Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. september 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 6. september 2017 · Nr. 103 Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum øllum, ið mintust til mín á 100 ára føðingardegnum við at ringja, støkka inn á gólvið og fyri gávur og alla hjálp, ið mær var givin. Vinarliga Hans Jacob Jacobsen í Skálafirði Tøkk Hjartans tøkk til tykkum øll, ið gjørdu diamantbrúdleypsdagin hjá okkum 6. juli so hugnaligan. Takk fyri gávur, blómur og heilsanir, og ein serstøk tøkk til okkara børn og tykkum, ið hjálptu til. Marianna og Hans Poulsen Tvær ferðir sjeyti Eftirsum at vit bæði Ása og Petur eru vorðin/ verða sjeyti, 8. juli og 11. oktober, hevði tað glett okkum almikið at sæð familju, vinir og kenningar í skótahúsinum í Vági leygardagin 14. oktober 2017 millium kl. 12.00-19.00 til eina hugnaliga løtu. Øll eru hjartaliga vælkomin Kærar heilsanir Ása Brattaberg og Petur Dahl Nolsøe 75 ár Hósdagin 14. sept. verður Kristina Mortensen 75 ár. Dagurin verður hildin í húsinum hjá Odd Fellow, Grønlandsvegur 56, leyg­ar­ dagin 16. sept. frá kl. 13. Øll eru hjartaliga vælkomin. MERKISDAGAR 50 ára føðingardagur Í sambandi við at eg fylli 50 ár tann 10. oktober 2017, ynski eg at bjóða tykkum øllum at hátíðarhalda dag­in saman við mær í B36 húsin­um tann 23. september 2017 kl. 19.00. Melda til í seinasta lagi 10. september við at ringja til Turið við Høgadalsá, tlf. 229599 ella Hanus R. Jensen, tlf. 219088. Hjartaliga vælkomin Hanus við Høgadalsá Arbeiði Grava og planera Grava, drena og planera. Tlf 224910 Toyota Avensis stcar Toyota Corolla til sølu 224910 Bingo Gott Bingo hjá EB-Streymi Gott bingo verður við Margáir mánakvøldið 11-09-2017 kl. 19. Øll hjartaliga vælkomin. EB-Streymur Býli í Føroyum Íbúð/hús ynskjast Húsini eru seld tí standa vit uttan búðstað frá 1okt. Vit eru 1 par, sum hava fast arb. roykja/ drekka ikki, og gjalda til tíðuna. Alt hevur áhuga 212175/212132 Íbúð ynskist til leigu Friðaligt tilkomið par søkir íbúð í Eysturoy ella Streymoy. Roykja og drekka ikki. Gjalda til tíðina. tlf 529056 Innbúgv Sofa og sofaborð til sølu. Ein tveymans sofa við nakkapútu og skamli 1000. kr. og grønt runt sofaborð 250. kr 1.ara gamalt. 508549 Ymiskt Jørð til sølu í Sandavági Jørð í Sandavági 1542m² til sølu 332760 LÝSINGARTORGIÐ 60 ár So verður man 60 ár tann 7. okt. Dagurin verður hildin í VB húsinum leygarkvøldið 28. okt. kl. 19. Tey ið ynskja at hátíðarhalda dagin sam­ an við mær, kunnu tekna seg við at ringja til Annu á tlf 577976, ella skriva henni ella mær eini privat boð á Facebook seinasta lagi 7. okt. Bróðurringurin á Havinum hevur sína árligu stevnu í KFUM & K í Klaksvík leygardagin 9. septembur og sunnudagin 10. septembur 2017 við hesi dagsskrá: LEYGARDAGIN 9. SEPT. kl.15:00 Limafundur har Petur Adrian Jacobsen, Lervík innleiðir Kl.18:00 Bønarmøti. Kl.19:00 Møti har Torleif Johannesen, Nes talar og kórið: Orðið á Borðið frá Frelsunnarherinum í Vági syngja og spæla SUNNUDAGIN 10. SEPT. Kl.11:00 Guðstænasta í Cristianskirkjuni Kl.18:00 Møti har Niels Jacob Nielsen, trúboðari, Kjellerup, Danmark, talar og KFUM & K kórið í Klaksvík syngur Á stevnuni verður møguleiki fyri at tekna seg sum lim í Bróðurringinum á Havinum. Tann, ið ynskir at gerast limur er væl­ komin til limafundin leygardagin kl.15. Frá Bróðurringinum á Havinum Stýrið fyri Bróðurringin á Havinum Sosialurin 341800 1939 Skrivstovufólk 1/2 tíð Ítróttasamband Føroya søkir eftir hálvtíðar skrivstovufólki at byrja skjótast møguligt Okkum tørvar eitt skrivstovufólk, sum megnar at loysa okkara dagligu skrivstovu uppgávur, umframt aðrar fyrifallandi uppgávur. Umsøkjarin skal kunna arbeiða sjálvstøðugt, hava góðar førleikar at samskifta og samstarva við ymiskar áhugapartar, so sum sersambond, almennar myndugleikar, feløg, íðkarar og onnnur. Vit leggja dent á at umsøkjarin hevur góðar mál- og telduførleikar, hetta í mun til samskifti í síni heild, men eisini í mun til heimasíðu og sosialar miðlar. Talan er um eitt fast hálvtíðarstarv, har arbeiðið fer fram í vanligari arbeiðstíð. Tó skal viðkomandi sum verður settur tola, at partur av arbeiðinum fer fram um kvøldið og í vikuskiftinum, eins og arbeiðsbyrðan kann verða skiftandi gjøgnum árið. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber. Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og S&K ella sambært nærri avtalu. Umsókn Umsóknir skulu sendast til petur@isf.fo. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 15. september 2017 kl. 12.00. Viðmerk “Umsókn um starv” í yvirskriftini á teldupostinum. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Petur Mittún, aðalskrivara, fartlf. 218284 ella petur@isf.fo. Ítróttasamband Føroya