týsdagur 5. september 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. september 2017 · Nr. 103
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Menn av Mars ella kvinnur av Venus!
Bergun Kass
býráðslimur
Ella er nakað eftir
hjá okkum at gera?
Soleiðis kundi
man spurt í kjal
arvørrinum
av
lesarabrævi
hjá
fyrrverandi borg
arstjóra.
Havi heldur hug at skriva og
lýsa uppgávuna yrkisliga og undir
heitunum
um
avgreiðslu-
ella
virðispolitikk.
Har tað fyrra mest snýr seg
um pengar, karmar og kendar
funktiónir, meðan tað seinna er um
sjálvt innihaldið av býráðsarbeiði,
nýggjar avbjóðingar, dagføringar
samsvarandi tíðaranda og virði hjá
borgara og fjøldini sum heild av
tí, tú sum politikkari, leggur fyri
dagin.
Man kann spyrja....
Burdi eisini verið hugsað um
eldraíbúðir og bústaðarmillum
loysnir longu tá man bygdi Boða
nesheimið – soleidis at eldrapoli
tikkurin var tíðarhóskandi?
Burdi man havt eitt dygdargott
alment kjak um fyrimunir og
vansar og hugsjónina um frælsi
hjá foreldrum at velja vanligu ella
nýggju loysnina, áðrenn man loyvdi
ella fór í gongd við skúlastovur og
skúlaflokkar vid fimti næmingum?
Burdi man vitað um nøgdsemi hjá
foreldrum av dagstovnatilboðum
- og/ella um leiðslur, starvsfólk og
foreldur halda viðurskiftini vera
góð og tíðarhóskandi?
Ella áttu vit at ivast í um tað var rætt
at keypa bygning til almenna um
siting og virka fyri og stuðla undir
møguleika hjá privata og banka at
hita upp búskapin í uppgangandi
konjukturi, heldur enn at arbeða fyri
kommunalum fíggjarligum mekan
ismum, sum geva loyvi til at leggja
pengar í grunn – og útseta íløgur og
verkætlanir til lágkonjuktur?
Og soleidðs kunnu vit halda áfram,
hugleiða, ramsa upp og spyrja, ja, av
Venus, sum møguliga er svarid til
fyrrverandi borgarstjóra og størsta
broytingin í nýggja býrádnum.
Við vón um konstruktivan anda!
KJAK
Edmund er sær sjálvum líkur
Jóannes Eidesgaard
Eg væntaði nú
altíð, at okkurt
glepsið
fór
at
koma
frá
Ed
mund
Joensen,
løgtingsmanni,
nú stjórnarskipanin enn einaferð
er
komin
á
breddan.
Hóast
Sambandsflokkurin hevur luttikið
rættiliga konstruktivt í hesum
arbeiði alt frá byrjan av í 1999, so
hevur sami flokkur nú ivaleyst av
taktiskum orsøkum valt at leggja
seg tvøran og vera ímóti øllum
frambrotum yvirhøvur.
Tað er so teirra val, men grund
gevingarnar eru vónandi frægari
enn tær, sum Edmund Joensen
gevur til kennar í lesarabrævi
nú um dagarnar við heitinum
»Javnaðarflokkurin sær sjálvum
líkur.« Eitt lesarabræv, sum frá
byrjan til enda byggir á eitt álop
á Javnaðarflokkin, kryddrað við
ósannindum og mistulkingum.
Fyrst nevnir hann yvirtøkur
og fastfrysting, sum Javnaðar
flokkurin nú fremur saman við
Tjóðveldi og Framsókn. Her skal
eg stutt viðmerkja, at vit saman
við Sambandsflokkinum fastfrysti
blokkin undir fyrra ABC-sam
gonguni. Harnæst skal eg eisini
nevna, at ein tann størsta yvirtøkan
í nýggjari tíð somuleiðis varð framd
av somu samgongu, nevniliga yvir
tøkan av Fólkakirkjuni. Sjálvur
haldi eg, at bæði hesi mál eigur
Sambandsflokkurin at fáa rós fyri,
hóast fyrrverandi formaðurin nú
lastar onnur fyri at gera tað sama.
Síðan nevnir Edmund Joensen,
at stjórnarskipanin ikki hevur við
merkingar til einstøku greinarnar.
Her má so vísa til álitið frá 27.
febr. 2010, har ein samd nevnd
við tveimum umboðum fyri Sam
bandsflokkin,
nevniliga
Helga
Abrahamsen og Jaspuri Vang sigur:
»Nevndin hevur gjørt av at nýta
stuttar, yvirskipaðar orðingar til
tess at tryggja, at skipanin verður
liðilig og væl egnað at tillaga seg
broyttum umstøðum. Hetta er or
søkin til, at viðmerkingar ikki eru
til tær einstøku lógargreinarnar.
Nevndin metir, at rúmd eigur at
vera givin fyri, at tulkingin av
teimum einstøku greinunum kann
broytast við tíðini.«
Fyri at styrkja sítt argument,
nevnir Edmund, at førandi føroysk
ir advokatar halda tað sama hesum
viðvíkjandi. Men viðmerkingarnar
frá somu førandi advokatum hava
so fingið ein av teimum heilt frægu
løgfrøðingunum í landinum at
koma við tí stuttu viðmerking, at
Sambandsflokkurin átti at kravt
samsýningina aftur.
Ikki óvæntað kemur Edmund
so við ræðslukampanjuni um, at
onnur nú gambla við rættindum
føroyinga.
Hetta
skal
ivaleyst
skiljast so, sum eisini núverandi
formaður Sambandsfloksins hevur
verið frammi og sagt, at rættindi,
vit í dag eiga í samstarvi við danir,
fara at hvørva. Hetta er beinleiðis
ósatt, tí als einki verður broytt hes
um viðvíkjandi við nýggju stjórnar
skipanini.
Restin av hesum lesarabrævi
frá Edmundi er ein ódámlig roynd
at karaktermyrða løgmann og
formannin í Javnaðarflokkinum,
fólkatingsmannin hjá flokkinum
og ein blaðstjóra. Tað er so grunt
og barnsligt, at tað als ikki eigur at
fáa nakra viðmerking, og tað fær
tað heldur ikki.
Vit eru nú á einum vegamóti við
arbeiðinum við nýggju Stjórnar
skipanini, og tað hevði uttan iva
tænt bæði uppskotinum og okkum
sum tjóð, at vit kjakast og viðgera
uppskotið sakligt og virðiligt. Eg
ivist heldur ikki í, at við søguni í
huga, so verður Sambandsflokk
urin besti verji av nýggju Stjórnar
skipanini, tá nakað av tí er fráliðin.
Katólska Kirkjan
Hvønn gerandisdag messa í
Kerit kl. 17.30.
Hóskvøldið verður Taizé bøn í
Kerit kl. 20 Øll eru vælkomin.
Leygard. messa í Kerit kl. 11.30
Sunnudag hámessa kl. 11
v/Allen Courteau prestur,
í Mariukirkjuni. Sunnudag
verður Tilbiðjan av Heilaga
Sakramentinum í Mariukirkjan
frá kl. 17 til 18.
Adventistakirkjan
Leygard. Kl. 10 Sabbatsskúli:
Allan Falk Kl. 11 Gudstænasta:
Allan Falk
Soli Deo Gloria
Hósd. kl. 20 ungdómsmøti við
Sannu Akurstein Sunnud. kl. 17
bøn Sunnudagin kl. 18 møti við
Andrias Nýggjagarð
Oasan
Møti er sunnum. kl 11 Jórun
Maleikev tosar. Kollafjarðar
Missiónshús
Meinigheitshúsið í Havn
Hósd. kl. 20, Ungdómsmøti,
Filmskvøld. Sunnud. kl. 14,
Sunnudagsskúli, kl. 17.30 Bøn,
kl. 18, Møti við Íslandstoym
inum
Ebenezer
Mikukv. kl. 20: Bønar- og
uppbyggingarmøti. Hóskv. kl.
20: Ungdómsmøti.
Skrá KFUK í Havn
Hósd. kl. 15.00 í KFUK:
Binditreff, allar kvinnur eru
vælkomnar. Mánad. 11.
sept. kl. 15 Seinnapartsam
koman við Torleif Johannesen
sjómanstrúðboðara.
Keldan, Skálafirði
Mikukvøldið kl. 17-21,
Matstovan opin
Hósdagin kl.10:30-13,
Mammukafe
Leygardagin kl. 20, Awake vid
Thomas Hansen fra Hillsong
Keypmannahavn Sunnudagin
kl.11, Morgunmøti. Barnamøti
kl. 11 www.keldan.fo
Møti verður í skúlanum
í Funningi
sunnudagin 10 sept. kl 18 við
Alis og Martin Højsted
Missións- og ungdómshúsið á
Glyvrum
Lutaseðil: Allir vinnararnir á
lutaseðlinum eru funnir
Mikud. kl. 19:30 Bøn og
bíbliutími. Fríggjad. kl. 21 Ung
dómsmøti, Palli Højgaard
Evni: Forbøn. Verið hjartaliga
vælkomin
Kfum & k Klaksvík
Mikudagur Kl.20.00 Bíbliutími
við Pól Jóhannessen. Evni:
“Tað almenna prestadømi”
Leygardagin og sunnudagin
hevur Bróðurringinum á
Havinum aðalfund og møtir
í KFUM&K í Klaksvík. Øll eru
vælkomin til møtini.
Leygarkvøldið Kl.19.00
Møti við Torleif Johannesen,
sjómanstrúboðari og
“Kórið Orðið á borði” hjá
frelsunarherinum í Vági
syngur
Sunnudag
Kl.14.00 Sunnudagsskúli.
Kl.17.30 Bønarløta
Kl.18.00 Møti við Niels Jacob
Nielsen og Streingjakórið
í KFUM & K syngur.
Barnaansing er undir
møtinum.
Kl.20.30 Ungdómsmøti
Missiónshúsið í Skopun
Mikud. Kl. 19.30 bønarløta
Kl. 20.00 bíbliutími v/Elisabeth
Leo. Sunnud. Kl. 17.30 bøn-&
lovsangur. Kl. 18.00 møti v/
Eisinbjørg Clementsen og Regin
Drangberg. Øll er hjartaliga
vælkomin.
Frelsunarherurin í Vági
Fríggjamorgunin kl 09.30
»Orðið á borðið« Vikuskifti
08-10 sep. Ungdómslegan
»Torir tú?«
Sunnudagin kl 14 Møti,
ungdómarnir skipa fyri
drekkamunnur verður aftaná
Mánadagin kl 19 Bønarmøti
Týsdagin kl 09.30 »Orðið á
borðið«
Mikudagin kl 14 Barnakórið
venur
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Pensionistafelagið í Havn
Mikud. kl. 19 verður hugnaløta
í Losjuni. Allir pensionistar eru
vælkomnir. Møguligt er at tekna
seg sum lim í felagnum.
Pensionistafelagið í Havn
Mikudagin 13. septembur kl.
19,00 verður sangkvøld
í Losjuni, við Martin Joensen.
Allir pensionistar eru
vælkomnir.
Losjan í Havn, Tinghúsv. 18
Tiltakið fyri tilkomin og eldri
fríggjadagar kl. 15-18 byrjar
aftur 8. september.
Vitjunartænastan hjá Reyða
Kross Føroya er nú í hesum
kommunum:
Tórshavn fyrisitarar Eyrith
513784 og Marin 284333
vitjunartanastan@redcross.fo
Vága kommuna: Hansia tlf.
229705
Sørvágs kommuna fyrisitarar
Anna S. tlf. 332705/272142
Tvøroyri kommuna fyrisitarar
Marit 611087/281339 og
Eileen 289563
Fólk eru vælkomin at seta seg
í samband við okkum, um tey
ynskja vitjunarvin ella vilja
gerast vitjunarvinir.
TILTØK
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Aksel Martin Vester
gaard, Haraldstrøð 7, 100
Tórshavn, føddur tann 11.
november 1936, deyður
tann 20. mai 2017, og fyrr
deyða hjúnarfelaga Mathea
Birgithe Vestergaard, verða
við hesum biðin um innan 6
mánaðar frá kunngerð av
hesi lýsing at boða frá og
skjalprógva krøv síni fyri
undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Páll Nielsen,
Advokatvirkið, Skansavegur
1, 100 Tórshavn, vísandi til
sks.nr. 199/2017, saman við
frumriti av teimum skjølum,
sum krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 25. august 2017