hósdagur 7. september 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 104
9
TEMA At eta grind
Á temasíðunum hesaferð er grind aftur á
breddanum. Tað eru nógv fleiri fólk, ið taka
lut í grindadrápi í dag, enn tað vóru fyri bert
tíggju árum síðani. Formansfrágreiðingin
frá grindamannafelagnum hevur í áravís
staðfest, at færri ung fólk luttaka í
grindadrápi, men útsagnin varð seinni
broytt, tá áhugin fyri grindadrápi,
eftir vaksandi ágang frá útlendskum
mótstøðufólki, vaks. Hetta hóast tilmæli,
sum staðfesta, at grind er dálkað og
óegnað sum mannaføði, standa óbroytt.
Í ár hava 21 grindadráp verið í Føroyum og á
leið 1300 hval hava lagt beinini, so staðfestast
kann, at nógv grind hevur verið í ár. Vit hava
spurt føroyingar, hvussu ofta grind verður
borðreidd heima og hvør hugburðurin er til
grind sum kost. Úrslitini vísa, at vit næstan
øll eta grind av og á, og at mongdirnar eru
ymiskar, alt eftir hvar í landinum tú ert.
Tvær kvinnur, sum taka ávaringarnar úr
tilmælinum í fullum álvara, greiða frá, hví
tær hava tikið boðini um, at grind ikki er
egnað til mannaføði, til sín og valt ikki at
eta grind ella at borðreiða grind heima.
Magni Mohr, stjóri í Fólkaheilsuráðnum
sigur tó, at tey í Fólkaheilsuráðnum ikki
hava ætlanir um, at koma við peikifingri
og siga, at fólk ikki skulu eta grind.