hósdagur 7. september 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 104
10
ANNIKA KUNOY IM
H
óast Aggi Ásgerð
Ásgeirsdóttir úr
Tórshavn ongantíð
hevur dámað grind
nakað serliga væl, so hevur hon,
sum aðrir føroyingar, etið grind
til døgurða av og á, tá hon vaks
til. Hon hevur eisini, alt tað hon
minnist verið ímóti at drepa
grind, hóast hon sum smágenta
át, tá hon fekk tað borðreitt.
– Eg minnist frá barnsbeini
av, at eg var ímóti grindadrápi,
sigur hon og greiðir frá um
hending, tá hon sum smágenta í
øðrum ella triðja flokki fekk frí,
tí tað var grindaboð.
– Eg fór heim, tí eg ongan
tíð hevði dámt, at eygleitt
tað ógvusliga grindadrápið.
Dagin eftir varð eg skeldað av
læraranum, tí eg ikki var farin
í grind, sigur hon eitt sindur
skelkað yvir, at skúlin hevði til
endamáls, at allir næmingar,
skuldu oman at eygleiða
grindadrápið.
– Eg fekk grind at eta, men
mær dámdi ikki spik, tá eg var
barn, og eg steðgaði at eta grind,
tá eg hoyrdi tilmælingarnar frá
Pál Weihe. Avgerðin var ikki
torfør, tí mær hevur ongantíð
dámt grind nakað serliga væl.
Eg tók ávaringarnar í álvara
fyri 20 árum síðani, tá tað varð
sagt, at grind ikki er mannaføði,
og hóast eg hendinga ferð fekk
mær ein sindur av turrari grind
til serlig høvi, so át eg ongantíð
grind meðan eg gekk við
børnunum, og steðgaði síðani
heilt, sigur hon.
Børnini fáa ikki grind
Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir
eigur trý børn, sum øll eru
tannáringar, og hon hevur
tilvitað valt, ikki at givið teimum
grind.
– Eg eri sannførd um mína
meining, og fari ikki at borðreiða
børnum mínum eitraðan mat,
staðfestir hon, og samanber tað
við at geva børnunum battarí
at eta.
Hava tey spurt foreldrini
um orsøkina til, at tey ikki fáa
vanliga føroyska grindabitan, so
hevur svarið verið, at tað er tí, at
grindin er dálkað.
Børn hennara hava tískil
ongantíð fingið grind heima,
men tey hava smakkað grind í
øðrum høpi, men Aggi er fegin
um, at eingin teirra dámar tað.
– Tey eru nú við at verða
vaksin, og eg havi uppælt tey
til at verða sjálvbjargin og at
hugsa sjálvi. Eg havi upplýst
um vandarnar, og nú er valið
sjálvsagt teirra, sigur hon.
Føroyingar verja grindina
Aggi hevur ongantíð dult, at hon
er ímóti, at føroyingar drepa
hval, og at hon ikki etur grind
sjálv. Hon greiðir frá, at hon
hevur upplivað nógvan ágang av
tí sama, og fleiri ferðir viðmerkja
bæði fremmandafólk og fólk
hon kennir avgerð hennara. Tað
er ikki óvanligt, at fer hon í býin,
so møtir hon fólki, sum vilja siga
henni, at tey eta altso grind.
– Men hetta haldi eg bara
vera stuttligt, tí tað er tó ofta
sagt í skemti, so eg leggi ikki
meir í tað, enn tað er. Eg havi
mína meining og tey teirra, sigur
hon.
Hon hevur eisini upplivað
persónlig álop á sosialu
miðlunum og fær viðmerkingar,
tá hon varpar sína meining um
grind. Hon tekur ikki longur
slíkar viðmerkingar persónliga,
og greiðir frá, at sum frá líður
finna fólk útav, at slíkar við
merkingar ikki rína við hjá
henni.
Tað eigur tó at vera rúm fyri
øllum, og hon má tí, sum øll
– Eg blandi meg ikki upp í, hvat onnur gera, men tað skelkar meg veruliga, at
fólk geva børnum sínum grind. Hetta er fyri mær, sum at spæla russiska roulett
við heilsu teirra, sigur listakvinna og læraralesandi Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir
TEMA: Grind
GRINDIN E
Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir