Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-07, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. september 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 104 27 tapt átta dystir í ár, so ligg­ ur liðið aftanfyri feløg sum TB/FCS/Royn og EB/Streym, sum bæði hava tapt fleiri dyst­ir, men nógvu javn­leik­ ir­nir geva ikki meir enn eitt stig. Tað kann koma at kosta, um 07 Vestur fær luft undir veing­irnar. NSÍ er favorittur at vinna. Tað eru longu tvær vikur síðani steypafinaluna, men hav­andi í huga, at Skála hev­ur fingið stig í báð­um undanfarnu dystu­num og liðið møgu­liga er uttan fýra lyklaspælarar, so er ein javnleikur eisini eitt gott boð. SOSIALURIN TIPPAR 1-1 B36 skal aftur á beint B36 – EB/STREYMUR Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: KÁRI Á HØVDANUM Fyri trimum vikum síðani var greipan ein veruligur møgu­leiki hjá B36, men síðani hevur liðið tapt í odda­dystinum fyri Víkingi, og í steypafinaluni fyri NSÍ. B36 er nú aftur har, at lut­ tøka í Evropa er kravið, með­ an ein góð gongd kann geva teimum eitt eyka at­gongu­ merkið til FM-stríðið. EB/Streymur hevur arga tey flestu av teimum stóru i ár. Liðið er væl skip­ að og tykist hava fing­ið nýggjan íblástur við leigu­ sátt­málunum av Pæturi Petersen (B36) og Ara Mohr Olsen (HB), umframt at Arn­ bjørn Hansen er tøkur aftur eftir skaða. B36 verður uttan Tórð Thomsen, sum fekk tríggj­ar dystir leikbann, eftir topp­ dyst­in í Gøtu, har hann bleiv út­vístur. B36 er favorittur at vinna, serliga tá dysturin verð­ur í Gundadali. SOSIALURIN TIPPAR: 2-1 Undirmeta ikki suðroyingar HB – TB/FCS/ROYN Sunnudagin klokkan 17.45 DÓMARI: RÚNI GAARDBO Fyri triðju ferð í ár spælir HB móti felagsliðnum úr Suðuroy. Higartil er tað blivið til ein tepran sigur og ein málleysan javnleik við Stórá á jóansøku. Eftir eina góða gongd við sigri á trim­um teimum ovastu, kom HB niður á jørðina aftur við óvænt­aða ósigrinum fyri botn­lið­num ÍF. Sigfríður S. Clementsen heldur fyri, at HB hevur bara torførar dyst­ir. -Allir dystir hjá okkum eru trupl­ir. Vit hava spælt javnt móti teimum á Tvøroyri og vunnið 2-1 í Havn. Vit skulu ikki undirmeta, at teir hava eitt sterkt lið. Eftir tveir tættar dystir, so vænti eg eisini, at tann triði verð­ur tað, og leggur afturat við­ víkjandi tapinum fyri ÍF: -Hyggur tú eftir mál­ møgu­leikum, so skuldu vit havt vunnið, men hatta er fót­bóltur. Nú mugu vit bara upp aftur á hestin, sigur Sig­ fríður S. Clementsen HB er favorittur, men tað eru bara seks stig, sum skilja liðini á stiga­talvu­ni. Hinvegin, so hava suður­oy­ ing­ar havt tað trupult í sein­ nu hálvu. SOSIALURIN TIPPAR 2-1 TRONDUR@SOSIALURIN.FO Liðtíðindini: B36: Ikki við: Tórður Thomsen (leikbann, 3 dystir) EB/Streymur: Ikki við: Petur Zachariassen, Jóhannes Hansen (lærkriki), Arnbjørn Hansen. Ivasamur: Arnar Dam (fipur). HB: Ikki við: Sebastian Pingel (leikbann, 4 gul) Við aftur: Rókur av Fløtum Jespersen (skaði), Jógvan Rói Davidsen (leikbann, 4 gul), Adrian Justinussen (leikbann, 4 gul) KÍ: Ivasamur: Kristian Joensen, Hjalgrím Elttør, Atli Danielsen ÍF: Ikki við: Fritleif í Lambanum (fipur), Tóri Traðará (leikbann) Ivasmur: Henrik Lindhard Jensen (knæið) Við aftur: Poul N. Mikkelsen (langtíðarskaddur í knænum) NSÍ Ikki við: Karl Løkin (leikbann), Pól Jóannus Justinussen (leikbann, 4 gul) Ivasamir: Árni Frederiksberg (eftir skaða), Bárður J. Hansen (eftir skaða) Skála: Ikki við: Jákup Johansen (Brotið fótin, 4 vikur) TB/FCS/Royn: Við aftur: Eirikur Ellendersen (leikbann) Víkingur: Ivasamur: Hans Jørgen Djurhuus (baklærið), Andreas Lava Olsen (vant í vikuni) Við aftur: Heðin Hansen (leikbann) 07 Vestur Ikki við: Martin Tausen (leikbann, 7 gul), Sølvi Egilsson (leikbann, 4 gul), Gunleif Magnusarson (knæskaði, ógreitt hvussu leingi) Við aftur: Ken Fagerberg (eftir leikbann) 21. umfar sunnudagin 10. september: Víkingur – 07 Vestur (15.00) Beinleiðis á Rás2 B36 – EB/Streymur (15.00) Beinleiðis á Rás2 KÍ – ÍF (15.00) NSÍ – Skála (15.00) HB – TB/FCS/Royn (17.45) Beinleiðis á Rás2 Tipping: Víkingur – 07 Vestur 1 KÍ – ÍF 1 NSÍ – Skála X B36 – EB/Streymur 1 HB – TB/FCS/Royn 1 Effo-deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 Víkingur 20 12 6 2 48 23 +25 42 2 KÍ 20 10 7 3 34 24 +10 37 3 NSÍ 20 10 6 4 44 22 +22 36 4 B36 20 9 8 3 45 28 +17 35 5 HB 20 8 6 6 33 22 +11 30 6 TB/FCS/Royn 20 7 3 10 26 32 -6 24 7 EB/Streymur 20 6 5 9 23 33 -10 23 8 Skála 20 4 8 8 19 27 -8 20 9 07 Vestur 20 4 4 12 17 45 -28 16 10 ÍF 20 2 3 15 15 48 -33 9