mikudagur 20. oktober 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 200 - 20. oktober 2004
Nr. 200 - 20. oktober 2004
29
Fyri at børnini skulu
fáa sum best burtur
úr barnauppsparing-
ini, er avgerandi, at
uppsparingin veru-
liga fer fram. Møgu-
ligar íløgur skulu
gerast við varsemi
FÍGGJARTÍÐINDI
www.sparikassin.fo
Brúkaratátturin í Cassio-
peia-sendingini hjá SvF
hevur sett fokus á barna-
uppsparing, og tað er posi-
tivt. Tvey sjónarmið um
evnið komu fram í send-
ingini 17. oktober, men
kortini restar eitt sera týð-
andi sjónarmið í: Hitt mest
týðandi við barnauppspar-
ingini er, at spart verður
upp!
– Sjálvandi hevur avkast-
ið týdning, men tað mest
umráðandi er, at uppspar-
ingin fer fram. Tá man so
hevur uppspart eina ávísa
upphædd, kann tað vera eitt
gott hugskot at gera varnar
íløgur í virðisbrøv, sigur
Finn Danberg, fíggjarleið-
ari í Føroya Sparikassa.
Fyri eina lutfallsliga lítla
upphædd, t.d. 50 um mán-
aðin í 20 ár, fær uppspar-
arin 13.706 krónur, um
rentan er tvey prosent um
árið, og 14.674 krónur um
rentan er trý prosent. Í
báðum førum er innskotni
peningurin heilar 12.000
krónur.
– Tað, sum hevur týdning
er við øðrum orðum ikki,
um rentan er eitt prosent
hendan ella handan vegin,
men at spart verður upp.
Tað er snøgt sagt nakað av
tí besta foreldur kunnu gera
fyri at geva børnunum eina
góða fíggjarliga byrjan,
sigur Finn Danberg.
Sostatt ræður um hjá
foreldrum og øðrum av-
varðandi at fáa gongd á
uppsparingina í góðari tíð.
Byrjast kann við einari
lítlari, fastari flyting, sum
kann vaksa, tá ráðini eru til
tess. Ikki fyrr enn uppspar-
ingin er komin í eina góða
legu og hevur fingið eina
ávísa stødd, er klárt at tosa
um íløgur.
– Transaktiónsútreiðslur
og avgreiðslugjøld eta eitt
petti av hvørjari íløgu, og tí
er skilabest at savna sær
størri upphæddir saman og
síðani gera íløguna, sigur
fíggjarleiðarin.
Kundar í Føroya Spari-
kassa hava atgongd til
íløgukundaráðgevarar
á
øllum deildum Sparikass-
ans, og hesir ráðgevarar
veita holl ráð í øllum
spurningum um íløgur.
Peningastovnsørindi
í arbeiðstíð
Ein nýggj kanning vísir, at
nógv avgreiða síni peninga-
stovnsørindi um morgunin,
tá tey eru komin til arbeið-
is.
Danski EDB-sentralurin
SDC hevur gjørt eina
kanning, sum vísir, at
heimagreiðslurskipanirnar
hava mest at gera stutt eftir
klokkan 9 um morgunin -
fáar minuttir eftir, at tey
flestu eru farin til arbeiðs
og hava tendrað telduna á
arbeiðsplássinum.
Hetta skriva
Berlingske Tidende.
Higartil hevur vanliga fat-
anin annars verið, at fólk
avgreiða síni sparikassa-
ørindi
umvegis
heima-
greiðslurnar um kvøldið
ella um vikuskiftið, tá
góðar stundir eru til tess.
SDC hevur gjøgnum-
gingið ta nágreiniligu skrá-
setingina av persónum,
sum logga á heimagreiðsl-
urnar, og uppgerðin vísir
greitt, at privat peninga-
stovnsørindi fyri tað mesta
verða avgreidd fyrrapartar.
Barnauppsparing:
Týdningarmest
at spara upp
Magna Thomassen
Tey seinastu 25 áriani hava
vit verið fleiri túrar við bili
og koyrt ymsastaðni í
Evropa.
Av og á rennur tú teg í
onkra gjaldsskipan fyri at
sleppa
longur
fram
á
leiðini.
Í fleiri førum kanst tú tó
velja at koyra ein umveg
sum t.d. fram við einum
longum firði ella gjalda og
koyra um brúnna fyri at
stytta um.
Í miðevropa er heilt
vanligt at gjalda fyri at
koyra
eftir
nýggjum
strekkjum á autobanum.
Ynskir tú ikki tað, er
møguleiki at fara eftir teim-
um gomlu motorvegunum
uttan gjald.
Eisini á privatum vegum
er gjald lagt á, har tú
kanska skalt inn á eina
skrivstovu at gjalda fyri at
fáa fólk út at loysa bumm-
in.
Við landamørk eru sera
ymiskar skipanir. Onkra-
staðni verður vegagjaldið
kravt beinanvegin, aðra-
staðni ræður um at vita,
hvørjum bana tú sum før-
oyingur eigur at halda teg á,
meðan onnur landamørk
næstan ikki eru til á vegun-
um, so tú varnast onki, fyrr
enn tú sært, at skeltini hava
annan fremmandan tekst.
Har sum tilskilaðar ávís-
ingar eru til bilføraran við
landamørk og gjaldskipanir
og hann ikki fylgir teimum,
er eingin bøn. Løgreglan
stendur og tekur ímóti tær
einar 50 metrar longur
frammi.
Nú hava vit eisini fingið
vegagjald í Føroyum, við
eini gjaldskipan, sum ikki
megnar at fáa gjaldið í
kassan, men heldur bjóðar
til svik og vandakoyring
uttan eftirlit, ið nyttar
nakað.
Eg yvist stórliga í, at
nakar annar hevði havt eina
slíka skipan koyrandi í 2 ár.
Men nevndin ella stýrið
tosar uppísaman og gera
onki við nakað.
Hvør velur tílíkar menn í
nevndir?
Høvdir á vegum, rund-
koyringar o.a. skulu tálma
vandan í ferðsluni kring
landið, meðan bilførarar
um somu tíð seta lívið hjá
sær og øðrum í vága fyri
ikki at gjalda bummpengar
við tunnilin undir Vest-
mannasund.
Av hesum ávum helt eg,
at mín síðsti tími var komin
nú ein dagin á veg vestur
ígjøgnum tunnilin.
Tá eg var komin nakað
um munnan á Vágalandin-
um, kom ein bilur við
fullari ferð ímóti mær á
mínari síðu. Ein høgur
betonkantur er mitt eftir
vegnum, so hann slapp ikki
yvir á sína høgru síðu.
Ikki sá hann út til at vilja
slaka, so eg endaði heilt úti
í verjugarðinum við vón
um, at hann slapp ímillum,
so ongin vanlukka hendi.
Tankarnir koma skjótt í
slíkum umstøðum. Kanska
var bíðirøðin við gjald-
støðina so long, at ikki var
koyrandi hjá bilum við
kubba, og tí hevði hesin
tikið kjansin á vinstru síðu
við speedaranum í botni
fyri at klára tað, áðrenn
nakar kom ímóti? – Men
nei, tá eg kom longur nið-
an, var ongin bíðirøð. Hvat
fær so ein mann, sum sá út
til bæði at kunna gajlda
bummpengar og MVG til at
gera slíkt óðamannaverk?
Hvussu hevði verið um ein
lastbilur ella bussur kom
ímóti honum?
Hasin er bara ein av
fleiri,
sum
onkisvegna
royna at sleppa undan at
gjalda. Tað gongur fínt.
Ongin steðgar teimum,
hvørki so ella so. Tað er
bara at halda áfram við ør-
skapinum.
Hvar er nevndin ella
stýrið, hvat gera teir? Sita
helst við búgvið borð á
tunnilsfundi við fullari løn
og dupultum fundarpeng-
um fyri tveir tunlar.
Míni ráð til tykkara ella
rættari til eitt nývalt stýri
eru at fáa eina gjaldskipan,
har øll akfør mugu steðga
fyri at gjalda undir eftirliti
av vaktarfólki.
Við tí skipan gjalda vit
øll, vit vera spard fyri sviki
og vard fyri hættisligari
koyring.
Onkur fer helst at knarra
um bíðitíð. Men tað hoyrir
næstan til á slíkum støðum,
um vit hugsa um, hvussu
tað er aðrastaðni. At bíða er
ein partur av tí at fara við
bili.
Góðu norðoyingar, royni
og fái tykkum eina trygga
gjaldsskipan í góðari tíð og
latið tykkum ikki stýra av
skilaloysi. – Okkara skipan
man vera komin við vest-
fallinum. Best hevði verið,
um hon fór aftur sama veg.
VIÐMERKINGAR
Fái skil á gjaldsskipanina
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
HEILSANIR
Góðu Ári, Áki og Rannveig
Hjartaliga tillukku við føðingardøgunum, sum vóru 6.
aug., 25. sept. og 12. okt.
Kærar heilsanir Berit
Sunnudagin fylti
hendan væna frú
Hvør skuldi tí trúð
Altíð løtt um
gólvið fer
væl tann høga
aldur ber.
Hjartaliga tillukku
Tryggvá
Heilsan
starvsfelagarnir
á Oyri
Góða elskaða stórasystir
Hjartaliga tillukku við 16
ára degnum og takk fyri at
tú er so góð við okkum.
Ynskja Helena og Katrin
PS. Mamma, pabba og
Benjamin lata eisini heilsa
Hey góða
Her er tú ung
og pen, nú ert
tú bara pen.
Hjartaliga
tillukku.
Systrarnar við
familju
Góða Kára
Hjartaliga
tillukku við
9 ára degnum í
gjár. Eisini ein
heilsan til tín
Sigmundur.
Heilsan babba
Góða elskaða stórasystir
Johanna
Hjartaliga tillukku við 6
ára degnum tann 20. okt.
Ynskir lítla systir
Góða fitta Johanna
Hjartaliga tillukku við 6
ára degnum.
Ynskja omma og abbi
Góða mamma
Hjartaliga
tillukku við
degnum. Vit
elska teg.
Ynskja
døturnar
Góði elskaði langabbi
Lukku og gleðið á tínum
90 ára føðingardegi 19.
oktober.
Ynskja Katarina og
Guðrið
C
M
Y
K
29
28
GERIÐ KVETTI
Ein óbrúktur Cube 30 forsterkari við
øllum møguligum effektum. Ein FS-
5L Switch-pedal fylgir við. Sera gott
ljóð, fyri einans 2.700 kr. Nýprísur
2.500 kr.
Tlf. 449251
TIL SØLU
2 dali hátalarar + forsterkarar til
sølu fyri 1.500 kr.
Tlf. 271836
DIGITALUR
GUITARFORSTERKARI
Av slagnum Yamaha til sølu.
Nýprísur 12.000 kr. Gevi eitt boð.
Tlf. 508270
YAMAHA TVØRFLOYTA
til sølu.
Tlf. 224576, e. kl. 17.00
GER KVETTI
NAD stereo power amp 218 thx,
NAD stereo pre amp, Kenwood
fløgu- og minidisk spælari og 2 Dali
Evidence 870 hátalarar, 500 W stk.
Lítið brúkt, til sølu fyri 20.000 kr.
Nýprísur uml. 40.000 kr. Ring og
hoyr nærri á
Tlf. 227188
TIL SØLU
Ein bilnavigator við radio og fløgu-
spælara og GPS antennu, merki
VDO Daytona 3000 - Navigator
modul 4000. Nýprísur 13.700 kr.
Selist fyri 7.000 kr
Tlf. 315741 ella 213835
Út- & Sjónvarp
RADIO TIL SØLU
Sera gott og pent radio frá 1960-
árunum, hevur lampur og góða
móttøku, til sølu.
Tlf. 319613
RADIO YNSKIST
Hevur nakar eitt radio 1970-
árunum at selja mær. Ring
Tlf. 519613
WATSON 32'' WIDESCREEN
Sjónvarp, sum nýtt (einki brúkt),
stálgrátt, til sølu fyri einans 5.400
kr.
Tlf. 211662
Ymiskt
MAT- OG KØKUTOMBULA
verður í Gamla Skúla á Viðareiði
leygardagin 23. oktober kl. 15.00.
Eisini verður høvi at keypa sær ein
kaffimunn. Takk fyri stuðulin.
9. c á Ziskatrøð
2 FERÐASEÐLAR
við Mærsk til sølu fyri 4.000,- kr.
Avgerð sjálv/ur nær tú ferðast,
einasta treyt er at tú ert aftur
seinast 31. okt. 2004.
Tlf. 257141
FARTELEFON TIL SØLU
Nokia 3100, myndatól fylgir við og
1 cover, telefonin er 6 mðr. gomul
og sær út sum nýggj, kr. 2.000,-
Tlf. 269206
VINDEYGU TIL SØLU
4 H-vindeygu 120x120 cm., og 4 H-
vindeygu 130x120 cm., bíliga til
sølu.
Tlf. 503249
BARNADAGUR
Verður í Norðskála/Oyrar skúla
leygardagin 23. okt. 2004 kl. 11.
Tiltøk: klovnar kl. 11, 13 og 15.
Fýrahjólsbilar, andlitsmáling, T-shirt
máling, livandi ludo-kapping úti,
tombola byrjar kl. 13.00. Børn úr
skúlanum syngja kl. 14.00. Øll eru
vælkomin at lata lutir til tombola.
Sunda Róðrafelag
DIGITALT SLR MYNDATÓL
til sølu. Nikon D70 6.1 MegaPixel
CCD 4,5 myndir um sek. 1 stk. AF
50 mm f/1.8D 1 stk. AF-S DX 18-
70mm f/3.5-4.5G ED 1 stk. Nikon
SB-600 blitz 1 stk. 512MB Compact
flash kort til sølu fyri einans
11.900,-. Nýprísur 17.325,- kr. Ring
á
Tlf. 513928
SONY ERICSON Z200
Spildurnýggj til sølu fyri 1800
krónur. Nýprísur, 2.234.
Tlf: 222983
EIN NOKIA 3310
1 1/2 ára gomul selist fyri 550 kr.
Ringi eftir kl. 18
Tlf. 424559 ella 509103
FLOGFERÐASEÐLAR
2 Apex-ferðaseðlar á rutunum hjá
Atlantsflog til sølu fyri 2.400 kr. stk.
Tlf. 442164 ella 228894
VINDEYGU TIL SØLU
Lítið brúkt topphongt vindeyga, h
110, b 90, bíliga til sølu.
Tlf. 456522
YMISKT TIL SØLU
2 Husmor-vindeygu 170x110 cm.
Køliskáp v/ frystiboks undir.
Lenistólur v/ innbygdum fótskamli.
Song 140x200 v/ góðari madrassu,
bíliga til sølu.
Tlf. 333110
BOGASKJÓTING
Bogaskjótingin byrjar aftur,
mikukvøldið 20.10.04 kl.18.30. Øll
ið vilja skjóta bogasjkóting, verða
biðin um at møta í hølum felagsins.
10 ára aldursmark.
Ørvur
FERÐASEÐIL VIÐ MÆRSK
Opin ferðaseðil FØ/DK/FØ við
Maersk til sølu fyri kr. 3.500.
Tlf. 222985
KAMERA TIL NOKIA
Til sølu fyri 600 kr.
Tlf. 220955
NAKRIR ÁRGANGIR AV
MYNDABLAÐNUM NÚ
til sølu fyri 25 kr. pr. árgang.
Árgangirnir eru 1974, 76, 77, 78 og
79
Tlf. 316340
LOPPUMARKNAÐUR
03X í Hoydølum skipar fyri
familjudegi og loppumarknaði í
skúlanum leygardagin 23. okt. Vit
vilja hervið biðja fólk, sum hava
onkrar lutir at lata, um at koma
oman í skúlan fríggjakvøldið 22.
okt. millum kl. 17 og 20, ella seta
seg í samband við Iris á tlf. 226986.
03X í Hoydølum
HAVAMØBLAR
Eitt sett av havamøblum úr træi:
bonkur og tveir stólar, ið kunnu
klappast saman + borð.
Tlf. 312190
BILLIARDBORÐ/POOL
1,7 x 1 m, til sølu. Prísuppskot
5.000 kr.
Tlf. 221324
TRENINGSBONKUR TIL SØLU
inkl. 1,25 kg. 8X - 2,5 kg. 4X - 15
kg. 2X. Eisini eru tvær minni
vektstengur + ein longri vektstong
+ ein treningsbonkur. Íalt kr. 1400,-
Tlf. 507102, Pætur
FERÐASEÐIL
Føroyar-Danmark t/r til sølu fyri kr
2.000. Skal nýtast innan 31.
oktober.
Ring 506030 eftir kl 15.
BARNATELVING
er hvønn mikudag. Børn úr 4.
skúlaflokki og yngri møta kl.16.00
til 18.00. Børn úr 5. skúlaflokki og
eldri møta kl.18.00 til 20.00. Eftir
barnatelvingina kunnu vaksin telva
frá kl. 20.00.
Havnar Telvingarfelag
SPV E100
Fartelefon við outlook, msn
messenger, internet explorer, media
player (mp3), nógvum spølum og
programmum. GPRS, MMS og kann
avspæla allar ljóðfílar sum
ringitóna. Sær út sum nýggj. 128
mb SD-kort fylgir við. Einans 1.100
kr.
Ring 254045
JÓLASØLAN Í EYDNUNI
verður 14. november. Tilmelding á
tlf. 422234
NÁTTURÐA BORÐISKAR
Tveir nátturða borðiskar av
Mågestellet hjá Bing og Grøndahl,
stødd 22 cm, til sølu.
Tlf. 375290, e. kl. 19.00
FARTELEFON
Samsung E700 telefon v/ lúku í
snotiligum sniði. Hevur innbygda
antennu, myndatól og litskerm, til
sølu fyri uml. 2.800 kr.
Tlf. 251985
ÁRSVEITSLAN
hjá Tórshavnar Bátafelag verður 6.
nov. í hølum Argja Róðrarfelags.
Atgongumerki kunnu keypast í
Kunningarstovuni. LM-Band spælir
til dansin.
Tórshavnar Bátafelag
Lesið
-so eru tit við!
www.sosialurin.fo