Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-07, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. september 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 104 28 Fríða: Etur tú grind? – Nei. Havi fingið at vita, at tað er ikki sunt at eta grind. Eta tit ofta grind heima? – Mamma og babba eta ofta, ikki restin. Hvat heldur tú um at føroyingar drepa grind? – Haldi tað er fínt at drepa grind, havi onki ímóti tí. Tað er ein partur av mentanini. Ert tú ofta við í grindadrápi? – Eri ikki sjálv í grindadrápi, men babba og abbi mín eru. Hvat halda foreldur tíni um grind? – Tey lata meg sjálva velja, um eg eti tað ella ikki. Annars hava tey onga meining. Heldur tú tað er rætt at drepa grind? – Ja, eg haldi tað er rætt. Helena Hansen og Katrina Sjóvará úr Eysturskúlanum í Havn hava seinastu tvær vikurnar verið í starvsvenjing í Miðlahúsinum. Tær settu hesum seks ungu fólkunum nakrar spurningar um grind Leon: Etur tú grind? – Ja, eg haldi hon smakkar og mettar væl. Eta tit ofta grind heima? – Nei, eta ikki grind so ofta. Heldur ikki øll í familjuni dáma grind. Hvat heldur tú um at føroyingar drepa grind? – Eg haldi tað er fínt at drepa grind. Tað er stuttligt. Ert tú ofta við í grindadrápi? – Um grind er nær við Havnina, so eri eg har, men ikki í sjálvum drápinum. Hvat halda foreldur tíni um grind? – Mínum foreldrum dámar væl grind og halda, at man sparir nógvan pening við at eta grind. Heldur tú tað er rætt at drepa grind? – Eg havi onga meining um tað er rætt at drepa grind ella ikki. Tummas: Etur tú grind? – Ja, mær dámar tað væl. Eta tit ofta grind heima? – Eta onkuntíð grind, ikki so ofta at vit eiga tað heima. Hvat heldur tú um at føroyingar drepa grind? – Eg haldi tað er fínt at vit drepa grind, tað er ein góð, gomul traditión, sum vit skulu varðveita. Ert tú ofta við í grindadrápi? – Eri ikki ofta við í sjálvum drápinum, men viðhvørt við til at skera grindina upp. Hvat halda foreldur tíni um grind? – Míni foreldur halda eisini tað er ein fín traditión, og teimum dámar eisini væl grind. Heldur tú tað er rætt at drepa grind? – Eg veit ikki, um tað er rætt, men tað er bara nakað føroyingar hava gjørt í langa tíð. Haldi tað er tað sama sum at drepa onnur dýr. Rói: Etur tú grind? – Nei, mær dámar ikki grind. Eta tit ofta grind heima? – Ja, restin av familjuni etur grind, tá vit eiga grind heima. Hvat heldur tú um at føroyingar drepa grind? – Haldi tað er fínt. Havi ikki ordiliga eina meining um tað. Ert tú ofta við í grindadrápi? – Nei, ongantíð. Tað hevur ikki rættiliga mín áhuga. Hvat halda foreldur tíni um grind? – Míni foreldur halda alt gott um grind. Eru ikki tey villastu um grind, men teimum dámar hana. Heldur tú tað er rætt at drepa grind? – Ja, eg haldi tað er gott at drepa grind. Jónas: Etur tú grind? – Nei, mær dámar tað ikki. Eta tit ofta grind heima? – Nei, ikki so ofta. Eiga sjáldan grind. Hvat heldur tú um at føroyingar drepa grind? – Haldi tað er fínasta slag at drepa grind. Ert tú ofta við í grindadrápi? – Eri ongantíð í grindadrápi, tí familjan hevur ikki áhuga í tí. Hvat halda foreldur tíni um grind? – Mínum foreldrum dámar væl grind og hava einki ímóti at míni systkin eta grind. Heldur tú tað er rætt at drepa grind? – Ja, eg haldi tað er rætt at drepa grind. Hans Pauli: Etur tú grind? – Ja, mær dámar væl grind. Eta tit ofta grind heima? – Ja, eta tá vit eiga heima. Hvat heldur tú um at føroyingar drepa grind? – Haldi alt gott um grind, havi onki ímóti tí. Ert tú ofta við í grindadrápi? – Ja, eri ofta við. Haldi tað er stuttligt at vera partur av tí. Hvat halda foreldur tíni um grind? – Míni foreldur elska grind og hava onki ímóti at vit børn eta grind. Heldur tú tað er rætt at drepa grind? – Ja, eg haldi tað er rætt, og tað halda míni foreldur eisini. AT ETA GRIND