
urin av samlaða Bakkafrost,
sum ikki hevur forvunnið so
nógvan pening. Forkláringin
er sum oftast, at tá ið prísur
in er so góður á feskum laksi,
loysir tað seg betur at selja
hann feskan.
Bakkafrost heldur tó fast
við at framleiða portiónir
og tað virkið er spildurnýtt,
nú alt er flutt á Glyvrar.
Tað hevur eisini víst seg, at
nýggja virkið er munandi
meira effektivt enn tey
gomlu og tað fer at nærkast
“ break even” – eisini við lið
ugtvørunum.
Virkið er ætlað at kryvja
450 tons av livandi laksi um
dagin og flakaskera 150 tons
dagliga til lidnar vørur í smá
pakningi.
Regin Jacobsen, stjóri,
nevndi eisini, at høgi kapa
siteturin hevur stóran týdn
ing, tá ið tað snýr seg um
tilbúgving. Tað ber til at
arbeiða ómetaliga skjótt um
vandi er á ferð.
– Vit fingu sjón fyri søgn
í mars/april í ár, tá vit eftir
heilt stuttari tíð tømdu ali
økið A73, har illgruni um ILA
var staðfestur. Uttan virk
ið og Hans á Bakka, hevði
tíðin at avgreitt eina slíka
avbjóðing verið fleiri mánað
ir í staðin fyri einans trýggj
ar-fýra vikur sum vit í hesum
føri kláraðu. Tað er við til at
minka vágan í føroyskari ali
vinnu, segði hann.
Nýggjur
fyrisitingarbygningur
Í sambandi við móttøkuni av
Róland var nýggi fyrisiting
arbygningurin eisini vístur
fram. Allar skrivstovur verða
fluttar í nýggja bygningin.
Bygningurin er eitt sindur
serstakur, tí hann er bygdur
út í sjógvin og stendur á
níggju súlum. Hann er slakar
3.500 fermetrar og hevur 99
rúm tilsamans.
Stjórin
á
Bakkafrost
nevndi fleiri ferðir, at tað er
Eyðun Petersen – Eyðun á
Verkstaðnum – sum hevur
staðið fyri hugskoti, tekn
ingum og projekteringum í
sambandi við nýggja virki á
Bakka.
BAKKAFROST
Samstundis er nýggja skipið,
Róland – klárt at fara í vinnu
37.000 FERME
TIL VIRKIÐ AT A