Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. september 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 104 12 TEMA: Grind 12 Hóraldur Joensen, granskari á setrinum, heldur tað verða týdningarmikið at fáa lýst út í æsir hvørji evnir eru í tvøstinum, tí tað eru ikki einans vandamikil evnir í SÓLVIT E. NOLSØ V it hoyra nógv um hvussu vandamikið tað er at eta grind. Eitt tilmæli um at gevast við at eta grind, var í 2008 sent út av Pál Weihe, yvirlækna, og Høgna Debes Joensen, táverandi landslækna. Teir mæltu fólki frá at eta grind og spik, tí innihaldið av kyksilvuri í grindahvali var so høgt, at tað var ikki ráðiligt sum mannaføði. Í mesta lagið skuldi tað etast eina til tvær ferðir um mánaðin og kvinnur, ið ætlaðu at gerast við barn innan tríggjar mánaðar, skuldu halda seg burtur frá at eta grind og spik. Teir end­ aðu tilmæli við at vísa á, at tíðir broytast og siðir við og tað eiga vit at taka við, hóast tað kanska ikki hóvar okkum so væl: Tað er við sorgblídni, at hetta tilmælið verður givið. Grindin hevur tænt føroyingum væl í mong hundrað ár og man eiga lívið í mongum føroyingi gjøgnum øldirnar. Men tíðir og umhvørvið broytast, og tí meta vit tað heilsu­ fakliga neyðugt við hesum tilmæli. Hetta hevur verið almenna til­ mælið í nógv ár eftirhondini og tað er eingin loyna, at almenna miðlingin hevur leingi verið, at grind er skaðilig sum mannaføði og best er at halda seg burtur frá tí. Tað eru tó nøkur, ið hava ver­ið atfinningarsamar røddir í kjak­ inum. Nøkur hava víst á, at vandin í at eta grind er yvirdrivin og gjørdur størri enn hann í veruleikanum er. Jákup Petersen, lækni, er ein. Hann skrivar í grein í Norðlýsinum í 2011, at tað vórðu nógvir aðrir og líka stórir vandar í okkara lívsførslu í dag, sum høvdu líka stóra ávirkan á okkum sum, grindin. Millum annað royking, alkohol og ov stórar nøgdir av salti og sukuri. Ein annar, ið hevur víst á heilsu­ ligu fyrimunirnar við at eta tvøst, er Hóraldur Joen­sen, ið er lektari í lívfrøði og undir­vísingarleiðari á Fróðskapar­setrinum. Nógv góð evnir í tvøsti – Tað er eingin ivi um, at grinda­ hvalurin í norðurhøvum er dálk­ aður seinastu árini. Tað vita øll um eisini, tí tað hevur fingið góða rúmd í miðlunum. Tá er øðrvísi við teimum góðu evnunum, sum er í tvøsti. Tey eru ikki eins væl kend, hóast tey eisini eru til, sigur Hóraldur Joensen. Í grein frá 2011, Heilsufremjandi selen í tvøsti, skrivar Hóraldur Joensen, at grindahvalurin verður so at siga einans nýttur til matna av okkum føroyingum. Tì skuldi verið farið undir at gera neyðugar føðsluvirðis- og heilsukanningar av fyrimunum og vansum av at eta grind. Fyrr heldur enn seinni. Fleiri kanningar eru gjørdar aðrastaðni, ið vísa, at til dømis er evnir sum carnitin og selen at finna í tvøsti. Carnitin mótvirkar til dømis sjúkuna CTD og eitt evni sum selen mótvirkar til dømis krabbameini, hjálpir móti ovurfiti og verjir móti virus. Tvøst inniheldur nógv størri mongdir av selen enn fleiri onnur sløg av mati so sum neytakjøt og ymisk sløg av korni. – Tað er eingin ivi í í, at vit eiga at gera hesar kanningar í Føroy­ um. Tá vit eru tey einastu, sum eta grind, so er tað sjálvandi upp til okkum, at fáa egin tøl, sigur Hóraldur Joensen. Hóraldur Joensen hevur fyrr skrivað um at gera rannsóknir í Føroyum, ið hann metir at verða ógvuliga týdningarmiklar, tí tað er neyðugt at gera greitt, júst hvørjir heilsuligar ávirkanir tað hevur á ein at eta grind og spik. Bæði tað góða og tað minnið góða. SOLVIT@SOSIALURIN.FO UMRÁÐANDI AT GERA UMFATANDI KANNINGAR Granskarin: TEMA: Grind 12 Hóraldur Joensen