Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. september 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 104 11 Er man ímóti, so fær man av at vita. Eg havi ongantíð sagt við nakran, at tey ikki skulu eta grind, men eg fái ofta viðmerkingar fyri mína avgerð. Uttan at virka matyrisk, so kann tað ofta tykjast, at tað ikki er rúm fyri okkum, sum eru í móti at eta grind« ER EITRAÐ onn­ur, hava loyvi til at bera fram mein­ingar sínar. – Eg broyti ikki meining um, at eg ikki eti grind. Hetta er eitt tilvitað val fyri lívið, staðfestir hon. Grindin er sum heiløg kúgv – Av tí at eg eri ímóti hesum, so fara fólk í verjustøðu, og óneyðugu viðmerkingarnar tykist tíðum spottandi, sigur hon, og greiðir frá, at grindin fyri føroyingar er sum heiløg kúgv, ið ongin kann nerta við. – Er man í móti, so fær man av at vita. Eg havi ongantíð sagt við nakran, at tey ikki skulu eta grind, men eg fái ofta hvassar viðmerkingar fyri mína avgerð. Uttan at virka matyrisk, so kann tað tykjast, sum um tað ikki altíð er rúm fyri okkum, sum eru ímóti at eta grind, sigur hon. Hetta, at grindin er so heiløg fyri okkum føroyingar stendur onkursvegna í andsøgn til til­ mælingar frá landslæknanum, tí vit verja stóra, dálkaða dýrið, sum liggur ovast í føðiketuni og sum kann gera okkum sjúk. Familja og vinir eru ikki líka ógvuslig, og hava góðtikið, at Aggi hevur valt grind og spik frá til sín og børn síni. – Eg verði kanska argað eitt sindur, men tað er nógv minkað við árunum. Tað er tó sjálvdan, at nøkur konstruktiv viðmerking verður søgd, ella at nakar ynskir eitt virðiligt kjak um evnið, greiðir hon frá. – Fólk spyrja ikki við áhuga, men staðfesta ofta, at tey eta grind líkamikið, hvat eg geri, og hóast eg onki sigi, so verður ofta skemta um tað. Eg taki tað ikki so tungt, og dugi eisini, at smílast og yppa øksl, sigur hon. Trýst elvir til móttrýst Aggi er ikki bilsin av, at áhugin hjá føroyingum fyri grindadrápi er nógv vaksin síðani Sea Shepherd við innrás síni setta sjóneykuna á Føroyar. – Hatta hevði eg næstan vænt­ að, tí trýst elvir til mótrýst, og tað skilji eg væl, staðfestir hon. Vit eru errin av mentanararvi okkara, og hetta er eisini eitt viðkvæmt evni, sigur hon. Hon leggur síðani afturat, at hóast hon ikki er fyri grindadrápi, so heldur hon, at tað var sera harmi­ligt og ørkymlandi, at felags­skapurin kom til landið. Hon valdi sjálv ikki at tosa við limirnar í felagsskapinum, tá tey vitjaðu landið. – Tað er keðiligt, tí tað tóktist, sum vóru fólk um tað mundi byrjaði at hugsa meir um, hvussu óegnað grindin er sum mannaføði, og síðani komu Sea Shepherd og stoyttu bensin á bálið, og áhugin hjá føroyingum fyri grindini reyk upp, sigur hon. – Hetta er enn einaferð dømi um, at onkur hættar sær at nerta við heiløgu kúnna og mentanararv okkara, og ávaringarnar um dálkaða hvalin verða gloymdar. Hetta er keðiligt, tí tilvitskan um, at maturin altso er eitraður burdi verið har hóast alt. Hendn trupul­leikan kunnu vit ikki skúgva til viks, leggur hon afturat. Dyggiligur dupultmoralur Tað er dyggiligur dupultmoralur, at grind, sum ikki er egnað sum mannaføði, verður borðreitt á al­mennum stovnum, so sum á sambýlum og sjúkrahúsum, heldur Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir. – Grindin, sum er staðfest ikki at vera mannaføði longur verður borðreitt fyri teimum sjúku og teimum gomlu. Tað er dupult­ moralur, so tað forslær, tá lands­ læknin sigur eitt og stovnarnir gera øvugt. Tá hongur teori og praksis ikki saman, staðfestir hon álvarsliga. Almennu stovnarnir mugu siga, at nú gevast teir við at bjóða fólki grind, tí tað er ikki mannaføði longur. Gera stovnarnir ikki tað, so tekur almenningurin ongantíð tilmæli í fullum álvara, heldur hon. Grindin er ómetaliga dálkað, og innihaldið av kyksilvri (MeHg) er 100 ferðir hægri enn tað hægst viðmælda. Tilmælini eru broytt nógv gjøgnum ár og dag men gjøgnumgangandi vísa kanningar, at tilmælini eru lækkandi, og tað merkir, at minni MeHg skal til fyri at skaða kognitivu eginleikar okkara, greiðir Aggi frá. – Kanningar hava víst, at tað skaðar bæði kognitivu eginleikar okkara og nervaskipanina sum heild, og hetta hevur við sær beinleiðis smáir skaðar, hvørja ferð vit fáa MeHg í kroppin. Hetta ørkymlar meg, og tí er óskiljandi at hetta verður ignorerað, og at grind verður borðreidd fyri børnum okk­ara, heldur Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir. – Eg blandi meg ikki uppí, hvat onnur gera, men tað skelkar meg veruliga. Hetta er, sum at spæla russiska roulette, staðfestir hon. Hon leggur afturat, at hóast grind hevur verið góð fyri før­oy­ ingin í øldir, so mugu vit ásanna, at tað er hon ikki longur: Stóri hvalurin er eitraður við kviksilvuri, og er ikki mannaføði longur sambært okkara hægstu heilsumynduleikum. Hugsar ikki fanatiskt um mat Hóast Aggi hugsar nógv um mat: Bæði at tilgera og at eta hann, so er hon als ikki fanatisk við øðrum enn grindini. – Tað er munur á íblandingar­ evnum í gerandiskosti og á tung­málmi í hvali. Munurin er í stóran mun hann, at kroppurin skilur seg av aftur við hini íblandingarevnini, hóast tey eru ósunn, greiðir hon frá. Hon leggur afturat, at hon er tilvitað um matin, sum hon etur og velur at borðreiða, tí vit øll hava skyldu fyri okkum sjálvum og børnum okkara at velja so tryggar matvørukeldur sum gjørligt. – Eg eri tó ikki fanatisk, og eti vanligan sunnan mat. Í dag er alt vandamikið, og tí má man hava ein avslappaðan hugburð til matin, og brúka vanligt vit og skil sigur hon. Tað er tó umráðandi, at maturin er fjølbroyttur, gjørdur frá grund­ini og úr góðari rávøru og góðsku, heldur hon. – Eg eti eisini allan føroyskan mat, men ikki grind, tí hon er ikki mannaføði meir. Um eg fekk at vitam at annar føroyskur mat­ur eisini var illa dálkaður av tung­ málmi, so hevði eg óviað tikið somu avgerð sum við grindini, tí tá eg havi sæð slíkar kanningar, so kann eg ikki annað, enn at taka tær í álvara, sigur hon. Hóast ymiskur annar matur eisini er dálkaður, so er ikki ávarað í móti øðrum mati á sama hátt, sum við grindini. – Vit kunnu ikki yppa øksl og siga, at vit eta bara grind, tí hóp­aldur hósnarungi eisini er dálkaður. Vit mugu altíð gera tað so gott, sum vit kunnu, og tað er okkara ábyrgd at kunna okkum um, spyrja og gera metingar um, hvat er best, sigur hon. Hon hevur tó ongar vónir um, at grind aftur verður egnað sum mannaføði. – Eg vænti ikki, at grind verður etandi aftur, staðfestir hon. ANNIKA@SOSIALURIN.FO Tað er munur á íblandingarevnum í gerandiskosti og á tungmálmi í hvali. Munurin er í stóran mun hann, at kroppurin skilur seg av aftur við hini íblandingarevnini, hóast tey eru ósunn, greiðir hon frá VISTI TÚ Tilmæli frá Pál Weihe og Høgna Debes Joensen kann lesast á www.ncbi.nlm.nih. gov/pmc/articles/ PMC3417701