Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. september 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 104 13 Uppgávan hjá Fólkaheilsuráðnum er ikki at fortelja fólki hvussu tey skulu uppføra seg. Tì vilja tey ikki diktera nakran. Hinvegin vilja tey heldur upplýsa um fyrimunir og vansar við føðsluinntøku. Tað sigur formaðurin, Magni Mohr SÓLVIT E. NOLSØ T áverandi landslæknin og formaðurin í fólka­ heilsuráðnum, Høgni Debes Joensen og Pál Weihe, sendu í 2008 eitt tilmæli út, har teir mæltu fólki frá at eta grind. Orsøkin var, at innihaldið av PCB (kyksilvuri) var ov høgt. Tað almenna tilmælið hevur síðani staðið við og er enn ikki broytt ella tikið upp til nýggja við­gerð. Nýggi formaðurin í Fólka­heilsuráðnum, Magni Mohr, hevur heldur ongar ætlanir um at gera nakrar broytingar hesum viðvíkjandi. – Tað er heilt greitt, at tá tað kemur til tær heilsuligu effektirnar av at eta grind, so er tað eingin í heiminum, sum hevur granskað tað so nógv, sum Deildin fyri Arbeiðs- og Almenna heilsu við Pál Weihe á odda. Tey hava fylgt fólki frá tí tey eru heilt lítil og upp til 30 ár fram, og hesar kohortir eru heilt framúr gransking, sigur Magni Mohr. Magni Mohr sigur, at í til­mæl­ inum frá Høgna Debes Joensen og Pál Weihe verður víst á, at líka síðan sjeyti árini hevur mann vita, at kyksilvurinnihaldið í grind var høgt og síðani tá er vitan bara løgd afturat hesum. – Mann vísti fyri nógvum árum síðan, tað stendur eisini í tilmælinum, at kvikk­silvur­inni­ haldið í tvøsti er høgt, men at innihaldið er til dømis fleiri ferðir hægri í nýranum og livrini hjá grindini. Síðani hevur mann funnið útav, at innihaldið í spikinum eisini er ov høgt, tá talan er um annað umhvørviseitur. Eisini er víst, at samband er ímillum inntøku av grind ella kviksilvur í kroppinum og t.d. funktiónina á nervalagnum. Hesum hevur mann m.a. funnið útav, við at fylgja børnum í fleiri ár, sigur Magni Mohr. Magni Mohr sigur, at sum eitt Fólkaheilsuráð, hava tey skyldu at halda seg til vísindaligar kanningar og til tað vitan, ið er á økinum. Tí hevur Fólkaheilsuráðið ikki ætlanir um at finna uppá eitt nýtt tilmæli tá tey hava tilmæli frá fólki, ið eru førandi innan sítt øki við síni vitan. Tað eru fleiri, sum hava víst á, at tað eru fleiri heilsugóð evnir í tvøsti, sum ikki fáa líka nógv fokus sum tey, ið eru ring fyri heilsuna. – Tað er rætt, at tað eru eisini heilsugóð evnir í tvøsti. Til tað vil eg tó siga, at tey heilsugóðu evnini, ið finnast í grindini, selen og carnitin til dømis, kunnu inntakast á annan hátt enn ígjøgnum tvøst. Dálkingin í grindini er somikið stór, at bara eitt lítið sindur av grind ger, at tú fer uppum altjóða tilmælið, tá talan er um umhvørviseitur, sigur Magni Mohr. Hava ikki peikifingurin á lofti Fólkaheilsuráðið hevur millum annað sum uppgávu at ráðgeva og upplýsa um heilsufremjandi tiltøk og sjúku- og vanlukkufyribirgin. Spurdur um tað er ein partur av arbeiðnum hjá Fólkaheilsráðnum, at ávirka politiska myndugleikan soleiðis, at tað til dømis verður ólógligt at bjóða grind í almennum stovnum og tílíkt, svarar Magni Mohr, at Fólkaheilsuráðið ikki hevur sum uppgávu at lóggeva um, hvat fólk eta. – Vit fara ikki at koma við einum peikifingri, har vit siga, at fólk ikki skulu eta grind. Vit hava heldur ikki tilmælir til fólk um at gevast við at eta reyða pylsur ella annað, ið er beinleiðis skaðiligt. Vit leggja dent á at upplýsa um sunnar heilsuvanar, herundir eisini kostvanar, men vit eru ímóti, at mann dikterar hvat fólk skulu gera, sigur Magni Mohr. Fólkaheilsuráðið fer heldur ikki at ráðgeva ímóti, at til dømis matstovur borreiða við smáum rættum av grind á matstovunm, ið ferðafólka og onnur kunnu njóta gott av. Magni Mohr sigur, at hjá teimum snýr tað seg fyrst og fremst um at upplýsa og vegleiða, ikki at fortelja fólki hvat tey skulu gera og hvussu tey skulu uppføra seg. SOLVIT@SOSIALURIN.FO Vit hava skyldu at fylgja vísindaligu kanningunum Magni Mohr